Norðurlendsku javnstøðunevndirnar fund í Føroyum

Á fundunum verða javnsstøðumál viðgjørd, eitt nú um kvinnur á arbeiðsmarknaðinum og lønarviðurskifti teirra, eins og privatlív og leikluturin hjá monnum í familjuni

Í døgunum 22. og 23. mai, verður árligi fundurin í norðurlendsku javnstøðunevndunum í Havn.

Á hesum fundum, sum umboðini úr Danmark, Svøríki, Noregi, Grønlandi og Finnlandi eru felags um, verður tosað um samfelagsgongdina á økjum viðvíkjandi javnstøðu orsakað av kyni.

Umboðini kunna um gongdina í javnstøðuspurningum í hvørjum landi sær, um hvørji mál eru serliga aktuel í løtuni og hvørji mál standa fyri framman.

Turið D. Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini, sigur, at fundirnir eru soleiðis lagdir til rættis, at ein partur er innanhýsis fundir.


Kvinnur á arbeiðsmarknaðinum

Evnini, sum skulu viðgerast hesaferð eru m.a. um kvinnur á arbeiðsmarknaðinum og lønarviðurskiftini, arbeiði og privatlív, og leikluturin hjá monnum í hesum sambandi. Spurningurin um kantantgjald til barnafamiljur, er eitt evni á fundinum.

Eisini verður altjóða ST-sáttmáin um kynsdiskriminering og skyldurnar hjá einstøku londunum viðgjørdur, og tosað verður um ES- rundskriv og dómar viðvíkjandi javnstøðumálum.


Almennur fundur

Hetta er tann innanhýsis parturin av fundunum, men eisini verður ein almennur fundur, har umboðini fyri londini taka ymisk mál upp, sum hava við javnsøðu millum kynini at gera.

Almenni fundurin verður á Hafnia 23. mai kl. 14.

Har fara umboð fyri lutakaralondini at tosa um ymiskt javnstøðumál, undir heitinum: » Kvinnur á arbeiðsmarknaðinum» við undirheitinum, hví fáa kvinnur lægri løn enn menninir.

­ Spurningurin er hvat líkaløn merkir, og hvussu starvsfólkini verða sett, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini.

­ Merkir tað, at kvinnur hava lærgi útbúgvingar,og tí fáa minni í løn, ella eru tað menninir sum verða tiknir fram um kvinnur, tá størv, har bæði hava sama førleika, verða sett?

­ Vit hava ikki so nógv tøl at vísa til í hesum sambandi í Føroyum, men síggja bert t.d. hvør arbeiðir heila og hálva tíð, sigur Turið D. Hentze.


Kvinnur stóra yvirvág í láglønarbólkum

­ Viðvíkjandi viðurskiftunum í Føroyum á hesum øki, vita vit bert, at har lægri løn verður goldin út, eru kvinnurnar í yvirvág, meðan tað á hægru lønunum sæst, at menninir hava stóra yvirvág, tá talan er um heildagsstørv.

­ Hví so er, vita vit ikki, eitt nú um tað er vantandi áhugi millum kvinnur at fáa tey hægru størvini.

­ Eitt er tó greitt, at 79,5 pst. av kvinnum eru í lægru lønarflokkunum,og at menn í hesum lónarflokkum bert eru 45,5 pst. av arbeiðsorkuni, sigur Turið D, Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini.