og spurdi, um hann ikki kendi onkran skúla í Bretlandi at vísa sær á. - Skúlastjórin kendi ongan í Bretlandi, men skaffaði mær pláss á háskúla í í Eysturtýsklandi, sum tá var.Tað vakti áhuga mín fyri málinum [...] svull ella tumor í mønugongini millum 7. og 8. ryggjageisla. Hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið og seinni sendur á Ríkishospitalið, har hann varð lagdur undir skurð. Í fyrstuni tóktist alt at hava [...] kortini, at læknarnir ikki høvdu fingið allan svøllin burtur, av tí at hann sat á ógvuliga vandamiklum stað. Tí fór hann á Finsen at fáa geislaviðgerð, fyri at fáa restina burtur. Niðurstøðan eftir langari
burtur, tá pensiónin hjá einum pensionisti giftur við ikki pensionisti kom upp á aftur tað støði (í 1999 krónum) sum pensiónin var á, áðrenn lógarbroytingarnar fóru fram. Ein orsøk til, at vit í Trivnaðarnevndini [...] n er burturdottin, eru pensionistarnir giftir við ikki pensionistum komnir upp á effinett sama krónutal, sum teir vóru á 1999. Tvs at teirra pensión ikki er hækkað eina krónu, sjálvt um pensiónin hevur [...] aðrar enn meg sjálvan, men tori eg tó at siga, at tað eg her skrivi var tað, sum nevndin annars eisini helt, meinti og ætlaði. Skiftisupphæddin kom í orsakað av, at broytingar blivu framdar viðvíkjandi við
at okkara ræði á økinum kom óskalað gjøgnum hesi truplu ár. Um hendingarnar á heysti 1992 verður víst til eina samrøðu í Sosialinum tann 6. mars 1998 við Atla Dam um, hvussu hart stóð á í undirgrundarmálinum [...] mótið fyri oljuvánum flutt so langt til havs og so langt norðureftir, at tað ikki longur var óhugsandi, at olja kundi finnast á føroyskum øki, ikki minst um tað fór at eydnast at fáa eitt gott úrslit av sa [...] landsins ognarrættur verður handhevjaður á tann hátt, at tað eru løgting og landsstýri, ið skulu góðkenna alt ráevnisvirksemi og veita øll leitingar- og útvinningarloyvi á føroyskum land- og sjóøki, undir treytum
áhugaverdar royndir gjørdar við vindorku umborð á skipum. Við at brúka vind saman við olju kann oljunýtslan falla. Hetta er eitt framstig bæði fíggjarliga og á umhvørvisøkinum. Her er ikki talan um seglskip [...] millum annað til sjóndar á ST-Ráðstevnuni fyri umhvørvi fyri Evropa, ið Svend Auken skipaði fyri í Århus í 1998. Alt fari fyri skeytið Svend Auken sigur seg harmast um støðuna á umhvørvismálum í Danmark [...] orkupolitikkinum, og hetta sæst aftur. Danmark er ikki longur ein oddafiskur í arbeiðinum við varandi orku, virkir og fyritøkur fáa fríar ræsur á umhvørvisøkinum, og arbeiðið við at fáa reint vatn er steðgað
áheitan, at avgerðin hálvavegna mundi vera tikin. Men Finnbogi var gávuríkur á so mangan hátt og kundi havt gjørt meira vart við seg á øðrum økjum. Tað lá væl fyri hjá honum at skriva, og sum øll vita, hevur [...] allarhelst ikki til longur. Nakað týddi hann úr øðrum málum, og tað, sum hann annars skrivaði av hesum slag, var mest í traditionellum stíli, ávirkað av yrkjarum, ið hugtóku hann á ungum árum. Mín meting [...] meting var, at hann hevði havt evnir at skapa sín egna stíl, um hann helt fram. Men á hesum øki var hann vandin, og sum frá leið bleiv tað so nógv annað, ið kravdi hansara arbeiðsorku. Sum blað-ungur sendi
