Finnur Helmsdal,
løgtingsmaður
Avlamispensionistur ella fyritíðarpensionistur hevur biðið meg um at skriva nakað um, hvat limirnir í Trivnaðarnevnd løgtingsins veruliga hildu, meintu og ætlaðu við skiftisupphæddini, sum varð játtað teimum, sum fingu síni pensiónsviðurskifti broytt, tá pensiónslógin varð endurskoða og broytt 1999/2000. Nú kann eg sjálvandi ikki svara fyri aðrar enn meg sjálvan, men tori eg tó at siga, at tað eg her skrivi var tað, sum nevndin annars eisini helt, meinti og ætlaði.
Skiftisupphæddin kom í orsakað av, at broytingar blivu framdar viðvíkjandi viðurskiftunum hjá giftum avlamispensionistum. Áðrenn lógin varð tikin upp til viðgerðar, høvdu avlamispensionistar, sum vóru giftir við ikki pensionistum, fingið somu pension, sum stakir pensionistar. Landsstýrismaðurin hevði eitt ynski um, at allir giftir pensionistar blivu javntstillaðir soleiðis, at teir, sum vóru giftir við ikki pensionistum skuldu fáa somu pension (upphæddir) sum pensionistar giftir við pensionistum. Hetta hevði við sær, at pensionistar giftir við ikki pensionistum fóru at fáa eina lægri pension. Hetta helt trivnaðarnevndin vera óhepna avleiðing, og endaði hetta mál við semju um, at pensionistarnir sum vóru giftir við ikki pensionistum skuldu fáa eina skiftisupphædd svarandi til, at tey skuldu fáa somu upphædd eftir broytingarnar sum frammanundan.
Skiftisupphædd - til nær
Spurningurin um, hvussu leingi hendan skiftisupphæddin skuldi standa við, varð eisini viðgjørdur í nevndini. Og varð viðgerðin tvinnað saman við øðrum máli. Nevniliga spurningin um at allir avlamispensionistar skulu javnsetast. At avlamispensionistar skulu fáa sína pensión uttan mun til sivilstøðu, ella hvørjum viðkomandi er giftur við. Og varð Trivnaðarnevndin fult samd um, at skiftisupphæddin skuldi vara við, inntil allir avlamispensionistar vórðu javnt settir.
At tey úti í A&H stýrinum síðan hava orðað lógina soleiðis, sum hon er tað ídag, er bert óheppið og sera spell. Tað er sjálvandi eisini spell, at vit í Trivnaðarnevndini ikki hava varnast óhepnu orðingina. Nevniliga, at skiftisupphæddin skuldi detta burtur, tá pensiónin hjá einum pensionisti giftur við ikki pensionisti kom upp á aftur tað støði (í 1999 krónum) sum pensiónin var á, áðrenn lógarbroytingarnar fóru fram.
Ein orsøk til, at vit í Trivnaðarnevndini ikki hava sæð so stóran vanda í orðingini tá kann hava verið, at pensiónsupphæddirnar ikki vórðu javnaðar tá. Tað var ikki fyrr enn 2002, at tingið avgjørdi at pensiónsupphæddirnar (tó ikki skiftisupphæddin) skuldu javnast. Tá var Trivnaðarnevndin ein onnur við øðrum formansskapi, og var eg sjálvur ikki í tinginum longur. Tá avgjørt varð at javna, var tíverri eingin í Trivnaðarnevndini, sum kendi málið og sum tí heldur ikki hevði førleika at síggja vandan. Tað var heldur eingin annar, sum varnaðist avleiðingarnar, tá avgerðin um javning varð tikin í 2002.
Ikki fyrr enn pensiónsupphæddirnar vóru javnaðar nakrar ferðir, verða teir hjá Landsgrannskoðaranum varugur við, at nú er pensiónin hjá pensionistum voksin og fer at nærkast upphæddini í 1999. Landsgrannskoðarin mælir tí til, at skiftisupphæddin skal minkast við teirri upphædd, sum hinar upphæddirnar eru javnaðar upp eftir við. Sambært orðingini í lógini er hetta rætt av Landsgrannskoðaranum, men er hetta als ikki sambært ætlanini hjá Trivnaðarnevnd løgtingsins 1999. Og meti eg tað tí heldur ikki vera í tráð við andan í lógarbroytingunum.
Trivnaðarnevndin hugsaði 1999 á ongan hátt um javning av pensiónum sum orsøk til at taka av skiftisupphæddina. Trivnaðarnevndin hugsaði bara um eina orsøk til at taka av skiftisupphæddina, og tað var ein javn setan av øllum avlamispensionistum.
Sjálvur haldi eg heldur ikki, at tað at ein pensión verður javnað merkir, at sama pensión hækkar. Javning merkir dagføring. Serliga tá vit hugsa um, at skiftisupphæddin ikki fær lut í javningini.
Haldi vit kunnu siga, at talan er um óheppið løgfrøðisligt avrik, soleiðis sum lógin bleiv orðað. Nú var landsstýriskvinnan ikki fult samd við Trivnaðarnevndini og seinni løgtinginum í hesum máli, og hevur hon kanska nýtt høvi til at gera sína ávirkan galdandi á henda hátt. Men tað áliggur sjálvandi løgtingsliminum at vera ansin, tað var tó ikki lætt í teimum døgum, tí at kalla alt uppskotið var ein misera úr enda í annan.
Og eg haldi vit kunnu siga, at talan er um rættiliga ónuanseraðan hugsunarhátt hjá Landsgrannskoðaranum, tá hann sær javning sum lønarhækkan. Javning er og verður dagføring, og dagføring kann undir ongum umstøðum koma undir lønarhækkan. Tí dugi eg ikki at skilja, at so nógv "klók" fólk kunnu halda, at skiftisupphæddin skal fella burtur, bara tí løgtingið avger at javna pensiónirnar.
Aftur verri fyri
Avgerðin um, at skiftisupphæddin skal lækka og síðan fella burtur, hevur tað beinleiðis avleiðing við sær, at nú eru pensionistar giftir við ikki pensionistum verri fyri, enn áðrenn broytingarnar 1999/2000. Í veruleikanum hevur A&H ráðið avgjørt at ganga beint ímóti vilja tingsins 1999, tá avgjørt varð, at pensionistar giftir við ikki pensionistum ikki skuldu vera fyri tí missi, sum uppskotið frá Helenu Dam á Neystabø legði upp til. Tí samtykti tingið uppskotið um at veita hesum pensionistum skiftisupphæddina. Tá skiftisupphæddin er burturdottin, eru pensionistarnir giftir við ikki pensionistum komnir upp á effinett sama krónutal, sum teir vóru á 1999. Tvs at teirra pensión ikki er hækkað eina krónu, sjálvt um pensiónin hevur verið javnað í fleiri ár tá. Pensionistar giftir við ikki pensionistum verða tá einastu pensionistarnir, sum ikki hava fingið nakað sum helst burtur úr javningini. Og tað var sanniliga ikki tingsins vilji 2002. So øgiliga langt frá tí. Tað er ein stórur tapari í hesum máli, og tað er avlamispensionisturin sum er giftur við ikki pensionisti. Og tað var júst hesum, sum Trivnaðarnevndin í 1999 ætlaði ikki skuldi verða fyri missi.