Summarfrítíðin er av á hesum sinni, og nú verður aftur farið undir fleiri av føstu tiltøkunum í Hoyvíkar kirkju, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.
Fyrsta tiltakið verður mánadagin 31. august klokkan 17, tá fundur verður fyri foreldrum og teimum, sum skulu konfirmerast á vári 2027.
Konfirmantarnir skulu hava dóps- ella navnabræv við. Sjálv konfirmantundirvísingin byrjar týsdagin 1. september klokkan 8.
Smákonfirmantar
Smákonfirmantarnir byrja sama dag klokkan 13.45.
Tilboðið er fyri øll børn í fjórða flokki – uttan mun til, um tey ætla at verða konfirmerað seinni ella ikki.
Smákonfirmantarnir læra um kirkjuna og kristnu trúnna við spæli, samveru og hugna. Tilboðið hevur verið roynt áður og royndist tá væl.
Morgunkaffi og vøggusangur
Mikumorgunin 2. september klokkan 10 verður aftur morgunkaffi í Hoyvíkar kirkju. Á skránni eru hugnalig samvera, kaffi og morgunmatur, og øll eru vælkomin.
Vøggusangurin er longu byrjaður aftur og verður í kirkjuni hvønn hósdag klokkan 11.
Tiltakið er ætlað foreldrum við pinkubørnum, og Eyðbjørg Hansen skipar fyri. Tilmelding fer fram á heydbjorg(at)gmail.com.
Skrúvugudstænasturnar byrja í september
Mikukvøldið 30. september klokkan 17.30 verður fyrsta skrúvugudstænastan í heyst.
Skrúvugudstænasturnar verða síðani hildnar síðsta mikudag í hvørjum mánaði. Tá savnast børn og vaksin til bíbliusøgu, gudstænastu og eina góða máltíð.
Í Hoyvíkar kirkju gleða tey seg til eitt nýtt hálvár við lívi og samveru og til at taka ímóti bæði teimum, sum plaga at koma, og teimum, sum koma fyrstu ferð.