Fótbóltsprát Oftani hevur verið tikið til, at Mølin á Eiði er tann vøllurin í landinum - og kanska í Europa - sum hevur vakrasta umhvørvið. Men seinastu tíðina hevur ein onnur staðfesting eisini sníkt [...] verið um fríspark, áðrenn tað kom so langt, og hesum avvísti málskjúttin heldur ikki. - Eg fekk bóltin á miðvøllinum, og dómarin kundi helst havt bríkslað, tí hann støkk eitt sindur í armin, áðrenn eg dróg [...] mál, men tað riggaði so ikki hjá honum hesaferð, flennir Gert. Ein finala í senn Um dystin sjálvan helt hann, at hesin í nógvar mátar vísti styrkina, sum EB/Streymur hevur í løtuni. - Moralurin hjá okkum
eisini, at hallið á fíggjarlógini fer at veksa, tí øktu oljuprísirnir raka føroyska samfelagið harðari enn aðrar búskapir, sigur hann. Tengt at oljuni Á eini áhugaverdari talvu vísti hann á, hvussu danska [...] Magni vísti eisini á, at sambært hansara kanningum bendir einki á, at fiskaprísirnir fylgja oljuprísinum. Hann nevndi tíðarskeið, tá ið oljan hevur verið dýr, men vísti samstundis á, at hetta ikki av sær [...] meira á oljukontoina um mánðin, eins og væntandi er, at SEV fer at hækka el-prísin. - Soleiðis, sum olju-og bensinprísirnir eru í dag, verður talan um ein øktan kostnað hjá hvørjum húsarhaldi upp á einar
skómakarin ikki longur nýtir tíðina á verkstaðnum. Húsini í Fuglafirði vóru karmurin um lívið hjá Ellifíu og skómakaranum øll árini. Hann var á verkstaðnum í kjallaranum allan dagin, og hon helt hús. Ellifía [...] sera væl tíðina í Havn, og tosar hann ofta um Havnina í 20 unum, tá hann seymaði sjómonnum stylvar á verkstaðnum hjá Knút í Smiðjustovu í Bringsnargøtu. Tó at minnið er farið at bila, dámar honum framvegis [...] til Fuglafjarðar. Har fekk hann sær verkstað, og skjótt fann hann sær eisini konu, Ellufíu hjá Óla á Miðgerði, og giftust tey í februar 1936. Í fimmtiárunum fór Jóhannus til Danmarkar at nema sær kunnleika
parturin av teimum væl kendu málningunum hjá Livari Nysted hava verðið málaðir á traditionella háttin við pensli á hvítt lørift. Men á Norðoyastevnuframsýningini í ár mundi onkur ivaleyst varnast, at Livar var [...] pensil hevði hann strokið málingina á løriftið við einum lítlum spartlijarni. Og júst hesin teknikkurin setur sín heilt serliga dám á framsýningina, sum er at síggja á Norðoya Kunningarstovu í løtuni. Dýpd [...] sum at okkurt nýtt er at hóma hvørja ferð, tú hyggur, og longur tú hyggur inn í myndina. Soleiðis fáa væl kend myndevni eitt heilt annað útrykk. Á myndini Bátur sæst til dømis ein forvitnisligt spæl millum
slagi, og hevur haraftrat kunnað prógvað at hon veruliga ber úrslit við sær á eitt størri og breiðari tal av sálarligum sjúkum, m.a. á ótta og tunglyndi. Hyggur ein eftir ótta sum sálarligt hugtak, so eru fleiri [...] 200.000 fólkini hava havt ymiskar møguleikar fyri viðgerð, m.a. ta dynamisku sum byggir á hugsanirnar hjá Freud og á ta kognitivu. Hagtølini vísa, at ein sjúklingur við slíkum ótta kann ganga til samtalu [...] samtalu er óttin longu vorðin minni. Á fyrsta sinni kann sjúklingurin merkja eina vón og eina meining við lívinum. Tey merkja snøgt sagt, at tey ikki eru so bangin longur. - Vit eru sjálvandi ikki undurmakarir