Barnadansistevna við luttøku av umleið 280 børnum og hálvthundrað vaksnum fólkum verður hildin á Háskúlanum leygardagin 24 apríl.
Talan er í stóran mun um skúlabørn kring landið, sum koma til Havnar at dansa, sigur Rasmus Joensen, formaður í Landsfelagnum hjá dansifeløgunum, Sláið Ring.
Men sjálvnadi eru eisini børn, sum hava gingið til barnadans hjá ymsu dansifeløgunum, sum hava skipað fyri barnadansi í vetur.
Serliga nevnir hann áhugan í Hvalba. Eini 60 børn úr Hvalbiar skúla koma til Havnar at dansa. Tað er nógv tann størsti einstaki bókurin, sum hevur boðað frá luttøku, sigur hann.
Annars eru børnini ymsastaðni frá. Nógv úr Suðuroy. Nøkur úr Sandoynni og Vágum, eins og Streymoyggin og Eiði eisini eru umboða. Og so er eisini ein rímiliga stóru bólkur ur Klaksvík og Kallsoynni. Haðani koma tilsamans 25 børn til tiltakið, sigur formaðurin í landsfelagum.
Tiltakið byrjar á Háskúlanum leygarmorgunin klokkan 10.00, tá børnini hittast og byrja at dansa beinanveg. Tað er tó ikki so, at øll dansa í senn. Tey verða býtt í bólkar, soleiðis, at meðan summi dansa, fara onnur at hyggja seg um í grannalagnum. Skipað verður fyri busstúrum til Kirkjubøar, soleiðis, at altíð ein bólkur er á útferð.
Seinnapartin frá klokkan 14.30 og einar tveir tímar fram fara børnini tó øll at dansa saman, og tiltakið endar umleið klokkan 16.00, tá tey flestu fara heimaftur.










