SF: Silvaland til børnini

Nógv spæl, undirhald og tónleikur vera til børnini í Silvalandi á Summar Festivalinum

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár partur av Summar Festivalinum. Í uppskrýddu ítróttarhøllunum verða spøl, aktivitetir, undirhald, framførslur, tónleikur, dansur, klovnarí og mangt annað

 

Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Haraftrat ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnabarr og góður matur. Eisini ber til at heilsa uppá brølandi dinosaurin Dia og tann blíða Silva hvønn dag. 

 

Á pallinum verða konsertir við Bubu, Trølla Pæturi og Ommuni, og festligi Sigmund fer at læra børnini TikTok-dansir.

 

Silvaland byrjar hósdag við stórari skrúðgongu og gøtukarnevali, har farið verður úr Klaksvíksgarðinum við pyntaðum, larmandi og syngjandi børnum og kreativum festivalgestum.

 

Silvaland hevur opið hósdagin og fríggjadagin frá kl. 15 til 19 og leygardagin frá kl. 14 til 19.

 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

 

Her kanst tú lesa serblað um Summar Festivalin 2025