Sum sinnopskornið í Bíbliubókini

Síðan fyrsta missiónsmøtið í Vági fyri hundrað árum síðan, er Heimamissiónin vaksin til eina milliónafyritøku, sum hevur samband við nógv túsund fólk árliga

Hin Kirkjuliga Heimamissiónin hátíðarheldur á ársmøtunum um vikuskiftið, at tað í ár eru hundrað ár liðin, síðan rørslan kom til Føroya. Dagurin er í heyst, og haldið verður í fleiri umførum gjøgnum árið.
Fyrsta kornið varð lagt í jørðina suðuri í Vági á heysti 1904 av danska prestinum Axel Fr. Moe, sum kom til Føroya sum fyrsti trúboðarin hjá donsku Indre Mission. Í dag er kornið vaksið til eitt træ, sum himmalsins fuglar reiðrast í.
Vagn Foldbo er í dag aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sum hevur høvuðssæti í Leguhúsinum í Nesvík. Aftur at Vagn Foldbo arbeiða í dag 16 fólk í fullum starvi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini i Føroyum. Fíggjarætlanin hjá Heimamisiónini er í dag einar sjey - átta milliónir.
Vagn Foldbo grieðir frá, at í 1904 var ein danskur prestur, nevndur Axel Frederik Moe, og vitjaði hjálparprestin Busch í Suðuroy. Afurkomin til Danmarkar vendi Moe sær til donsku Indre Mission og varð seinni sama ár sendur til Føroya sum fyrsti trúboðari hjá Indre Mission. Frá hesum degi roknar Heimamissiónin í Føroyum við, at rørslan er uppstaðin her á landi.

Missiónin er donsk
Missiónsfólk í Føroyum hava hildið seg til eina danska rørslu heilt fram til 1990. Ikki fyrr enn tá gjørdist rørslan føroysk, og fekk navnið Hin Kirkjuliga Heimamisisónin. Undan tí var rørslan Føroyum beinleiðis partur av Indre Mission í Danmark.
Leisturin var kortini tann sami sum í Danmark. Við einum høvuðsstýri og so ymsum stýrum niðureftir.
Ymsir merkisdagar hava verið á leiðini, men ein tann størsti man vera 1. mai 1993, tá Leguhúsið í Nesvík varð vígt.
Hetta húsið hevur havt stóran týdning fyri abreiðið hjá Heimamisssiónini og er í dag høvuðsstøð hjá rørsluni, sigur Vagn Foldbo.
Frá byrjan varð húsið als ikki gjørt sum ein fyrisitingarbygningur, sum tað nú eisini er vorðið til. Umstøðurnar vóru ikki júst ætlaðar til tað, men tað riggar væl kortini.

Breið rørsla
Heimamissiónin er ein rørsla og ikki ein felagsskapur, sigur aðalskrivarin. Tað er eingin limalisti.
Heimamissiónin stendur á kirkjuligari grund, men verður stýrd av einum høvuðsráði við níggju monnum. Ráðið verður ikki valt sum so, men endurvelur seg sjálvt, greiðir Vagn Foldbo frá.
Mong seta ivaleyst en í dag Heimamissiónina í samband við gamlar gentur við knúti í nakkanum ella eldri svartklæddar menn við stívari flippu og tøttum tilknýti til ein ávísan politiskan flokk, sum er sterkur í Eysturoynni.
Men hetta er púra skeivt, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari í Heimamissiónini. Heimamissiónin er í dag ein moderna rørsla við nógvum tiltøkum fyri allar aldursbókar. Heilt frá teimum, sum gott og væl eru farin úr barnavogninum, til teirra, sum rættiliga eru komin til árs. Og tey velja sjálv, hvørji tilboð tey vilja hava. Vit hava mestsum alt at bjóða, sigur aðalskrivarin.
Tað eru øgiliga nógv fólk við í tiltøkunum hjá Heimamsisiónini í dag, sigur hann.
?Vit hava barnaabeiði ymsastaðni kring landið. Vit hava ungdómsarbeiði og kórvirksemi nógvastaðni. Bæði vanlig klassisk kór, eins og tey kendu streingjakórini enn liva væl. So hava vit eisini meira nýmótans tónleikarabólkar við bæði elektriskum instrumentum, trummum og tí heila, sum nútíðin heldur vera neyðugt.
Vit hava so vanligu møtini, sum øll eru vælkmin til og eisini vitja. Sjómanskvinnuringarnir eru fastur táttur av virksemi okkara. Øll kenna jólapakkarnar, men ivasamt er kanska, hvussu nógv geva sær far um, hvaðani teir koma.
Heimamissiónin hevur tvey sjómansheim í Føroyum og eitt í Íslandi. Tey eru í Havn, Runavík og í Reykjavík.
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur eisini trúboðarar í starvi her heima, eins og tveir eru uttanlands. Teir, ella rættari tær, eru í Mauritania og Ukraina. Sjómanstrúboðin er eisini knýttur at Heimamissiónini.
Á høvuðsstøðini í Nesvík er nógv virksemi so sum vanliga skrivstovan og fyrisitingin, ið hartil hoyrir. Eisini er bókaútgáva og blaðútgáva. Trúboðin hevur meira enn 60 ár á baki. Hann kom fyrstu ferð út í 1943. Fýra ferðir um árið við átta síðum. Í dag kemur hann út sum avís aðruhvørja viku.

Ársmøtini
Ársmøtini í ár verða hildin í ljósinum av, at Heimamissiónin er hundrað ár. Tey verða hildin á tveimum støðum. Bæði í Nesvík og á Skála, greiðir Vagn Foldbo, aðalskrivari, frá.
Møtini byrjaðu fríggjakvøldið í Nesvík og halda fram har til leygarkvøldið, tá flutt verður út í ítróttarhøllina á Skála, har hildið verður fram til sunnukvøldið.
Sunnudagin klokkan 11.00 fer Bergur Debes Joensen, prestur, sum eisini er formaður fyri Kirkjuligu Heimamissiónini, at hava guðstænastu í ítróttarhøllini á Skála.
Meðan ársmøtini eru, er eisini løgd ein serlig skrá fyri børnini, sigur Vagn Foldbo.