Julian Johnsson á Ukens hold í Noregi

Fótbóltur: Leygardagin vann Kongsvinger 3-2 á Vålerenga, og onkur av norsku fjølmiðlunum hevði Julian Johnsson við á »Ukens hold«, sum verður úttikið eina ferð um vikuna

Tað gongur upp og niður hjá Kongsvinger, sum hevur Julian Johnsson við á liðnum. Næstseinasta sunnudag vórðu teir spældir sundur og saman á heimavølli av oddaliðnum Molde, men leygardagin bragdaði aftur, tá Kongsvinger vann 3-2 á útivølli móti Vålerenga.

KIL vann 3-2, og øll málini í dystinum komu í seinna hálvleiki. Julian hevur framvegis sítt fyrsta mál í norsku landskappingini til góðar, men avrikið hjá honum í dystinum leygardagin hevur eftir øllum at døma ikki ligið aftan fyri tað hjá nøkrum øðrum, og í einum av fjølmiðlunum varð hann fyri fyrstu ferð úttikin til »Ukens hold«.

? Eg haldi ikki sjálvur, at eg spældi so ótrúliga væl, sigur Julian, sum var nøgdur við sín innsats, men heldur, at hann hevur spælt betri dystir fyri Kongsvinger enn tann leygardagin.

Dysturin móti Vålerenga var linligur í fyrra hálvleiki, men aftan á steðgin kom ferð á, og áskoðararnir fingu fimm mál. Fyrst skoraði Harald Solberg til 1-0 og 2-0 fyri Kongsvinger í ávikavist 53. og 71. minutti, áðrenn Vålerenga svaraði aftur. Í 89. minutti gjørdi besti spælarin hjá Kongsvinger í løtuni, sviin Andreas Alm, tað til 3-1, áðrenn Kongsvinger í yvirtíðini gjørdi sjálvmál, so endaliga støðan gjørdist 3-2.

Kongsvinger liggur nú á 8. plássi (14 lið eru í deildini) við 11 stigum, men tað eru bert trý stig upp til Stabæk á fjórða plássi. Tað sæst longu nú, at Rosenborg og Molde eru í einum klassa fyri seg. Tey bæði liðini hava 20 stig í part, meðan Viking Stavanger á 3. plássi hevur 18 stig.

Nú verður ein hart tiltrongdur steðgur hjá Julian & co. í landskappingini. Næsta umfar í tippeligaini verður sunnudagin 7. juni, og tá fær Kongsvinger vitjan av ongum minni enn oddaliðnum Rosenborg. Hetta er ein av dystunum, Julian sjálvur hevur verið mest spentur uppá. Rosenborg hevur verið einaráðandi í norskum fótbólti seinastu árini, og millum úrslitini í Europa stendur útisigurin á Milan í Champions League fyri skjótt tveimum árum síðani sum tað besta úrslitið, nakað norskt lið nakrantíð hevur fingið í altjóða kapping.


Intertoto og EM

Kongsvinger luttekur eisini í europeiskum fótbólti í ár. Tað er í intertoto-kappingini, har teir hava drigið eitt ókent lið úr Wales í fyrsta umfarinum. Um Kongsvinger vinnur hetta liðið, sum teir ikki skuldu fingið trupulleikar av, skulu teir hitta eitt hollendskt lið í 2. umfari. Tað liðið verður allarhelst Twente Enschede, sum er eitt av frægaru liðunum í Hollandi.

Sum nevnt spælir Kongsvinger móti Rosenborg 7. juni, men fáar dagar áðrenn tað fer føroyska A-landsliðið í holt við EM-undankappingina og skal 4. juni spæla móti Estlandi í Talinn. Julian Johnsson hevur fingið greitt at vita frá venjaranum hjá sær, at hann ikki er so fegin um at missa føroyska landsliðsspælaran hjá sær til henda dystin, um hann verður úttikin. Tað er ein eitt sindur keðilig støða at vera í, men altjóða fótbóltsviðtøkurnar siga, at eingin venjari hevur rætt til at forða nøkrum av sínum spælarum í at umboða land sítt, tá boð eru eftir honum.

Julian sigur eisini sjálvur, at um hann fær boð, verður hann við í hópinum, sum fer til Estlands 2. juni, líkamikið hvat venjarin hjá honum sigur.