Klokkureint

Maðurin við vakrasta málinum mikudagin var sjálvandi í góðum lag. Og hann staðfesti, at tað er restin av hópinum eisini

Fótbóltsprát

Oftani hevur verið tikið til, at Mølin á Eiði er tann vøllurin í landinum - og kanska í Europa - sum hevur vakrasta umhvørvið.
Men seinastu tíðina hevur ein onnur staðfesting eisini sníkt seg fram. Í øllum førum munnu áskoðarar kring vøllin vera samd um, at tað eisini er her, at tey vakrastu málini verða skotin.

Bárður royndi
Í so máta var tað Gert Hansen, sum stóð fyri tørni mikudagin, tá hann í seinna hálvleiki punkteraði dystin við málinum til 2-0. Eitt mál, sum ongan vardi, fyrr enn Gert við einum drønskoti meddaði bóltin í málhornið.
Gestirnir vildu vera við, at talan skuldi verið um fríspark, áðrenn tað kom so langt, og hesum avvísti málskjúttin heldur ikki.
- Eg fekk bóltin á miðvøllinum, og dómarin kundi helst havt bríkslað, tí hann støkk eitt sindur í armin, áðrenn eg dróg avstað, men har kom einki ljóð. Í nógvum førum vildi eg kanska valt innleggið, tá eg so hevði drigið omaneftir, men hesa ferð skeyt eg, og eg rakti hann í øllum førum væl.
Tað sá eisini út til, at Bárður royndi at endurtaka bragdið, tá hann nakað seinni hevði rikið seg leysan í høgru?
- Ja, eg haldi at hann eisini vildi skjóta eitt slíkt mál, men tað riggaði so ikki hjá honum hesaferð, flennir Gert.

Ein finala í senn
Um dystin sjálvan helt hann, at hesin í nógvar mátar vísti styrkina, sum EB/Streymur hevur í løtuni.
- Moralurin hjá okkum er í øllum førum í topp, nú tað hevur gingið so væl. Hesa ferð spæla vit ikki serliga væl, men vit vinna kortini trygt, og tað sigur nakað um styrkina, haldi eg.
Og tað er kanska heldur ikki so, at tit verða fjáltursstungnir, tá alt ikki koyrir eftir vild?
Nei, slettis ikki. Vit royna bara at spæla okkara spæl, og í so máta er tað nógv vert, at Ronnie nú aftur er við okkum. Hann megnar ofta at píska okkum víðari, og blíva vit við, so vita vit, at málini nokk skulu koma.
Longu nú hava tit vissað tykkum, at endastøðan verður tann besta í felagsstøðuni. Sikta tit framvegis longur upp?
- Sjálvandi. Vit hava fýra dystir eftir, og kunnu vit vinna teir, so verða vit í øllum førum nummar fýra. Næstu ferð verður tað so B36, og tá skulu vit geva alt, um vit skulu hava stig burturúr. Og soleiðis verður tað hvørja ferð. Tað er at kalla finala hvønn dystin, og hjá okkum ræður so bara um at taka ein dyst í senn, staðfestir Gert Hansen at enda.