ikki høvdu hoyrt frammanundan herheima, og tí kunnu vit í andstøðuni undrast yvir, hví tey fyrst gjørdust so bilsin á fyrsta umfari í marts mánaði, og so aftur bilsin hesu ferð. Fyrireikingarnar og fyrra [...] ið í Føroyum skulu vit sjálvi menna í samráð við hin partin av ríkinum, og vit skulu gjalda fyri tað sum vit yvirtaka, og vit skulu yvirtaka tað, vit kunnu og orka, og vit skulu verja vælferðina í Føroyum [...] verða so. Søgdu tey!!. At vit í andstøðuni høvdu dittað okkum at kalla samráðingaruppleggið óveruligt og dreymakent, varð avvíst og skírt sum ræðumyndir, sum vit blakaðu í høvdið á hinum, at grava skotgravir
á besta liðið var tó styttri enn eg hevði væntað, og longu í august mánaði í ?95 spældi eg mín fyrsta superliga dyst. Eg varðveitti so sessin í eitt hálvt ár, áðrenn eg varð skaddur, og síðani eg tá vann [...] kappingini í ár vóru nógv á einum máli um, at Herfølge taldist millum dumpikandidatarnar í røðini, men støðan í dag er jú ein heilt onnur. Hvørja hugsan hevur málverjin um hetta? Vit vóru undirtippaðir í ár, [...] Danmarkar í lestrarørindum, eftir at hann, orsakað av sparingum, varð uppsagdur á Postverkinum. Í fyrsta umfari var talan bert um HF, men tá hann eftir tvey ár hevði fingið møguleika at spæla í superliguni
gerandisdag í Føroyum eru 18 bilførarar í ferðsluni, sum hava meira enn 0,5 alkoholpromillu í blóðinum. Býta vit hetta eftir samlaða bilatalinum í mun til fólkatalið, vildu seks koyrt í Havn, tveir í Klaksvík [...] Klaksvík, fýra í Eysturoy, ein til tveir í Norðurstreymoy, ein í Vágum, ein í Sandoy og ein til tveir í Suðuroy. Fjórða hvør álvarsliga vanlukka orsakað av rúsdrekka At 3 av 1000 bilførarum koyra ávirkaðir ljóðar [...] Løgreglan í Føroyum á Alnótina Eftir at arbeitt hevur verið við málinum í langa tíð hevur Føroya landfúti nú lagt eina heimasíðu fyri løgregluna í Føroyum út á Alnótina. Síðan, www.politi.fo , inniheldur
MAN-B&W. Fyrsti MAN lastbilur varð framleiddur í 1915, og umframt lastbilar gera teir bussar og aðrar specialbilar. Skivubremsur á øllum hjólunum Síðst í mars mánaði kom tann nýggjasti MAN TG-A á markanðin. [...] til at avlasta bilføraran og betrar um oljunýtsluna. Umboð fyri MAN bilarnar í Føroyum er Kjartan Simonsen, Jørundsgøta 39 í Klaksvík. [...] Um ein bilur hevur t. d. 460 hk eitur hann TG 460A. Bilurin hevur elegant design, og komforturin er í toppklassa. Førarahúsið og foraksulin eru luftavfjaðrað. Hann hevur ABS bremsur við EBS og EDS og s
erkinum í Englandi kann fáa fólk at seta spurnartekin við góðskuna av til dømis fiskavørum úr Norðurlondum. Hetta skrivar danski umhvørvis- og orkumálaráðharrin, Svend Auken, í eini kronikk í danska blaðnum [...] mátast heilt norður í Arktis. Eisini í føroyskum og grønlendskum sjógvi ber til at máta geislavirkni, sum stavar frá Sellafield. Seinastu tíðina hevur nóg rok verður um Sellafield í Englandi. Bretska k [...] frá Sellafield-verkinum, men tað er ikki bara í Írlandshavinum, at geislavirknið kann mátast. Norðurlendsku umhvørvismálaráðharrarnir høvdu í februar mánaði fund um Sellafield-verkið. Eisini føroyski l
