M-kvøld í Hvalba

Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Roynhøllini fyri hvalbingum og sandvíkingum. Og tað er alt ókeypis

Tiltak

Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Roynhøllini í Hvalba.
Tað er eitt tiltak, sum fyrireikararnir kalla eitt M-kvøld.
Tá ið slík kvøld hava verið við einum bókstavi frammanfyri, hevur tað aloftast okkurt við øl ella skonking at gera.
Men tað er tað ikki hesuferð.
M-kvøld stendur nevniliga fyri mentanarkvøld og tað eru ein mentanarbólkur, sum Niels Olaf Eyvindsson og Norðleif við Krógv, manna, ið stendur fyri tiltakinum.
Tiltakið er ætlað Hvalbingum og sandvíkingum og tað byrjar klokkan 19 leygarkvøldið.
Teir hava frammanunundan skipað fyri ymsum tiltøkum og peningurin, sum er innkomin, verður brúiktur til at fíggja hetta tiltakið við.
Sostatt er alt ókeypis. Hvørt sanghefti er samstundis ein lutaseðil har ymsir vinningar eru, og enntá tað er ókeypis.
Og nú talan er um eina fjølbroytta skrá og alt tiltakið er ókeypis, hava teir sett nøsina upp eftir at fáa savnað eini 300 sóknarfólk í Roynhøllini leygarkvøldið.
Á tí tilsvarandi tiltakinum í fjør vóru 200 fólk.

Ymiskt á skránni
Á tiltakinum verður høvið at síggja eina framsýning um kolagrevsturin í Hvalba. Umframt Rangabotn í Trongisvági, er Hvalba einasta pláss í landinum, har kolagrevstur hevur verið ein veruligur vinnuvegur og framsýningin lýsir ymsar tættir í hesi vinnu.
Annars fer felagskórið hjá brøðrasamkomuni í Suðuroy at syngja.
Ein røða verður eisini. Tað er Steinbjørn B. Jacobsen, sum er úr Sandvík, ið fer at halda røðu.
Tey fara eisini at syngja í felag, her er talan um sangir, sum sandvíkingar og hvalbingar hava yrkt.
Men okkurt skal eisini vera til matna og í tí sambandinum verður stórt kalt borð.