Áræði og ivaloysi

GITNAÐARFØRI. »Sjey...«. Soleiðis svara bóndahjúnini í Heimistovu á Viðareiði, Malvina og Nils J. Absalonsen, tá ið tey vera spurd, hvussu nógv børn tey eiga. Hóast hvørki teirra var blaðungt, tá ið farið varð til verka, stúra tey ikki fyri framtíðini.

Kaos.

Hetta var fyrsta orðið, ið fall blaðmanninum til hugs, tá ið hann hoyrdi um familjuna, Absalonsen, á Viðareiði, sum eftir øllum at døma ikki fekk afturhald, tá ið hon umsíðir fór til verka. Bóndahjúnini settu sjey børn í heimin eftir rættiliga stuttum áramáli.

Blaðmaðurin eigur sjálvur tveir dreingir, og hesi bæði vælsignilsini hava í hvussu so er elvt til, at kaos er eitt skemtiligt orð, ið javnan verður havt á munni í heimi hansara. Órudd í kømrunum, barnabøkur og lego-kubbar á vesinum, ólýsandi slóðir av skitnum klæðum, sum teir hava tveitt av sær ávegis úr ganginum og upp á loft. Róp og geyl. Skotbardagar við leysum krúti og stynjandi laserljóði.

Kaos.

Men kortini eitt vælsignað og meinaleyst kaos, sum tær óivað fer at leingjast illani eftir, tá ið synirnir eru vorðnir vaksnir og grovmæltir; tá ið lego-kubbarnir eru burturgoymdir, klædnarípan horvin úr ganginum og leikabyrsurnar tagnaðar og settar til viks til næsta ættarlið.


Næstan gomul genta

Gitingarnar um fullkomið kaos hjá bóndahúskinum á Heygum á Viðareiði vóru ikki heilt rættar.

Sámal Michael, Dánjal, Kristina, Gunnvá, Katrin, Jóhan, »eftirnølarabeiggin«; og foreldrini bæði, Malvina og Nils; liva í góðum samljóði hvørt við annað, uttan stórvegis ósemjur. Og tað er helst eisini neyðugt, skal gerandisdagurin ganga væl í so stórum barnahópi.

Malvina og Nils J. Absalonsen á Viðareiði hava ikki ligið sjóvarfallið av sær, tá ið talan er um at seta arvingar í heimin.

Malvina, sum er ættað úr Klaksvík, var annars eldri enn vanligt, tá ið hon átti fyrsta barnið. Í roynd og veru nærkaðist hon av álvara markinum til gamla gentu. Hon hevði arbeitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tólv ár; sum gongsgenta og skrivstovukona. Og onkur av starvsfeløgunum helt, at ongin vón fór at vera fyri Malvinu.


Í uppisetri við nøvnum

Men so hitti hon bóndan á Viðareiði, sum longu var gamal drongur. Tá ið tey fingu fyrsta sonin, Sámal Michael, var Malvina 29. Nils Jákup var 34. Og síðani fingu tey bæði bóndahjúnini á Viðareiði nærum ikki afturhald, samanborið við onnur hjún og pør her á landi. Eftir 8 árum fingu tey 6 børn, og fýra ár seinni, »eftirnølaran«, sum varð føddur 12. január í ár. Ein kona, sum Sosialurin tosaði við á Viðareiði, segði, at tá ið barnakonur vórðu talda í bygdini, varð Malvina tald við hvørjaferð ? tað var jú at kalla púra vist, at hon var við barn.

- Eg kann ikki greiða frá, hví vit hava fingið so nógv børn. Vit hava í hvussu so er ikki lagt nakrar ætlanir, vil Malvina vera við, meðan hon kínir tí lítla og enn ónevnda beiggjanum um mjúka ennið.

- Hann hevur ikki fingið navn enn. Vit eru í uppisetri við nøvnum, sigur Malvina brosandi, og staðfestir, at hon og maðurin eru líka góð við øll børnini. Einki teirra verður tikið fram um annað.


Megna tað neyðuga

Blaðmaðurin sleppur at halda tí fitta navnaleysa alvanum, meðan Malvina ger kaffi til gestirnar frá Sosialinum.

- Eg vænti, at summi fólk tosa meira um okkara stóra barnaflokk, enn vit sjálvi. Vit hava so verið líka spent og glað, hvørja ferð eitt hevur verið á veg, sigur Malvina, sum kennir seg sum konuna í einari púra vanligari familju.

Men tað er strævið at vera momma sjey børn. Strævnastu løturnar kundi Malvina væl hugsa sær, at samdøgrið var eitt sindur longur enn 24 tímar.

- Men tú megnar tað, sum tú noyðist at gera. Tað er bara so, staðfestir Malvina.

