Hóttanin úr Sellafield

? Vit kunnu góðtaka, at geislavirkið útlát frá Sellafield-verkinum í Englandi kann fáa fólk at seta spurnartekin við góðskuna av til dømis fiskavørum úr Norðurlondum

? Vit kunnu góðtaka, at geislavirkið útlát frá Sellafield-verkinum í Englandi kann fáa fólk at seta spurnartekin við góðskuna av til dømis fiskavørum úr Norðurlondum.

Hetta skrivar danski umhvørvis- og orkumálaráðharrin, Svend Auken, í eini kronikk í danska blaðnum Aktuelt.

Svend Auken er sera firtin um útlátið frá Sellafield, sum kann mátast heilt norður í Arktis. Eisini í føroyskum og grønlendskum sjógvi ber til at máta geislavirkni, sum stavar frá Sellafield.

Seinastu tíðina hevur nóg rok verður um Sellafield í Englandi. Bretska kjarnorkueftirlitið hevur almannagjørt tríggjar frágreiðingar, sum funnist harðliga at trygdini og arbeiðsgondini á Sellafield

Tað hevur rættiliga fingið gongd í kjakið um verkið, og higartil hevur tað havt við sær, at stjórin á Sellafield og nógv starvsfólk hava fingið sekkin.


Felags norður-

lendsk áheitan

Í Írlandi er eisini stór øsing um Sellafield, sum liggur 90 kilometrar frá írsku strondini.

Tað eru serliga írar, sum hava verið raktir av útlátinum frá Sellafield-verkinum, men tað er ikki bara í Írlandshavinum, at geislavirknið kann mátast.

Norðurlendsku umhvørvismálaráðharrarnir høvdu í februar mánaði fund um Sellafield-verkið. Eisini føroyski landsstýrismaðurin, Eyðun Elttør, var við á hesum fundi.

Tá avgjørdu ráðharrarnir, at teir skuldu senda eina felags norðurlendska áheitan til bretsku myndugleikarnar. Teir kravdu, at viðurskiftini á Sellafield verða fingin í rættlag, og teir vístu á óttan fyri, at útlátini kunnu gera stóra skaða ? bæði fyri umhvørvi og útflutning hjá norðurlondum.

? Danmark hevur verið við í arbeiðnum at fáa skil á eystureuropisku kjarnorkuverkini, men upplýsingarnar um støðuna á Sellafield vísa, at trupulleikin ikki bara finst í eystureuropa, skrivar Svend Auken í kronikkini.


Danskt uppskot

Danmark hevur nú tikið stig til, at eitt uppskot verður lagt fyri sokallaðu OSPAR-kommisiónina, har øll lond við strond til Norðuratlantshavið samstarva um at verja havumhvørvi.

Í hesum uppskoti verður mælt til, at minkað verður um geislavirknað útlátið í havið.

Svend Auken hevur talað fyri uppskotinum hjá enska orkumálaráðharranum, og hann hevur sagt honum, at uppskotið ikki skal takast sum kritikkur av ensku myndugleikunum, men sum eitt úrslit av ótta fyri umstøðunum á Sellafield-verkinum.

Ætlanin er, at minkingin av geislavirknum útlátið í havið skal minka støðugt næstu 20 árini, so tað verður so at siga burtur til ta tíð.

Enn hevur føroyskur útflutningur ikki kent sviðan av útlátinum frá Sellafield, men norðurlendsku ráðharrarniar ætla ikki, at hetta skal gerast aktuelt. Tí hava teir tikið eitt felags tak fyri at fáa skil á viðurskiftunum á Sellafield-verkinum.