Stuttligu innsløgini

Macromedia er ein av fyritøkunum, sum ger tað stuttligari og stuttligari at rógva út á Netinum

Fólk, ið ikki javnan rógva út á Netinum, undrast ofta á, hvussu keðiligar nógvar heimasíður í veruleikanum eru. Og sammet við tað, vit kenna frá telduspølum, multimediaheitum og framkomnum tekst og layout-forritum, er tað eisini ógvuliga avmarkað, hvat finst av spennandi animatiónum, filmi, flúgvandi figurum ella interaktivum amboðum.

Trupulleikin er partvís ógvuliga seina flytiferðin sammet við skjótleikanum millum innaru partarnar á telduni, og partvís at menningin av forritunum til at gera stuttlig ting á Netinum júst er byrjað. Men tað kemur. Ein ábending um hetta fæst hjá einum av leiðandi fyritøkunum innan grafikk og multimedia, Macromedia, ið vísir hvussu stuttligt tað kann gerast, tá vit fáa atgongd til nógv skjótari sambindingar.

Shockwave

Macromedia hveu upfunnið fleiri tøknir, ið ger tað lætt at gera animeraðan grafikk og ljóð á eini heimasíðu. Hesar tøknir bera heitið shockwave. Hetta eru ymisk forritsamboð, sum ger tað møguligt at avspæla eina animatión, eitt ljóð ella okkurt annað á browsaran uttan at einum nýtist sjálvt forritið. Shockwave ger eina ógvusliga komprimering av data?unum og sendir tey so í smáum bitum út til móttakaran á telduni. Framman undan er bert neyðugt at hava downloadað og innstallerað ein serliga shockwave avspælara, fyri at kunna móttaka bitarnar.


Meiri av tí stuttliga

Á adressuni shockwave. macromedia.com ? ikki www ? hevur fyritøkan gjørt eina framsýning við dømum um, hvat til ber at gera við shockwave tøknini av teknifilmi, ljóði og spæli. Teknifilmarnir eru óførir. Tað er sama góðska sum í sjónvarpi, uttan at hoppa, og við ljóði og animatión. Spølini eru eisini góð. Tey eru sjálvandi smá og primitiv, men tey virka og eru serliga vælegnað at fordríva tíðina við. Har eru fleiri skjótispøl, spøl, sum bjóða smáu gráu av; m.a. eitt orðaspæl, har ein skal finna tvey ymisk orð, sum saman gera eitt triðja orð; har er eitt spæl, har tað ræður um at gerast skítfullur: ein barrvørður tveitir rusk og brennivín út um diskin, og so ræður um ikki at verða raktur av ruskinum, men at lofta fløskunum og skola tær niður. Felags fyri forritini er, at tey við einum vanligum modemi taka einar tveir minuttir at heinta niður frá Netinum.

So hvørt sum shockwave tøknin mennist og bandabreiddin økist, gerst tað alt stuttligari at blaða millum mongu síðurnar á Netinum. Tí eitt er vist, tað eru tær undirhaldandi síðurnar og kreativu innsløgini sum gera, at ein er har eitt sindur longri og at ein oftari kemur aftur.