eg skilji hetta, so er Landsstýrið víðkað við 30 pst. orskað av klandri. Umframt tað, so er Høgni Hoydal settur í starv hjá Anfinni Kallsberg, og hevur fingið eitt málsøki, sum er skræddaraseymað til hansara [...] samgonguskjalið er so breitt, borgar fyri at hon ikki fær langa livitíð. Ístaðinfyri at fáa semju í samgonguskjalinum hava teir klandrast um landsstýrissessirnar. Tað er eisini ein spurningur, hvat hendir við [...] skemtandi og ikki sørt speirekandi. Hetta er ótrúliga vánalig byrjan, at tað hevur verið neyðugt at víðka landsstýrið við tveimum limum, hóast nýggji bygnaðurin er gjørdur til seks landsstýrisumboð, sigur
sjey ár undir føroyskari leiðslu í hesum málinum er long tíð, tá samráðst hevur verið um markið í eini 26 ár. Hvat heldur tú um nýggju samgonguna? Tað er keðiligt t.d, at samgongan skrivar í samgonguskjalið [...] leypir samgongan fram av í hesum máli, og tað er sera óheppið, sigur Edmund Joensen, sum umframt tingsessin hevur ætlanir um at styrkja virkið sítt á Oyri. Hann er sera væl nøgdur við leiðsluna á virkinum, [...] tað ongantíð hevur verið so stór framgongd í Føroyum. Hann vil helst taka fleiri dømi fram um tað. Er tað ikki óheppið, at tað ikki eydnaðist at avgreiða bankamálið í tínari løgmanstíð? Tað kom av at
fýlist at er, at pengarnir fylgja ikki við til at fylgja øllum upp í nýggju fólkaskúlalógini. Tí fari eg at kanna alla fólkaskúlalógina sum hon er. ? Sum lærari veit eg, hvat eg tosi um. Støðan er ikki nóg [...] Og tað er har trupulleikin liggur. Viljin er har, men tá ið tað kemur til at játta pengar, eru teir ikki tøkir. Tað sýnist sum politikarar ikki hava skilt, at mentan er eitt tilfeingi? ? Mentan er heilt [...] frá mentafólki. Spurningurin er bara, hvat vit megna at seta á fíggjarlógina og hvat tað kostar, sigur Signar á Brúnni. Skjalið Samgonguskjalið leggur upp til, at møguleiki er fyri frí- og eftirskúla. Føroyar
menninir hava stóra yvirvág, tá talan er um heildagsstørv. Hví so er, vita vit ikki, eitt nú um tað er vantandi áhugi millum kvinnur at fáa tey hægru størvini. Eitt er tó greitt, at 79,5 pst. av kvinnum [...] á arbeiðsmarknaðinum» við undirheitinum, hví fáa kvinnur lægri løn enn menninir. Spurningurin er hvat líkaløn merkir, og hvussu starvsfólkini verða sett, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini. Merkir [...] Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini, sigur, at fundirnir eru soleiðis lagdir til rættis, at ein partur er innanhýsis fundir. Kvinnur á arbeiðsmarknaðinum Evnini, sum skulu viðgerast hesaferð eru m.a. um kvinnur
eisini , at hann er vanur at samstarva við fólk, og at hann eisini er vanur at taka avgerðir. Hann er greiður yvir, at har er nógv sum hann skal setast, men sigur at hann heldur ikki at har er nakað, sum hann [...] Tað hevur verið sagt, at samgonguskjalið er so borgarligt, hvat sigur nýggi fíggjamálaráðharrin til tað? ? Nei, tað haldi eg ikki er nakað at tosa um. Tað er væl møguligt, at tað hevði sæð øðrvísi út [...] fíggjarmálaráðharran. Er hetta ikki eitt rættiliga stórt lop? ? Jú, tað er tað. Hvussu metir tú teg at verða fyri, at fara undir eina so stóra uppgávu? ? Eg meti meg at verða væl fyri. Nú er tað so, at í Fí
Sjálvur haldi eg, at tað er ein spurningur, hvat vit skulu stilla upp til, táið vit onga sum helst ávirkan skulu hava, men tvørturímóti eru so lágt í metum, sum hetta er eitt dømi um, sigur Knútur Nygaard [...] hevur verið vanligt at býta landsstýrissessirnar kring landið. Men hetta, sum nú er farið fram, er so fantasileyst, at tað er ein spurningur um heimildin at velja landsstýrisfólk ikki skuldi ligið hjá onkrum [...] sambandsflokkin á tingi, men nú er hann landsstýrismaður í eini sjálvsstýrissamgongu. Hvat halda tit um tað? Hatta havi eg onga viðmerking til, uttan at eg haldi at tað er rættiliga ósmæðið av honum at
3-siffrað milliardatal roknað eftir dagsins krónuvirði! Blokkstuðulin er og verður ein sovikoddi sama hvar hann kemur frá, og ætlanin mín her er tí sjálvandi ikki, at vit skulu krevja endurgjald fyri okkara part [...] m skyldar hvørjum hvat. Avvarðandi danskir ráðharrar eru sjálvandi fullvitandi um hesi viðurskifti (Uffe Ellemann Jensen mest sum reypar beinleiðis av tí í síni bók »Din egen dag er kort«), so frá teimum [...] Danski studningurin til Grønlands (49,3 mia. kr.) og Føroyar (9,8 mia. kr.) í hesum tíðarskeiði er tá drigin frá (allar upphæddir eru umroknaðar til 1994-kr.) Keldurnar til upplýsingarnar í frágreiðingini
greitt at vita frá venjaranum hjá sær, at hann ikki er so fegin um at missa føroyska landsliðsspælaran hjá sær til henda dystin, um hann verður úttikin. Tað er ein eitt sindur keðilig støða at vera í, men altjóða [...] verður sunnudagin 7. juni, og tá fær Kongsvinger vitjan av ongum minni enn oddaliðnum Rosenborg. Hetta er ein av dystunum, Julian sjálvur hevur verið mest spentur uppá. Rosenborg hevur verið einaráðandi í [...] fingið í altjóða kapping. Intertoto og EM Kongsvinger luttekur eisini í europeiskum fótbólti í ár. Tað er í intertoto-kappingini, har teir hava drigið eitt ókent lið úr Wales í fyrsta umfarinum. Um Kongsvinger
tvey ár afturat: ? Eg havi sagt tað áður, at Jákup er besti fótbóltsspælarin, sum er málverji í superliguni, og tað vita hini feløgini eisini. Tí er einki at ivast í, at tað eru fleiri, sum eru áhugað [...] høgum innleggum. Nú hevur Jákup spælt nógv, hann veit, hvat hann er verdur, og tað vita hinir eisini, og tað hevur gjørt, at verjuspælið hjá okkum er vorðið tryggari. Men at tað alla tíðina skal arbeiðast [...] ætlanin er, at læknin skal hyggja inn í knæið beinanvegin eftir at síðsta umfarið í landskappingini er spælt 2. hvítusunnudag. Tað vil siga, at hetta verður gjørt beinanvegin, eftir at landsliðið er komið
Bólturin er rundur, og alt kann henda. Tað er eftir slík úrslit, sum tað í Gøtu sunnudagin, at sovorðnar frasur verða funnar fram. Tí tað er einki at liggja omaná, at talan var um eitt sera óvæntað úrslit [...] Milan Milanovic við aftur, eftir at hesir báðir høvdu sitið uttanfyri við skaðum, vóru fullvísir í, hvat teir skuldu gera. Ofta hevur tað verið soleiðis, at bæði teir og aðrir hava runnið aftaná konditiónssterku