Magnus Gunnarsson
navnið MAN, ið stendur fyri Maschinenfabrik Augsburg-Nürnberg.
MAN framleiðir maskinur til prentsmiðjur, elevatorar, stálkonstruktiónir og stóru skipsmotorarnar MAN-B&W.
Fyrsti MAN lastbilur varð framleiddur í 1915, og umframt lastbilar gera teir bussar og aðrar specialbilar.
Skivubremsur
á øllum hjólunum
Síðst í mars mánaði kom tann nýggjasti MAN TG-A á markanðin. Bilurin fæst við tveimum motorum við 410 og 460 hk, seinni koma tveir minni við 310 og 360 hk.
Um ein bilur hevur t. d. 460 hk eitur hann TG 460A. Bilurin hevur elegant design, og komforturin er í toppklassa. Førarahúsið og foraksulin eru luftavfjaðrað. Hann hevur ABS bremsur við EBS og EDS og skivubremsur á øllum hjólunum.
Við nýggja 16 trins ComfortShift gearkassanum ber til at skifta gear uttan at brúka koblingina ella sleppa speedaranum. Eisini fæst hann við einum automatiskum 12 trins MAN TipMatic gearkassa, ið er gjørdur til at avlasta bilføraran og betrar um oljunýtsluna.
Umboð fyri MAN bilarnar í Føroyum er Kjartan Simonsen, Jørundsgøta 39 í Klaksvík.