Øktu oljuprísirnir ikki bara ein avbjóðing til vinnuna  men eisini fyri tað almenna

- Nei, eg haldi so avgjørt ikki, at tað bert er vinnan, sum eigur avbjóðingina við øktu oljuprísunum. Gongdin fer eisini at hava ávirkan á raksturin av almennum stovnum, bæði við dýrkandi olju og væntandi hægri el-prísum sum frá líður

Olja og ávirkan

Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, viðgjørdi í síni framløgu fyrst avleiðingarnar uttanlands av høgu oljuprísunum og nevndi, at inflatiónin í USA er við at veksa, at keypiorkan minkar og soleiðis eisini sølan, samstundis sum búskaparvøksturin minkar.
Hann nevndi eisini, at flogfeløg í USA eru farin í gjaldssteðg av hækkandi oljulprísunum.
Men tað eru eisini positivar avleiðingar av støðuni, og í hesum sambandi nevndi búskaparfrøðingurin, at stórar bíleggingar eru av eitt nú vindmyllum.
- Í Danmark siga tey, at høgir oljuprísir "ryster ikke supersund økonomi", legði hann aftrat.
Um avleiðingarnar av høgu oljuprísunum í Føroyum, segði búskaparfrøðingurin, at eitt vanligt húsarhald noyðist at gjalda einar 400-500 krónur meira á oljukontoina um mánðin, eins og væntandi er, at SEV fer at hækka el-prísin.
- Soleiðis, sum olju-og bensinprísirnir eru í dag, verður talan um ein øktan kostnað hjá hvørjum húsarhaldi upp á einar 6.000 krónur um árið til fýringsolju - og einar 3.000 krónur til bilin.
Búskaparfrøðingurin segði, at øktu útreiðslurnar fara at merkja minni tøkan pening hjá fólki.
- Men enn hava vit ikki sæð, at so er. Vit fara tó at síggja hetta, um oljuprísurin fer enn longur upp, legði hann aftrat.

Bjarni fer skeivur
Magni helt ikki nógv um úttalilsini hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í bløðunum herfyri, tá ið hann segðI, at tað er "vinnan, sum eigur avbjóðingarnar&"
- Eg haldi ikki, at øktu oljuprísirnir bert er ein spurningur, sum vinnan eigur at taka sum sína avbjóðing.
Hann segði, at við verandi gond mugu flestu vinnur rokna við hægri útreiðslum og minni eftirspurningi.
- Nei, eg haldi so avgjørt ikki, at tað bert er vinnan, sum eigur avbjóðingina við øktu oljuprísunum. Gongdin fer eisini at hava ávirkan á raksturin av almennum stovnum, bæði við dýrkandi olju og væntandi hægri el-prísum sum frá líður.
Magni væntar, at samlaða ávirkanin av øktu oljuprísunum kann gerast stór, bæði fyri vinnuna og fyri samfelagið sum heild.
- Eg vænti eisini, at hallið á fíggjarlógini fer at veksa, tí øktu oljuprísirnir raka føroyska samfelagið harðari enn aðrar búskapir, sigur hann.

Tengt at oljuni
Á eini áhugaverdari talvu vísti hann á, hvussu danska orkunýtslan sær út  hvussu hon í prosentum býtir seg millum ymiskar orkukeldur.
- Danir eru ikki so heftir av oljuni sum vit. Av orkunýtsluni hjá dønum er bert 39% olja, 23% gass, 23% kol og 15% varandi orka.
Til samanburðar nevndi Magni, at av føroysku orkunýtsluni er 94% olja, 5% vatn og umleið 1% vindur.
- Hetta merkir, at vit eru rættiliga nógv bundin at oljuni, legði hann aftrat.
Magni vísti eisini á, hvussu samlaða orkunýtslan í Føroyum bítir seg í 2003-tølum:
- Av samlaðu nýtsluni brúkar fiskiflotin 43%, einstakir brúkarar og felagsskapir 17% - og síðan brúkar SEV hini 18%.
Búskaparfrøðingurin segði seg ikki ivast í, at SEV fer at hækka el-prísin, nú oljan er vorðin so dýr.

Fiskaprísir fylgja
ikki oljuprísunum
Magni vísti eisini á, at sambært hansara kanningum bendir einki á, at fiskaprísirnir fylgja oljuprísinum.
Hann nevndi tíðarskeið, tá ið oljan hevur verið dýr, men vísti samstundis á, at hetta ikki  av sær sjálvum  merkti, at fiskaprísirnir fór upp.
- Eg haldi ikki, at nakað bendir á, at samband er millum høgar ella lágar oljuprísir og fiskaprísirnar. Tað vísa søguligu tølini ikki, segði Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur.