Finnbogi Ísakson

Tað er longu nógv skrivað um Finnboga, nú hann er farin. Vit gjørdust vinmenn á ungum árum og varð-veittu sam-bandið alt lívið. Vóru vit frá hvørjumøðrum, skrivaðu vit ofta saman. Honum dámdi at skriva, og tað var altíð hugaligt at fáa brøv frá honum, tí hann var góður brævskrivari, og brøvini vóru ein stuttligur vavstur av álvarsemi og skemti, túnatosi og hvøssum viðmerkingum.

Nú verður hann fyrst og fremst umtalaður sum politikarin, og tað er natúrligt, tí politikkinum ofraði hann ein stóran part av sínum lívi. Eg var staddur í Onglandi í 1966, tá hann skrivaði til mín, at hann hevði fingið áheitan frá tjóðveldismonnum í Klaksvík um at stilla upp til løg-tings-valið. Hvat heldur tú? spurdi hann.
Onkuntíð havi eg hugsað um, hvussu alt mundi havt lagað seg, um hann lurtaði eftir mínum ráðum. Tað gjørdi hann ikki, og tað hevði eg kanska heldur ikki væntað. Ambitiónirnar hevði hann, og hann hevði longu gjørt sær so mikið av tankum um hesa áheitan, at avgerðin hálvavegna mundi vera tikin.
Men Finnbogi var gávuríkur á so mangan hátt og kundi havt gjørt meira vart við seg á øðrum økjum. Tað lá væl fyri hjá honum at skriva, og sum øll vita, hevur hann lagt nógv skrivligt eftir seg. Tey eru kanska færri, sum vita, at hann var kringari enn tey flestu á bundnum máli eisini. Tí er tað spell, at einastu yrkingar frá hansara hond, ið eru kendar, er onkur barna-yrking og tættirnir, sum flestir vórðu yrktir til V-4 sendingar í útvarpinum. Til aðrar yrkingar setti hann strangari krøv enn til tættirnar, ið vórðu gjørdir til løtuna. Tí komu tær ikki fram, og nógv av tí, hann hevur gjørt, er allarhelst ikki til longur. Nakað týddi hann úr øðrum málum, og tað, sum hann annars skrivaði av hesum slag, var mest í traditionellum stíli, ávirkað av yrkjarum, ið hugtóku hann á ungum árum. Mín meting var, at hann hevði havt evnir at skapa sín egna stíl, um hann helt fram. Men á hesum øki var hann vandin, og sum frá leið bleiv tað so nógv annað, ið kravdi hansara arbeiðsorku.
Sum blað-ungur sendi hann viðhvørt onkra yrking til vin-mannin í Klaksvík, Símun Hansen, blað-stjóra á Norð-lýsinum. Tann fitti barna-sang-urin "Far lítli útum", sum hvørt mansbørn í dag kennir, hevði sum so mangt annað verið farin í gloymskuna, um ikki Sámal Petersen loftaði honum. Símun og Sámal vóru báðir lær-arar í Klaks-vík, og ein dagin vildi Sámal vita, hvør ið hevði yrkt hasa barna-rímuna, sum stóð í Norð-lýs-inum. Símun svaraði ikki beinanvegin, so Sámal lat hann vita, hví hann spurdi. Hann hevði gjørt eitt lag til sangin. Og soleiðis bar tað til, at Finnbogi ein dagin fær bræv frá Sámali við lagnum. Eg minnist, tá vit fyrstu ferð hoyrdu tað spælt, eitt lætt og vakurt lag. Meira hendi ikki í fyrstu atløgu. Finnbogi, sum innast inni als ikki var tann framligi, gjørdi einki fyri at fáa sangin fram. Ikki fyrr enn Sámal fór at ótolnast, bleiv hann tikin upp til eina barnasending í út-varp-inum.
Tann, sum hevði við Finnboga at gera, kundi ikki altíð vera samdur við hann. Hann treivst í andgletti, ikki legði hann fingrarnar ímillum, og hann kundi arga og provokera, onkuntíð meira enn gott var. Av lyndi var hann soleiðis, at hann aldi ikki fólk uppat sær. Tað legði hann heldur einki í. Men tað hoyrir við til myndina av honum, at kundi hann vera harður við ein persón, tá teir stóðu andlit til andlit, so firnaðist hann ikki fyri, tá hin vendi ryggin til, at verja sama persón, um onnur komu við at-finningum, sum hann ikki tók undir við.
Finnbogi var arbeiðssamur, og nú hann ikki longur var aktivur politikari, hevði hann ætlanir, sum hann ikki fekk framt. Tað var spell, tí hann var í mong ár við, har avgerðir vórðu tiknar, og hann var góður eyg-leiðari í málum, sum høvdu hansara áhuga.
Seinastu ferð vit prátaðu saman, segði hann sum so ofta kom skjótt aftur". Eg helt meg vera skjótan aftur - hóast tú altíð kanst spyrja, hvat er skjótt, ikki minst tá ið tað, sum eftir er av lívinum, ikki longur telist í mánaðum ella vikum, men í døgum og tímum - men tá varð ikki meira prátað. Var røddin farin, so var handatakið fast og segði nógv uttan orð. Eg veit, hvat lá í tí, og tað fer at fylgja mær sum eitt fjálgt minni um ein trúgvan vin.
Árni Absalonsen