Eldrarøkt
Nú skal sambýli í Vági byggjast út.
Tað ætlar býráðið í Vági
Á eldradegnum, sum landsferlagið hjá pcensjónistunum skipaði fyri í Suðuroy leygardagin, fortaldi Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, at kommunan arbeiðir við eini ætlan um at byggja sambýli í Vági út.
Í sambýlinum í Vági eru pláss fyri 12 fólkum og tað er eitt tiltak, sum bæði býráðið allir vágbingar eru sera takksamir fyri.
Jógvan Krosslá segði, at býráðið hevur søkt um stuðul frá landinum til at byggj sambýlið út.
Tilsamans er ætlanin at byggja út til 10 fólk.
Í tí sambandinum er ætlanin at gera pláss til fimm fólk, sum hava lættari røkt fyri neyðini og harafturat er ætlanin at gera fimm pláss til fólk, sum ganga í barndømi.
Borgarstjórin sigur, at tað stendur nógv fólk í Vági á bíðilista at sleppa á stovn og at hesi 10 plássini hevði bøtt munandi um tørvin.
Men hann sigur eisini, at tað verður hvørki í ár, ella næsta ár, at farast kann undir byggingina.
? Vágs Kommuna hevur átikið sær stórar, fíggjarligar skyldur, eitt nú verður havnarlagið bygt út, so tað verður ikki enn, at vit kunnu fara undir útbyggingina, sigur Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at fyribils hevur kommunan søkt um stuðul fyri at vita, hvussu nógvur stuðul fæst til eina slíka ætlan.
Sjálvur vónar hann at kommunan kann fáa helvtina av kostnaðinum í stuðuli.
Hann veit ikki, hvussu nógv útbyggingin kemur at kosta, men tað verður munandi bíligari enn sambýlið kostaði, tí ætlanin er nýggju plássini skulu hava felags køk, uppihaldsrúm og onnur rúm við sambýlið.