Skúlin og mentan raðfestast hægri

? Tá ið tað kemur til at játta skúla og mentan pengar, verða hesi øki ikki raðfest nóg høgt, sigur nýggi landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni

Hetta er triðju ferð Signar á Brúnni, tingmaður úr Fuglafirði, setir seg í ein landsstýrissess, og málini hann skal umsita komandi fýra árini eru undirvísingar- og mentamál, mál hann eisini hevur umsitið fyrr.

Signar varð fyrstu ferð valdur inn á ting í 1970 sum 25 ára gamal og er tískil ein teirra, ið hevur sitið longst á tingi. Hann er útbúgvin lærari.

Í samgonguskjalinum hevur Landsstýrið sett sær fyri, at fólkaskúlin, miðnámsskúlin og tær hægru útbúgvingarnar skulu styrkjast, soleiðis at tær kunnu fylgja tøkniligu samskiftismenningini. Hvørji ítøkilig mál hevur tú sett tær fyri at fremja innan skúlaøkið?

? Í samgonguskjalinum hava vit felt niður, hvat vit ætla. Eg kundi hugsað mær at tikið nýggju fólkaskúlalógina upp. Sjálvur havi eg funnist at henni í tinginum, men hinvegin má eg ásanna, at hon er samtykt av løgtinginum. Vit hava samtykt eina nýggja fólkaskúlalóg, har karmarnir eru ógvuliga víðir. Lógin, vit høvdu frammanundan frá 1978 hevði eisini víðar karmar, men teir vóru ongantíð fyltir út. Tað sum eg fýlist at er, at pengarnir fylgja ikki við til at fylgja øllum upp í nýggju fólkaskúlalógini. Tí fari eg at kanna alla fólkaskúlalógina sum hon er.

? Sum lærari veit eg, hvat eg tosi um. Støðan er ikki nóg góð og har verða tær nógvu byrðarnar í nógvum førum lagdar yvir á kommunurnar í sambandi við tað, ið er ásett í nýggju fólkaskúlalógini, sigur Signar á Brúnni.

Eru fólkaskúlalærararnir nóg búnir at fylgja nýggju fólkaskúlalógini?

? Nei, og tað er júst tað, eg havi ført fram. Sum vit minnast var samtyktin av nýggju fólkaskúlalógini útsett eitt ár, soleiðis at vit kundu ávirka viðgerðina enn meir. Lærararnir eru ikki nóg búnir og skal eg tosa fyri meg sjálvan, havi eg ikki verið nóg búgvin at taka ímóti øllum tí nýggja í lógini, til dømis drama, fjølmiðlar og annað. Spurningurin er, hvørjir lærarar kunnu tað. Tað ræðist eg, at man ikki er fyrireikaður til at átaka sær so stóra broytingar. Vit mugu styrkja lærararnar og geva teim frálæru í tí nýggja, soleiðis at fakið ikki bara verður nakað tú hevur afturat. Útbúgvingin av lærarum er ikki nóg góð og har skal ein nýggj lóg gerast. Eitt mál eg havi sett mær er at fara í holt við eina nýggja læraraskúlaútbúgving.


Mentan

Føroyar brúka nógv minni pening til mentan enn onnur lond, 0,9 % av Bruttotjóðarúrtøkuni í mun til Ísland, sum brúkar 2,5 %. Verður mentan raðfest hægri við tær sum landsstýrismanni?

? Tað er altíð so takksamt at brúka tøl at sammeta við. Mentan í Føroyum er heilt øðrvísi enn í til dømis í Danmark. Samfelagið hjá okkum er eitt oyggjasamfelag, har fólk í útjaðaranum í grundini eru tey sum mynda og stýra mentanini. Hon verður ikki stýrd alment. Á ávísum økjum er heilt greitt, at vit mugu brúka meiri pengar til mentamál.

Føroysk mentan er afturlítandi, meðan mentanin í hinum Norðurlondunum byggir í størri mun á nútíðarmentan.

? Hasi viðurskiftini eiga vit eisini at taka upp til viðgerðar. Men skalt tú fremja broytingar, skortar tað altíð uppá pengar. Og tað er har trupulleikin liggur. Viljin er har, men tá ið tað kemur til at játta pengar, eru teir ikki tøkir.

Tað sýnist sum politikarar ikki hava skilt, at mentan er eitt tilfeingi?

? Mentan er heilt greitt tilfeingi og eg havi altíð hildið, at hon verður ov lítið vird og mett. Og partvís skúlin eisini.

? Í samgonguskjalinum stendur, at ein greiður mentapolitikkur verður orðaður við støði í mentanarálitinum. Mentamál fáa eina positiva viðgerð frá mær og alt tað sum annars kemur frá mentafólki. Spurningurin er bara, hvat vit megna at seta á fíggjarlógina og hvat tað kostar, sigur Signar á Brúnni.


Skjalið

Samgonguskjalið leggur upp til, at møguleiki er fyri frí- og eftirskúla.

Føroyar eiga at mennast í altjóða granskingar- og útbúgvingarhøpi. Vinnuskúlarnir verða styrktir til nýggjar avbjóðingar. Innan marknaðarføring, innan tekniska økið og innan lærugreinir, sum eru neyðugar í komandi oljuvinnuni.

Lógin um lestrarstuðul skal dagførast, og landsstýrið skal føra ein útbúgvingarpolitikk, sum eggjar ungdómi at nema sær útbúgving uttan fyri Norðurlond. Á fjølmiðlaøkinum eigur føroyska tilfarið at verða styrkt.