Aðalfundur
Á aðalfundi felagsins, nam Ása Olsen, formaður, eisini við uppskúlingina til heilsuhjálpara.
Hon segði, at tá ið tann flokkurin, sum byrjaði á skúlanum í Suðuroy í apríl í ár, er liðugur, eru tveir flokkar eftir at uppskúla.
- Tá ið uppskúlingin er liðug, eru umleið 150 heimahjálparar uppskúlaðar til heilsuhjálpara. Hetta kann ikki annað enn síggjast aftur í heimarøktini.
Ása Olsen vísti á, at tað altíð eru nakrar kvinnur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki taka av tilboðnum um uppskúling.
- Sjálvandi er tað ábyrgdin hjá heilsuhjálparafelagnum at syrgja fyri, at hesar eru líka tryggar í sínum størvum sum tær, ið hava verið til uppskúling, legði formaðurin dent á.










