Eru í øðini tí Páll Vang ikki slapp í landsstýrið

Tað kann gott fáa avleiðingar fyri Fólkaflokkin, at Páll Vang varð vrakaður sum landsstýrismaður. Tí í Fólkaflokkinum í Suðuroy eru tey so ill um tað, at summi enntá ivast í, um Fólkaflokkurin yvirhøvur eigur at stilla upp til komandi løgtingsval í Suðuroyar valdømi

Álvarsligt stríð hevur tikið seg upp í Fólkaflokkinum eftir at tað gjørdust greitt, hvør skuldu manna landsstýrisessirnar hjá flokkinum í hesi samgonguni.

Málið er so álvarsligt, at tað kann væl henda, at tað fær avleiðingar fyri flokkin.

Umframt Anfinn Kallsberg, løgmann, gjørdi flokkurin av at seta John Petersen úr Skopun í Tinganes at umsita fiskivinnumál og Finnboga Arge úr Havn at umsita samferðslumál og vinnumál.

Og hetta er fallið nógvum fólka-floksfólkum, fyri bróstið.

Ikki minst eru tey, sum manna Fólkaflokkin í Suðuroynni so misnøgd um valið av landsstýrismonnum, at tey umhugsa at seta tiltøk ímóti flokkinum.

Fólkaflokkurin í Suðuroy manglaði bara fimm atkvøðu í at fáa mann valdan fyri fyrstu ferð í ein mansaldur.

Og ikki minst tí høvdu tey sett nøsina upp eftir einum landsstýrismanni hesuferð.

Táið landsstýrið skuldi mannast, setti Fólkaflokkurin í Suðuroy hart uppá at fáa ein suðuroying í annan av landsstýrissessum Fólkafloksins.

Mest varð hugsað um landsstýrismannin, sum skuldi umsita vinnumál og samferðsluna.

Og valevnið hjá Suðuroyingum var býráðsformaðurin á Tvøroyri og fyrrverandi landsstýrismaðurin frá 1981-84, Páll Vang.

Men suðuroyingar sótu sum kunnugt eftir við Svartaperi.

Tí táið avtornaði, valdi flokkurin heldur at seta spildurnýggja fólkafloksmannin, Finnboga Arge í Tinganes.


Umhugsa støðuna í Fólkaflokkinum

Suðuroyingar eru so illir um at Páll Vang varð vrakaður, at teir nú umhugsa hvørji stig teir skulu taka ímóti flokkinum.

Keldur í Fólkaflokkinum í Suðuroy siga, at tey taka sær tað so nær, at Páll Vang ikki slapp í Landsstýrið, at tey umhugsa í fullum álvara slett ikki at stilla uppaftur til komandi løgtingsval.


Siga tað, sum sigast skal - á røttum stað

Knútur Nygaard á Tvøroyri er valdur at umboða Suðuroynna í landsnevndini hjá fólkaflokkinum.

Og hann váttar, at Fólkaflokkurin í Suðuroynni er ómetaliga misnøgdur við, at landsstýrisevnið teirra ikki fekk undirtøku frá flokkinum.

Hann vil annars ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.

Men hann sigur, at málið verður tikið í størsta álvara.

Flokkurin í Suðuroy fer nú at hava fund at gera støðuna upp og at taka støðu til málið.

Og hann váttar, at hann fer at taka spurningin upp á næsta landsnevndarfundi.

­ Tá fari eg at siga tað, sum sigast skal, sigur Knútur Nygaard.

Men er tað rætt, at tit taka málið so álvarsliga, at tit umhugsa slett ikki at stilla upp til komandi løgtingsval?

­ Eg veit ikki, hvør niðurstøðan verður. Men tað er rætt, at tað hevur verið nevnt.

­ Sjálvur haldi eg, at tað er ein spurningur, hvat vit skulu stilla upp til, táið vit onga sum helst ávirkan skulu hava, men tvørturímóti eru so lágt í metum, sum hetta er eitt dømi um, sigur Knútur Nygaard.

Og hann leggur afturat, at tað kann ikki vera meiningin, at Fólkaflokkurin í Suðuroy bara skal brúkast til at savna atkvøður saman fyri at fáa eykavaldar tingmenn norðanfjørðs.

Hann vísir eisini á, at flokkurin er umboðaður í øllum hinum valdømunum.

Tí heldur hann, at tað var skeivt at útihýsa fjórðstørsta valdøminum og tað valevnið sum fekk sættflestar atkvøður á fólkaflokslistunum kring alt landið.

Hann sigur, at tað hevur verið vanligt at býta landsstýrissessirnar kring landið.

­ Men hetta, sum nú er farið fram, er so fantasileyst, at tað er ein spurningur um heimildin at velja landsstýrisfólk ikki skuldi ligið hjá onkrum øðrum forum enn tingmanningini, sigur Knútur Nygaard.


Ósmæðið av Finnboga

Eitt annað, sum hevur vakt ans, er, at Fólkaflokkurin hevur valt Finnboga Arge í Tinganes.

Vit spurdu Knút Nýgaard:

Finnbogi Arge hevur verið í Fólkaflokkinum í ein góðan mánaða. Áðrenn tað umboðaði hann sambandsflokkin á tingi, men nú er hann landsstýrismaður í eini sjálvsstýrissamgongu. Hvat halda tit um tað?

­ Hatta havi eg onga viðmerking til, uttan at eg haldi at tað er rættiliga ósmæðið av honum at bjóða seg fram. ­ Hann átti at hildið seg eitt sindur aftur. Nú er Fólkaflokkurin komin í akkurát somu støðu, sum Sambandsflokkurin var í seinasta valskeiði. ­ Tað má eisini sigast at vera eitt óvanliga stórt álit, sum flokkurin hevur víst honum, so nýggjur hann er í flokkinum.

­ Hetta kann bara vera ein avleiðing av einum svárum troti uppá skikkaðum evnum til Landsstýrið, heldur landsnevndarlimurin úr Suðuroy.


Ikki nøgdur

Heri Hjelm er formaður í fólkafloksfelagnum í Suðuroy, men hann.

Heldur ikki hann hevur hug at gera nakrar serligar viðmerkingar.

­Men sjálvandi kunnu vit ikki verða nøgd við, at Landsstýrið at kalla bara er mannað við havnarfólki og norðoyingum.

­Men um nakað skal gerast við tað, ivast hann í.

­ Hatta er farið hesuferð. ­ Tað, sum skuldi gerast, skuldi verið gjørt undan valinum so vit fingu hasar fimm atkvøðurnar afturat. ­ At vit manglaðu fimm atkvøður kunnu vit ikki geva nøkrum øðrum skyldina fyri uttan okkum sjálvum, sigur Heri Hjelm.


Eri nummar seks

Høvuðspersónurin sjálvur Páll Vang, hevur ongar viðmerkingar.

Uttan hesa turrisligu staðfesting:

­Nú vit síggja, hvussu Fólkaflokkurin er umboðaður við 11 fólkum í Løgtingi og í Landsstýri, kann eg staðfesta, at eg eri nr. 6 í persónligum atkvøðum.

Meiri havi eg ikki at siga, í løtuni, sigur PállVang.