Strandferðslan
Løgmaður skal ikki vænta sær stuðul frá Starvsmannafelagnum, nú hann ætlar at finna eina skipan, so at skipini hjá Strandferðsluni ikki aftur verða rakt av verkfalli.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ger púra greitt, at tey fara ikki at siga verkfalsrættin frá sær.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at royndin at finna eina skipan, sum ger siglingina hjá Strandferðsluni óhefta av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum, hevur púrt onki við umsorgan fyri manningum á Strandfersðluni at gera.
?Hetta hevur bara eittans endamál. Og tað er at taka verkfalsrættin frá okkum. Tað er fyri at kunna stýra øðrum viðurskiftum.
Og hann leggur dent á, at Starvsmannafelagið fer ikki at siga verkfalsrættin frá sær.
? Vit fara ikki at siga verkfalsrættin frá okkum fyri at leggja hann upp í hendurnar á politiska myndugleikanum at skalta og valta við, sigur hann.
Samstundis undrar tað hann, at tað júst skal vera ein javnaðarløgmaður, sum gongur á odda at leggja slíkar hugsanir fyri dagin.
? Eg spyrji um hann í hesum førum hugsar sum javnaðarmaður og Føroya Løgmaður, ella um hann hgsar sum lokalpolitikari í Suðuroy.
Gunnleivur Dalsgarð vísir eisini á samrøðuna við formannin í Maskinmeistarafelagnum í Sosialinum í gjár.
? Tað er heilt týðiligt, at Maskinmeistarafelagið angrar, at taðgóðtók at gera maskinmeistarararnar við Vaktar- og Bjargingartænastuni til tænastumenn. Tað er eisini týðiligt, at felagið kennir seg lumpað av landsstýrinum. Men hetta vísir bara aftur, hvussu trupult tað er hjá fakfeløgun um yvirhøvur at hava álit á politiska myndugleikanum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Samstundis vísir hann á, at í nógv ár hevur tann almenni politikkurin verið, at vit skulu burtur frá tænastumannaskipanini.
Tí undrar tað hann, at vit nú skulu innføra eina tænastumannaskipan á Strandferðsluni.
? Men tað er altso bara fyri at tak verkfalsrættin frá okkum, endur tekur hann.
Hava eisini ábyrgd
Hann sigur, at hann skilir fullvæl trupulleikarnar, sum standast av verkføllum.
?Tað kann væl vera, at verkføll mangan raka ávís øki og ávísar bólkar ,sum annars onki hava við verkfallið at gera.
?Men soleiðis er arbeiðsmarknaðurin nú einaferð innrættaður og tá ið verkfall er, kemur steðgur í samfelagið.
Samstundis vísir formaðurin í Starvsmannafelagnum á, at tað eru altso ikki bara fakfeløgini, sum hava ábyrgdina av arbeiðsmarknaðinum.
?Àbyrgdin av at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru trygg, hvílur sanniliga eisini á arbeiðsgevaranum. Tað er eisini arbeiðsgevarin, sum hevur skyldu at bera so ó bandi, at sáttmálarnir eru nøktandi.
Gunnleivur Dalsgarð ávarar eisini Landsstýrið ímóti at taka einvís stig á hesum øki.
?Tað kann væl vera, at leiðarin á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum hevur rætt í, at Landsstýrið nær tað skal vera, kann gera størvini til tænastufólk.
? Men ger landsstýrið tað, er hetta tað sama sum at gera seg inn á eitt øki, sum er umfatað av sáttmálum, sum ikki eru tænastumannastørv.
Og formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað er als ikki so einfalt at gera seg inn á eitt , tí tað er ikki vist, at fakfekløgini fara at lata sær tað lynda uttan víðari.