Eingin orsøk at óttast óttan

Í mong ár hevur sálarfrøðin, sum er bygd á hugsanirnar hjá Sigmund Freud verið tann ráðandi í t.d. Danmark, Týsklandi og eisini her í Føroyum. Nú kemur tann kognitiva viðgerðin inn á vøllin við sínum fyrimunum.

Tann kognitiva viðgerðin er av øðrum uppruna og slagi, og hevur haraftrat kunnað prógvað at hon veruliga ber úrslit við sær á eitt størri og breiðari tal av sálarligum sjúkum, m.a. á ótta og tunglyndi.
Hyggur ein eftir ótta sum sálarligt hugtak, so eru fleiri ymisk sløg av hesi sjúkuni at "velja" ímillum. Millum hesi sløgini eru óttin fyri at vera úti millum fólk, fyri at fara í panikk ella sjúklig ræðsla fyri onkrum. Bert í Danmark eru 200.000 fólk sum líða av slíkum ótta.
Hesi 200.000 fólkini hava havt ymiskar møguleikar fyri viðgerð, m.a. ta dynamisku sum byggir á hugsanirnar hjá Freud og á ta kognitivu.
Hagtølini vísa, at ein sjúklingur við slíkum ótta kann ganga til samtalu og viðgerð í samfull trý ár, áðrenn viðkomandi er sloppin av við henda óttan. Tað vísir seg, at 30 % av sjúklingunum fáa tað betri eftir at hava verið í viðgerð í trý ár.
Hinvegin so vísa hagtølini fyri ta kognitivu viðgerina, at sløk 90 % av sjúklingunum fáa tað betri eftir einans 10 viðgerðum - t.v.s. eftir umleið fýra vikum.
Óttafullur í 20 ár
Eitt dømi: Ein sjúklingur kemur til sálarlæknan við ótta sínum. Viðkomandi kann kanska hava gingið við óttanum í 20 ár.
Eftir eini einstakari samtalu er óttin longu vorðin minni. Á fyrsta sinni kann sjúklingurin merkja eina vón og eina meining við lívinum. Tey merkja snøgt sagt, at tey ikki eru so bangin longur.
- Vit eru sjálvandi ikki undurmakarir og kunnu ikki broyta eina atferð, sum viðkomandi hevur havt í 20, soleiðis í eini handavending.
- Men vit geva teimum eitt amboð, sum tey kunnu brúka ímóti sínum ótta. Og tað er við hesum amboðinum at tey kunnu koma víðari í lívinum, sigur Sebastian Swane, yvirlækni.
Í stóran mun fer henda viðgerðin ikki aftur í barnaárini fyri at finna møguligar orsøkir til henda støðuga óttan. Ein er nógv meiri áhugaður í Nú'inum - hvussu sjúklingurin hevur tað beint nú, og hvussu sjúklingurin kann megna sín trupulleika við nøkrum einføldum sálarligum amboðum.
Høvuðsdentur verður tí lagdur á, at fáa sjúklingarnar at síggja, hvat tey hugsa um trupulleikan. Hvussu tey tulka veruleikan í mun til, hvussu veruleikin veruliga sær út.
- Eg royni at fáa tey at fata og skilja, at tað eru tær grundleggjandi hugsanirnar hjá teimum sum stýra atferðini, og ikki tann logiska, sigur Swane.
Tora ikki í føðingardag
Eitt dømi um hetta er tann sjúklingurin, sum ikki torir at fara í ein ávísan føðingardag, tí hann óttast tveimum viðurskiftum: Í fyrra lagi at tosa við onnur, og í øðrum lagi at ein samtala skal steðga upp.
Her kemur viðgerðin inn og setur spurnartekin við, hvørjir hesir automatisku negativu tankarnir eru sum stýra atferðini, og sum liggja til grund fyri hesi hugsanini, at viðkomandi altso ikki skal fara í henda føðingardagin.
Høvuðsorsøkin til hetta er ofta hon, at tey óttast fyri at ein tøgn ella steðgur skal koma í samtaluna, og at alt skal gerast sera pínligt í hesum føðingardegnum orsakað av teimum.
Men her kemur so eitt av amboðunum í viðgerðini inn, og biður viðkomandi um at seta sær sjálvum henda logiska spurningin: - Er tað bara tú sum hevur ábyrgdina av, at samtalan steðgar upp?!
Hjá hesum sjúklingum er hugsanin ikki altíð logisk, men er stýrd av tí sum viðkomandi til eina og hvørja tíð følir. Sjúklingurin fær her eitt amboð, so hann kann læra seg at undirtrykkja hesar negativu kenslurnar til eina meiri konstruktiva loysn í hesi støðuni.
- Vit læra sjúklingin at hann kann royna at tiga eina løtu, soleiðis at hin kanska fer at seta fram onkran spurningin, so at samrøðan kann halda fram.
- Vit geva tí ikki sjúklinginum góð ráð, men spyrja okkum heldur fram við undrandi spurningum. Soleiðis fá vit sjúklingin at konkludera við konfronterandi, men kortini skynsomum spurningum og sosialum hegni, soleiðis at viðkomandi kann læra seg at megna óttan.
150 %
Grundarlagið fyri kognitivu viðgerðina er ein innlæringsteori, sum hevur víst seg at hava góð úrslit - úrslit sum ein eisini hevur kunnað skjalprógvað,
Tann sjúki kemur til viðgerð, men fær eisini ein hóp av heimaarbeiði at gera, og sum vera man eisini nógvar venjingar í tí, sum hann kann møta í gerandisdegnum. Tað er nærum soleiðis, at sjúklingurin sjálvur gerst sín egni terapeutur.
Her verður viðkomandi serliga settur út fyri, at hann skal reagera sum ein vaksin eigur, og ikki sum eitt barn.
- Og tað vísir seg eisini, at hann varnast at hansara máti at tulka heimin uppá er ein óreflekterað hugsan sum einans er bygd á kenslur. Hann kann hugsa: "Er ikki alt hjá mær fullkomið, so eri eg einki verdur".
Við hesari áskoðanini roynir viðkomandi so at gera alt gott - ikki bara 100%, men 150 % fyri at fáa onnur at dáma seg. Hann hugsar: "Eydnast hetta mær ikki, so fara onnur fólk ikki at dáma meg". Men hetta er jú ógjørligt at liva upp til.
- Tí royna vit at avdúka hetta órímiliga kravið og fáa sjúklingin at fata, at eingin er fullkomin, sigur Sebastian Swane.