Jákup, er stórbóndi. Á garðinum í Heimistovu eru 24 mjólkneyt og 250 áseyðir. So hann hevur, sum vera man, úr at gera í fjósi og í haga. Tískil er tað í størsta mun fallið í lut Malvinu at halda hús og ansa [...] ansa børnunum. Men tey størru børnini eru kortini við í arbeiðinum; bæði í húsarhaldinum og á garðinum. At rudda og fáa skil á mongu skógvapørini í gongini er púra náttúrligur partur av arbeiðinum hjá elsta [...] Báðir brøðurnir hjálpa eisini væl til í fjósinum. Men einki av systkjunum á Heygum verður noytt til arbeiðis. Tvey tey elstu børnini ganga í skúla, og tvey onnur eru í dagrøkt tíggju dagar um mánaðin. Annars
fara at luttaka á ONS-oljumessuni í Stavanger í august sigur hann og vísir á, at hann knýtti mong týðandi vinabond á messuni í Texas. Túrurin hevur sannført býráðsformannin í landins størstu kommunu, at tað [...] 10 orkubýir ymsastaðni í heiminum standa fyri. Tað var annars á oljuráðstevnuni í Aberdeen í fjør, at Leivur Hansen kom í samband við norðmenn, sum buðu føroyingum at vera við í orkubýarsamstarvinum. Tað [...] ein lið í tí samstarvi, ið er við at taka seg upp millum stóru oljubýirnar kring Norðsjógvin, Stavanger og Aberdeen og nú eisini Tórshavn. Í oktober í fjør varð Tórshavn boðin við til WECP-stevnu í Stavanger
vera bangnir fyri at Føroyar skulu koma í ringt orð úti í heimi, um teir steingja dyrnar fyri Paul Watson og hansara skipi. - Paul Watson er óynsktur í Íslandi, og í Noregi er hann eftirlýstur fyri yvirgang [...] saman grindadráp og norsku hvalaveiðuna. Vit skjóta hval í juni og fyri ein part í juli, men grindahvalurin kemur jú ikki nær landi fyrrenn í august. Hetta vísir eina fyrireiking, sum er burturúr vón og viti [...] sum sína ímynd upp á óndskapin, sum fólkasløgini í norðuratlantshavi fremja móti havsins súgdjórum. Steinar Bastesen er í dag fólkavaldur og situr í Stórtinginum umboðandi Strandaflokkin (Kystpartiet). Hann
Regin Vágadal í 1998 heilar 15 ferðir í Eurosport, meðan hann gavst at telja, tá hann var komin til níggju ferðir í fjør. Í ár er Regin í ferð við at venja til serliga tvær stórar kappingar. Í juni mánaða [...] gerast sterkasti maður í Europa, og í august er heimsmeistarakappingin í Sun City í Suðurafrika. Regin Vágadal hevur fyrr nevnt, at hann ætlar at verða heimsin sterkasti maður í ár. Nú er møguleikin, og [...] rímiliga víða, tí Regin er kendur úti í heimi millum aðrar ítróttarmenn í heimsflokki. Saman við fótbóltslandsliðnum er Regin okkara kendasti ítróttarmaður úti í heimi. Til dømis kan nevnast, at bara við
politisk viðgerð Í oktober í fjør kunnaði postverksstjórin, Bergur í Garði, landsstýrismannin í vinnumálum um, at tað stóð illa til hjá Postverkinum, og at støðan fór at gerast hættislig í vár. Síðani tá [...] landsstýrismanni, frá, at úrslitið fyri tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár var so vánaligt, at kassin hjá Postverkinum er púra tómur í august. Hetta gjørdi, at ferð kom á politisku viðgerðina, og á landsstý [...] eina skipan, ið inniber, at Postverkið í størri mun kann arbeiða sum eitt sjálvstøðugt felag. Hann vísir í hesum sambandi á, at Postverk Føroya er einasta felag í Norðurlondum, ið ikki arbeiðir sum eitt