Jú, tey siga seg vera nøgd, summi tó við eitt sindur ivandi smíli og spakari rødd. Men eftir almennu tíðindunum at døma, so er onki nýtt komið fram, sum tey ikki høvdu hoyrt frammanundan herheima, og tí kunnu vit í andstøðuni undrast yvir, hví tey fyrst gjørdust so bilsin á fyrsta umfari í marts mánaði, og so aftur bilsin hesu ferð.
Fyrireikingarnar
og fyrra umfar
Kynstrið at venda øllum við, viðgera mál uppeftir og niðureftir og aftur og fram, og at burturforklára, dugir Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum ongin annar, og soleiðis hepnast tað honum ofta at benda kjakið aðrar vegir, so tann, ið hevur hug at spyrja, hevur gloymt hvat hann veruliga hevði hug at spyrja um.
Men vit mugu fyri alt í verðini ikki gloyma, at landsstýrið, umboðað av øllum trimum flokkum, fór til Danmarkar eftir einum fullveldi.
Tað sum tey vildu hava, var, at saman við fullveldinum skuldu tey eisini hava bæði uppí posa og sekk. Vit skuldu hava danskan pening, sum vit skuldu liva væl av, so vælferðin ikki lækkaði, og annars fór alt annað bara at halda fram sum higartil, og tey rættindi sum vit vildu varðveita, tey fóru vit sjálvandi at varðveita. Tað hevði Høgni Hoydal fortalt Annfinni Kallsberg og Helenu Dam á Neystabø, og so fór tað at verða so. Søgdu tey!!.
At vit í andstøðuni høvdu dittað okkum at kalla samráðingaruppleggið óveruligt og dreymakent, varð avvíst og skírt sum ræðumyndir, sum vit blakaðu í høvdið á hinum, at grava skotgravir o. a. m., fyri ikki at tala um undirbrotligheit. Men okkara viðmerkingar vóru tær, at eitt mark fór at vera fyri, hvat danir fóru at góðtaka, tá teir hoyrdu um føroysku fullveldisætlanir, ið teir skuldu gjalda, soleingi vit vildu hava tað.
Viðmerkingar løgmans, tá tey komu heimaftur, vóru: ?Vit vóru ov góðtrúnir?. At júst hann, Helena Dam á Neystabø og Høgni Hoydal, viss í trúnni og við einum yvirberandi smíli áðrenn samráðingarnar søgdu : ?Vit eru væl fyrireikaði, vit hava gjørt eitt gott forarbeiði, og nú eru tað vit, sum seta dagsskránna? tað var minni tosað um.
Annað umfar
Hesu ferð gekk alt so avbera væl, sigur løgmaður, tí hesu ferð sluppu tey at siga nakað!!!
Men, tá tey verða spurd nærri, eru ?signalini? eitt sindur ymisk Tá løgmaður nærmast umberandi sigur, at samráðingar ikki rættiliga eru byrjaðar enn, so leggur landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum tað fram nærmast sum vunnin rættindi, og ?rættindi er ikki bara nakað sum man fær ? men nakað sum man vinnur? sambært Høgna Hoydal í sendingini Krosskast. Hann kundi líka so væl lagt aftrat ?og sum man kann spæla sær av hondum?, tí tað er tað, sum Høgni Hoydal er í ferð við at gera. Og Helena Dam á Neystabø er farin at bakka og tosar nú um ?at tað má taka ta tíð, tað tekur.
Men tað, sum vit hoyrdu danska statsministarin siga var, ?vi er enige om, at vi kun er enige, når vi er enige om det hele?, og tað er so uppaftur nakað annað!
Okkara mál.
Okkara mál má vera, at vit als onga skiftistíð skulu hava. Vit skulu gloyma alt um skiftistíð. Sjálvsstýrið í Føroyum skulu vit sjálvi menna í samráð við hin partin av ríkinum, og vit skulu gjalda fyri tað sum vit yvirtaka, og vit skulu yvirtaka tað, vit kunnu og orka, og vit skulu verja vælferðina í Føroyum.
Orðingin hjá Høgna Hoydal Evsta Vald, sum hann hevur stjórnað landsstýrinum at syngja í einraddaðum kóri seinastu tvey árini, er agnið sum sær dragandi út, men sum vit mugu ávara øll móti at svølgja.
Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin