evnið hevur í stóran mun sett dagsskránna í føroysku fjølmiðlunum, síðani nýklakti landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, úttalaði seg um arbeiðsloyvini til útlendsk ítróttafólk í Føroyum. [...] ítróttafólkum arbeiðsloyvi. - Tað er als ikki orsakað av útlendingum, at arbeiðsloysi í Føroyum er í vøkstri. Tað snýr seg í veruleikanum um so fáar útlendingar (60-70 um árið, blðm.), at tað ger so lítlan [...] hava kastað ljós á, har talan í veruleikanum bert er um tveir útlendingar. - At tveir litaviskir fótbóltsleikarar skulu vera orsøkin til, at 2-300 fólk eru arbeiðsleys í Suðuroy, er púra burturvið, og landsstýrið
formaðurin í landsfelagum. Tiltakið byrjar á Háskúlanum leygarmorgunin klokkan 10.00, tá børnini hittast og byrja at dansa beinanveg. Tað er tó ikki so, at øll dansa í senn. Tey verða býtt í bólkar, soleiðis [...] hildin á Háskúlanum leygardagin 24 apríl. Talan er í stóran mun um skúlabørn kring landið, sum koma til Havnar at dansa, sigur Rasmus Joensen, formaður í Landsfelagnum hjá dansifeløgunum, Sláið Ring. Men [...] hava gingið til barnadans hjá ymsu dansifeløgunum, sum hava skipað fyri barnadansi í vetur. Serliga nevnir hann áhugan í Hvalba. Eini 60 børn úr Hvalbiar skúla koma til Havnar at dansa. Tað er nógv tann
skal sambýli í Vági byggjast út. Tað ætlar býráðið í Vági Á eldradegnum, sum landsferlagið hjá pcensjónistunum skipaði fyri í Suðuroy leygardagin, fortaldi Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, at kommunan [...] kommunan arbeiðir við eini ætlan um at byggja sambýli í Vági út. Í sambýlinum í Vági eru pláss fyri 12 fólkum og tað er eitt tiltak, sum bæði býráðið allir vágbingar eru sera takksamir fyri. Jógvan Krosslá [...] byggja út til 10 fólk. Í tí sambandinum er ætlanin at gera pláss til fimm fólk, sum hava lættari røkt fyri neyðini og harafturat er ætlanin at gera fimm pláss til fólk, sum ganga í barndømi. Borgarstjórin
eini 300 sóknarfólk í Roynhøllini leygarkvøldið. Á tí tilsvarandi tiltakinum í fjør vóru 200 fólk. Ymiskt á skránni Á tiltakinum verður høvið at síggja eina framsýning um kolagrevsturin í Hvalba. Umframt Rangabotn [...] Rangabotn í Trongisvági, er Hvalba einasta pláss í landinum, har kolagrevstur hevur verið ein veruligur vinnuvegur og framsýningin lýsir ymsar tættir í hesi vinnu. Annars fer felagskórið hjá brøðrasamkomuni [...] brøðrasamkomuni í Suðuroy at syngja. Ein røða verður eisini. Tað er Steinbjørn B. Jacobsen, sum er úr Sandvík, ið fer at halda røðu. Tey fara eisini at syngja í felag, her er talan um sangir, sum sandvíkingar og
vikuskiftið, at tað í ár eru hundrað ár liðin, síðan rørslan kom til Føroya. Dagurin er í heyst, og haldið verður í fleiri umførum gjøgnum árið. Fyrsta kornið varð lagt í jørðina suðuri í Vági á heysti 1904 [...] donsku Indre Mission. Í dag er kornið vaksið til eitt træ, sum himmalsins fuglar reiðrast í. Vagn Foldbo er í dag aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sum hevur høvuðssæti í Leguhúsinum í Nesvík. Aftur at Vagn [...] koma. Heimamissiónin hevur tvey sjómansheim í Føroyum og eitt í Íslandi. Tey eru í Havn, Runavík og í Reykjavík. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur eisini trúboðarar í starvi her heima, eins og tveir eru uttanlands
19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnudag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mánaðinum ? opin fundur kl. 15. AA í Vági AA [...] kl. 18 Evangel. møti. Vælkomin í Betania. Bygdarhúsið í Skálavík Undir heitinum »Jesus ? okkara einasta vón« halda evangelisku møtini í bygdarhúsinum í Skálavík fram í kvøld kl. 20 har Ebenezerkórið syngur [...] fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri
Arbeiðarafelag, sum bindur og loysir endan í Suðuroy og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum bindur og loysir í Havn. ? Antin gera vit øll til tænastufólk, annars er onki endamál í tí, sigur leiðarin á lønardeildini [...] ini í fíggjarmálaráðnum, sigur, at tað var orsøkin til, at lønardeildin ikki vildi taka av tilboðnum frá Skipara- og navigatørfelagnum um at gera yvimenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn. Í aðrari [...] aðrari grein her á síðuni, sigur, formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum, at í samráðingunum, sum júst eru lidnar, fekk Fíggjarmálaráðið tilboð um at gera yvirmenninar á Strandferðsluni til tænastumenn
hann í hesum førum hugsar sum javnaðarmaður og Føroya Løgmaður, ella um hann hgsar sum lokalpolitikari í Suðuroy. Gunnleivur Dalsgarð vísir eisini á samrøðuna við formannin í Maskinmeistarafelagnum í Sosialinum [...] verkfalli. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ger púra greitt, at tey fara ikki at siga verkfalsrættin frá sær. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at royndin at [...] fakfeløgun um yvirhøvur at hava álit á politiska myndugleikanum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Samstundis vísir hann á, at í nógv ár hevur tann almenni politikkurin verið, at vit skulu burtur frá tæ
einastu ferð skulu vera tey somu økini í landinum, sum skulu betala prísin fyri verkføllini. Tað ber heldur ikki til at standa og hyggja at, tá ið vinnan í Suðuroy og í Sandoy, leggur stilt, hvørja ferð tað [...] vikum síðani, tá ið maskinmeistararnir samráddust, ella í farnu viku, tá ið navigatørararnir samráddust. Kortini legði fiskvinnan í Suðuroy og í Sandoy, stilt. Sostatt hevur verkfalshóttanin líka stóra [...] landsstýrismann í fíggjarmálum, sum eisini hevur starvsfólkamál undir sær, og við Bjarna Djurholm, sum er landsstýrismaður í samferðslu. ? Á hesum fundinum varð avrátt, at landsstýrismaðurin í starvsfólkamálum
uppskúlingina til heilsuhjálpara. Hon segði, at tá ið tann flokkurin, sum byrjaði á skúlanum í Suðuroy í apríl í ár, er liðugur, eru tveir flokkar eftir at uppskúla. - Tá ið uppskúlingin er liðug, eru umleið [...] umleið 150 heimahjálparar uppskúlaðar til heilsuhjálpara. Hetta kann ikki annað enn síggjast aftur í heimarøktini. Ása Olsen vísti á, at tað altíð eru nakrar kvinnur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki taka [...] . - Sjálvandi er tað ábyrgdin hjá heilsuhjálparafelagnum at syrgja fyri, at hesar eru líka tryggar í sínum størvum sum tær, ið hava verið til uppskúling, legði formaðurin dent á.