Jóhannes Jacobsen kom til Fuglafirðar í 1930 at virka sum skómakari. Hann er føddur og uppvaksin í Funningi, men fór sum fjúrtan ára gamal til Havnar at læra til skómakara hjá mammubeiggjanum, Knút Petersen.
Skómakaranum dámdi sera væl tíðina í Havn, og tosar hann ofta um Havnina í 20unum, tá hann seymaði sjómonnum stylvar á verkstaðnum hjá Knút í Smiðjustovu í Bringsnargøtu. Tó at minnið er farið at bila, dámar honum framvegis væl at tosa um tíðina í Havn og um gomlu Havnina, sum tá í stóran mun fevndi um Reynið og leiðirnar har um vegir.
Í 1930 fór Jóhannus til Fuglafirðar. Tað verður sagt, at onkur lat hann vita, at í Fuglafirði var eingin skómakari - og skómakari kravdist í eini bygd við nógvum sjófólki.
Saman við systrini, Magninu, flutti hann til Fuglafjarðar. Har fekk hann sær verkstað, og skjótt fann hann sær eisini konu, Ellufíu hjá Óla á Miðgerði, og giftust tey í februar 1936.
Í fimmtiárunum fór Jóhannus til Danmarkar at nema sær kunnleika innan ortopediska skómakarayrkið, og mong eru tey, ið frá skómakarnum í Fuglafirði fingu góða hjálp.
Jóhannus og verkstaðið hava altíð verið ein eind, og enn er verkstaðið ein partur av húsinum, hóast skómakarin ikki longur nýtir tíðina á verkstaðnum.
Húsini í Fuglafirði vóru karmurin um lívið hjá Ellifíu og skómakaranum øll árini. Hann var á verkstaðnum í kjallaranum allan dagin, og hon helt hús. Ellifía doyði í 1977, og sum við handverkinum hevði skómakarin evnini at skapa trivna og lív rundan um seg.
Ellifía og skómakarin fingu sjey børn. Tólv eru abbabørnini, 26 eru langabbabørnini og ein er oldurabbasonurin.
Í dag, mikudagin, millum klokkan 16 og 18 verður dagurin hildin hjá dóttrini Oddvør á Hvítanesvegi 17 í Hoydølum.