Svøvnur er ikki nógvur, tí tá ið øll sjey børnini eru farin niður, vil Malvina hava eina løtu fyri seg sjálva ella saman við manninum. Og niðurfaringartíðirnar hjá børnunum eru at kalla óvikandi. Tað ber snøgt sagt ikki til at flyta songartíðir, skal skil vera á.


Heimið - tilverunnar karmur

Pápi stóra riðilin, Nils Jákup, er stórbóndi. Á garðinum í Heimistovu eru 24 mjólkneyt og 250 áseyðir. So hann hevur, sum vera man, úr at gera í fjósi og í haga. Tískil er tað í størsta mun fallið í lut Malvinu at halda hús og ansa børnunum.

Men tey størru børnini eru kortini við í arbeiðinum; bæði í húsarhaldinum og á garðinum. At rudda og fáa skil á mongu skógvapørini í gongini er púra náttúrligur partur av arbeiðinum hjá elsta soninum. Og næstelsti sonurin er raskur at geva seyðinum og nana teimum smærru óvitunum. Báðir brøðurnir hjálpa eisini væl til í fjósinum. Men einki av systkjunum á Heygum verður noytt til arbeiðis.

Tvey tey elstu børnini ganga í skúla, og tvey onnur eru í dagrøkt tíggju dagar um mánaðin. Annars er heimið karmurin um tilveruna hjá systkjunum. Dagrøktin lættir um hjá Malvinu og teimum.

- So kann eg gera okkurt annað, meðan tey bæði eru í røkt, sigur Malvina, áðrenn hon aftur tekur lítla beiggjan úr føvninginum á blaðmanninum og setir seg við borðið.


Ein søga og sjey børn

Tá ið náttverðin verður etin, eru øll níggju vanliga savnað við borðið. Og tað gongur vanliga upp á stás at fáa allar barnamunnarnar mettaðar uttan stórvegis ófrið.

Um niðurfaringartíð savnast øll børnini. Fýra kømur eru á loftinum. Í onkrum teirra sova tvey børn, í øðrum trý, meðan elsti sonurin, Sámal Michael, er einasta húsfólkið, ið hevur egið kamar. Tá ið farið verður til songar er serliga neyðugt, at skipanin við tannabusting og søgulestri riggar eftir ætlan. Sum nú er, ber til at lesa eina søgu fyri øllum sjey børnunum á loftinum í senn; ofta okkurt um dýrini í Valbakkaskóginum.

Sum frá líður og børnini gerasta størri, væntar Malvina kortini, at hald verður lagt á kjallaran, ið síðani verður innrættaður til størru børnini.


Avmarkingar

Hóast bóndahjúnini bæði gleðast um stóra barnahópin, eru summar avmarkingar kortini við uppi í leikinum. Tað ber t.d. ikki til at fara inn í ein leikuhandil við øllum riðlinum. Júst tað hevði óivað elvt til fyrr nevnda skemtiliga kaos. Og hugtakið »føðingardagur« er heldur ikki sum í varnum familjum við tveimum, ella kanska trimum børnum. Onki av børnunum hjá Malvinu og Nils hevur føðingardag sama mánaða. Tískil eru barnaføðingardagar í január og mai, og síðani hvønn mánaða frá august til árslok.


Ekkaleys hjún

Kynsbýtið í barnahópinum á Heygum er heilt hampuligt. Higartil eru tríggjar gentur og fýra dreingir. Um Malvina og Nils Jákup fara at royna at fáa fullkomuliga javnvág í við einum áttanda barni, vita tey ikki at siga. Men tey siga heldur ikki, at seinasta barnið verður evsti alvi teirra.

- Einasta, eg kann siga um tað, er, at eg ikki veit, hvussu eg skal fáa tíðina at ganga, tá ið børnini eru vaksin, er einasta viðmerking frá Malvinu, sum annars als ikki stúrir fyri framtíðini.

Tað ger Nils, bóndi, heldur ikki.

Og tá ið framtíðin verður havd á lofti, ger Nils púra greitt, hvar hann stendur í spurninginum um tjóðarfrælsi føroyinga.


Fullveldi - fyri børnini

- Eg havi verið eldhugaður loysingarmaður síðani eg var smádrongur. Og eg vóni, at vit fáa fullveldi. Ikki fyri mína skuld; men fyri børnini, sigur sinniligi bóndin í Heimistovu og leggur dent á, at tey bæði hjúnini royna at leggja niður í børn síni, at tey eisini kunnu trúgva upp á seg sjálvi - sum føroyingar.

Á Heygum á Viðareiði var ongin ómegd og ongin stúran at finna hjá blaðmanninum.

Á gangsgólvinum standa seks pør av smáum løriftsskóm, fýra pør av litríkum gummistilvum og einir pinkulítlir hvítbotnaðir gummiskógvar. Og á bróstinum við úthurðina hanga fimm slagvognar at koyra børnini í.

Her valdar áræði og ektað ivaloysi, tá ið talan er um framtíðina.

Onki veruligt kaos.