Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Steinar Bastesen hevur í nógv ár staðið á odda fyri norskum hvala- og kópaveiðumonnum. Flestu djóraverndarfelagsskapir, sum Greenpeace og Sea Shepherd, hava brúkt Bastesen sum sína ímynd upp á óndskapin, sum fólkasløgini í norðuratlantshavi fremja móti havsins súgdjórum. Steinar Bastesen er í dag fólkavaldur og situr í Stórtinginum umboðandi Strandaflokkin (Kystpartiet). Hann bert ristir við høvdinum, tá vit fortelja, at nú ger Watson seg til at fara í hernað móti føroyingum og grindadrápinum.
- Tað fyrsta tit eiga at gera er at syrgja fyri, at sjóverjan er brynjað til at taka ímóti Watson og hansara harkaliði. Og ger hvat sum helst fyri at forða honum atgongd til føroyska havn. Eisini eiga tit at nokta honum atgongd til føroyskt sjóøki. Er lóggáva ikki fyri at nokta honum atgongd, so er at broyta lógina sum skjótast. Føroyingar hava loyvi at verja seg móti yvirgangi móti eini lógligari og burðardyggari hvalaveiðu, sigur Steinar Bastesen.
Hann heldur, at føroyingar als ikki eiga at vera bangnir fyri at Føroyar skulu koma í ringt orð úti í heimi, um teir steingja dyrnar fyri Paul Watson og hansara skipi.
- Paul Watson er óynsktur í Íslandi, og í Noregi er hann eftirlýstur fyri yvirgang. Tað skal bara mangla, at føroyingar ikki eisini skulu kunnu geva honum greið boð um at fara heimaftur.
Finnið fram
gomul gørn
Fyri norska hvalaveiðumannin er tað ikki ókent at stríðast móti einum manni, sum Paul Watson. Hansara ráð til føroyskar grindamenn eru klár.
- Farið í neystið og finnið fram gomul gørn og gamlar endar. Takið hettar við umborð, og kemur Paul Watson og skip hansara nærhendis grindaflokkinum og føroysku bátunum, syrgið fyri at kasta hettar fyri skrúvuna á amerikanska hirðanum. Best er sjálvandi, um ein veirur kann fáast um skrúvuna. Tá kann sjóverjan bara festa veirin umborð og toga Watson til havs aftur. Minnist til, at her er ætlanin at forða fyri at føroyingar skulu veiða ein, hval sum ikki er hóttur, og eingi forboð finnast móti hesi veiðu í altjóða felagsskapum.
Steinar Bastesen sigur, at føroyingar eisini mugu ansa eftir, at Paul Watson og Sea Shepherd ikki koma nærhendis einum møguligum grindadrápi, har smáir bátar eru staddir.
- Fyri Paul Watson hevur tað stóran týdning at fáa myndir av sær sjálvum og Sea Shepherd merkinum knýtt at einum grindadrápi, har sjógvurin er reyður og blóðið sproytar. Tá kann hann fara út og lokka meir pengar burturúr stórbýarfólkum, sum halda tað vera ræðuligt, sum fer fram í Føroyum. Tað kemur ikki fyri, at hesir felagsskapir fortelja óvitandi, pengasterkum fólkum um veruleikan aftan fyri til dømis grindadráp. Einki verður sagt um, at hetta er ein burðardygg veiða av einum djóri, sum tað er nógv til av.
Mynd av sóknaronglinum
Steinar Bastesen er ikki í iva um, at einasta endamál við ferðini hjá Watson er eginlýsing og ikki at verja grindahvalin.
- Tað sum er av størsta týdningi er at syrgja fyri, at halin av tíðindafólkum sum koma við Watson ikki fáa høvi til at taka myndir av grindadrápinum, grindaknívinum, sóknaronglinum og einum føroyingi, sum tekur lívið av einum hvali. Helst vil hann eisini hava lýst óvitar sum blóðtystar drápsmenn. Fær hann ikki hesar myndirnar, so er herferðin fullkomiliga miseydnað, og pengarnir koma ikki inn í kassan. Teir bara renna út.
Steinar Bastesen sigur, at eitt tað besta dømi um, hvussu lítið hesir felagsskapirnir vita um havsins súgdjór, er tíðspunkti, Watson hevur valt at fara til Føroyar.
- At Sea Shepherd hava valt juni og juli til at steðga grindadrápinum prógvar, hvussu lítið tey vita um hesa veiðu. Paul Watson hevur blandað saman grindadráp og norsku hvalaveiðuna. Vit skjóta hval í juni og fyri ein part í juli, men grindahvalurin kemur jú ikki nær landi fyrrenn í august. Hetta vísir eina fyrireiking, sum er burturúr vón og viti.
- Eg havi als einki til yvurs fyri Paul Watson, Greenpeace og øllum hasum djóraverndarfelagskapunum, sum bert hava til endamáls at tjena pengar. Felagsskapirnir eru als ikki áhugaðir í at verja djórini. Tey vera bert brúkt fyri at fáa pengar inn í kassarnar, sigur Steinar Bastesen.
Stevnir Greenpeace
Hann fyrireikar nú eina stevning móti Greenpeace, tí felagsskapurin hevur brúkt Bastesen í eini kampanju, har hann verður vístur fram sum ein vandamikil drápsmaður, sum aftur kann drepa. Samstundis verður Bastesen tengdur at fólkum á uttarsta høgraveingi.
- Hetta er bert enn eitt dømi um, hvat hesir felagsskapir gera fyri at súgva pengar burturúr óvitandi stórbýarfólki og øðrum, sum ikki vita, hvat er satt í hesum málinum. Hvalir og kópar eta fleiri ferðir tann toskin, vit og aðrar tjóðir fiska, men eingin skal fáa loyvi at halda kópa- og hvalastovnarnar á einum lægri støði. Nú vilja tey eisini steðga toskaveiðuni, tí stovnurin skal vera hóttur. Hetta líkist ongum, og hvalaveiðutjóðirnar eiga at standa saman í stríðnum móti lygnum og ósannindum um hesa veiðu.