Odmar fyri 50. ferð í Europa

KÍ verjuspælarin er fyrsti føroyingur at røkka hálvthundrað dystum í europeisku kappingunum

Hann hevur sjálvandi fokus á stóru avbjóðingini, sum bíðar í kvøld, og tí hugsar hann heilt víst ikki um tøl og met. Men tað er serligur dystur fyri ein av KÍ spælarunum í kvøld. Odmar Færø fer í kvøld fyri 50. ferð at spæla í Europa Cup. Hann er fyrsti føroyski spælarin millum mannfólkini, sum røkkur so nógvum altjóða dystum í liðfótbólti.

 

Áhugin er stórur, og spenningurin er øgiligur fyri dystinum í Klaksvík, har líkindini at spæla fótbólt eru góð.

 

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har setningurin hjá KÍ er at vinna seg víðari í Europa Conference League. Málið hjá felagnum er enn einaferð at røkka í europeiskt deildarspæl, sum tað nú eitur. Fyri tveimum árum síðani rakk KÍ í bólkaspæl í Europa Conference League.

 

At áhugin er stórur sæst aftur í, at øll atgongumerkini eru seld. Tað verður fullsett kring vøllin í Klaksvík, har tað er pláss fyri umleið 1600 áskoðarum.

 

Spenningurin er stórur, tí tað í kvøld verður avgjørt, um KÍ fer at halda fram í europeiska ævintýrinum, ella um spælararnir við nógvu altjóða royndunum restina av hesum árinum skulu savna seg um heimligu kappingarnar.

 

Á útivølli endaði tað fyri viku síðani málleyst. Tá vóru fyritreytirnar við serbiska Radnicki 1923, tí tað gekk fyri seg í væl fleiri enn 30 hitastigum. Í kvøld eru fyritreytirnar í parti við KÍ, sum ikki hevur tapt altjóða dyst í Klaksvík síðani í 2021. Eftir 3-2 sigur á útivølli ímóti Rigas FS, tapti KÍ eftir longda leiktíð 4-2 á heimavølli.