Strandferðslan
Landsstýrið hevur nú sett veruligan skjøtil á arbeiðið at royna at finna eina skipan, sum skal tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni ikki aftur verða rakt av verkfalli.
Gongd kom veruliga á arbeiðið mikudagin, tá ið løgmaður hevði fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, sum eisini hevur starvsfólkamál undir sær, og við Bjarna Djurholm, sum er landsstýrismaður í samferðslu.
? Á hesum fundinum varð avrátt, at landsstýrismaðurin í starvsfólkamálum skuldi kanna viðurskiftini í grannalondum okkara, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður sigur, at Sostatt skal Bárður Nielsen nú kanna eftir í Noregi, har nógv Strandferðsla er. Somuleiðis skal hann kanna viðurskiftini í Danmark, har nógv Strandferðsla hevur verið og okkurt er eftir enn og kanska kannar hann eisini støðuna í Íslandi.
? Endamálið við hesum kanningum er at vita, hvussu grannalond okkara hava skipað seg á hesum øki, sigur Løgmaður.
Hann sigur, at tá ið tað arbeiðið er liðugt, er ætlanin at kalla fakfeløgini til fundar fyri at vita, hvørja støðu tey hava til hesi viðurskifti og fyri at royna at fáa eitt samskifti í lag við tey um málið.
Smakkar illa
Jóannes Eidesgaard viðgongur, at hetta er eitt ómetaliga eymt mál, tí ein loysn á hesum máli ber í sær, at fakfeløgini skulu siga verkfalsrættin frá sær og tað er rættiliga grundleggjandi hjá fakfeløgunum.
? Tað smakkar mær rættiliga illa, hóast tað bara er fyri eitt ógvuliga avmarkað tal av fólki!
Og hann leggur einaferð enn dent á ,at onki verður gjørt, sum fakfeløgini ikki kunnu góðtaka. Tað er eisini støðan hjá landsstýrinum
Hinvegin heldur Løgmaður, at tað er neyðugt at gera okkurt á hesum øki.
? Tað er ikki nógv rættvísi til, tá ið tað hvørja einastu ferð skulu vera tey somu økini í landinum, sum skulu betala prísin fyri verkføllini. Tað ber heldur ikki til at standa og hyggja at, tá ið vinnan í Suðuroy og í Sandoy, leggur stilt, hvørja ferð tað so mikið sum dregur á luftina á arbeiðsmarknaðinum og bara ein møguleiki er fyri verkfalli.
? Vit fingu hvørki verkfall fyri trimum vikum síðani, tá ið maskinmeistararnir samráddust, ella í farnu viku, tá ið navigatørararnir samráddust. Kortini legði fiskvinnan í Suðuroy og í Sandoy, stilt. Sostatt hevur verkfalshóttanin líka stóra ávirkan sum sjálvt verkfalli og tað ein trupulleiki, sum landsstýrið má taka upp og taka støðu til.
? Vónandi skilja so fakfeløgini eisini trupulleikan. Nú er so bólturin farin á rull og nú verður arbeitt miðvístfram ímóti einum úrslitið, leggur løgmaður afturat.
Og tað kann rættiliga skjótt verða aktuelt, tí longu í summar, verða aftur samráðingar við maskinmeistararnar.
Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at gera manningarnar til tænastufólk. Men tað hevur maskinmeistararnir roynt á Vaktar- og Bjargingartænastuni og tað angrar felagið, tí tað sigur, at landsstýrið hevur ikki verið at tosa við eftir tað.
? Tað er harmiligt, men tað mugu vit so av álvara taka upp við felagið. Tað er heilt greitt, at tað hvílur ein heilt serlig ábyrgd á landsstýrinum, tá ið mótparturin er tænastufólk, so at tey kenna seg trygg, sigur løgmaður.