Fegin um at tað eydnaðist so væl

­ Tað eru úrslitini sum telja, og eg eri fegin um at tað eydnaðist so væl fyri okkum og samfelagið, sigur Edmund Joensen, ið heldur fram sum tingmaður

Hóast flokkurin fór aftur, og ógvuliga nógv rumbul hevur verið í seinasta valskeiðnum, so heldur Edmund Joensen samanumtikið, at tað ongantíð hevur verið so stór framgongd í Føroyum.

Hann vil helst taka fleiri dømi fram um tað.

­ Er tað ikki óheppið, at tað ikki eydnaðist at avgreiða bankamálið í tínari løgmanstíð?

­ Tað kom av at bankakanningin varð seinkað, og at danir útskrivaðu val. Tað kundu vit einki gera við, sigur Edmund Joensen.

­ Var tað ikki eisini óheppið at løgmaður útskrivaði val, og hervið forðaði fyri at føroyingar kund fara undir samráðingarnar við danir?

­ Valið skuldi kortini útskrivast. Um tað varðgjørt 14 dagar fyrr enn seinni, gjørdi ongan mun.

­ Samráðingarnar við bretar um markið, komu heldur ikki nærri loysnini í tíni løgmanstíð?

­ Tað gekst annars væl, haldi eg. Føroyingar ynsktu ikki at fara til dómstólin í Haag við málinum, men vit fingu málið upp á hægsta stig, við at avtala fund við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi og Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra í Danmark, sum saman við løgmanni vónandi skjótt fara á fund um málið, sigur Edmund Joensen.

Hann leggur aftrat, at øll vistu at tíðarfreistin var sett til 1. januar í ár, og hálvt ár aftrat.

­ Við at fáa fundin á hægsta politiska støði, forðaðu vit fyri at málið varð lagt fyri dómstólin í Haag, sigur Edmund Joensen, sum ikki heldur at sjey ár undir føroyskari leiðslu í hesum málinum er long tíð, tá samráðst hevur verið um markið í eini 26 ár.

­ Hvat heldur tú um nýggju samgonguna?

­ Tað er keðiligt t.d, at samgongan skrivar í samgonguskjalið, at tað hevur skund at fáa avgreitt málið um markið við bretar.

­ Hetta setir bretar í ein nógv betur støðu. Tað ljóðar sum leypir samgongan fram av í hesum máli, og tað er sera óheppið, sigur Edmund Joensen, sum umframt tingsessin hevur ætlanir um at styrkja virkið sítt á Oyri. Hann er sera væl nøgdur við leiðsluna á virkinum, sum heldur fram.