Herfyri var ein ung donsk kvinna í starvsvenjing hjá Føroya Deildini, sum part av lestri sínum í Århus. Hetta var fyrstu ferð, at tey royndu hetta. Annika Sølvará sigur, at hetta var ein sera góð roynd, [...] Yngri limaskara - Ein partur av okkara strategi var at raðfesta yngri fólk. Vit trongdu til ungar limir og limir kring Føroyar. Limaskarin var vorðin alsamt eldri og meirilutin var úr Havn, greiðir Margretha [...] limatali hjá deildini. Hetta varð millum annað gjørt við andlit til andlits átøkum, og hesi gingu sera væl. - Vit tvífaldaðu limatalið upp á fimm vikur. Hetta gjørdi at vit kundu seta ein skrivara hálva tíð
– og í 2007 var talið 322. Einir 12-14 mans eru við hvørjum báti, so hetta tal sigur okkum, at talan samanlagt er um smáar tvær manningar fleiri í 2007 enn í 2003. Av árunum 2003-2007 var línuflotin ringast [...] veiðiloyvir hjá útróðrabátum eru løgd saman í størri eindir. Í talinum av ársverkum er kanska ein ávís ábending um hetta. Tó ikki so, at talan er um stóran vøkstur í ársverkum í línuflotanum í hesum tíðarskeiði [...] ringast mannaður í 2004, tá talið av ársverkum var 294. Størstu manningina hevði flotin í 2006, tá talið av var 327. Aðrir skipabólkar Næst flestu ársverkini eiga partrolararnir. Hesi vóru 154 í tali í
at tað mundi tikið lívið av mær sálarliga. Tað var tá, eg uppdagaði, at eg hevði eina sál, har tað áðrenn nokk mest bara hevði verið gjøgnumtrekkur, sigur Jóanes Serliga var tað hjartasorgin, sum sveið [...] av føroyska dupultmoralinum og politiska kávalætinum, tá hann sum ein annar Kristus læt seg krossfesta á Vaglinum í Havn. - Tað var ein tíð, sum rópti eftir støðutakan. Einhvør við respekt fyri sær sjálvum [...] indignitatión var nærmast ørandi, og onkursvegna er tað væl eisini tað, eg sjálvur havi roynt rakt líka síðani. Fremsti dreymurin hjá mær sum rithøvundur er framvegis, at kunna lata eina kenslu í ein so flottan
lítismett, sum ein ullarlagdur úr Føroyum skuldi gera, at ein amerikanari fekk lívsviljan aftur í einum av hansara svárastu stundum í lívinum, vardi ikki prestafrúnna í Vági, tá ið hon ein dagin í summar [...] vísti, at hann skuldi alla ta longu leiðina yvir um hav til USA. Hóast pakkin var stórur í vavi, var hann lættur, tí í pakkanum var ikki annað enn eitt lítið sindur av føroyskari ull. Og uttan á pakkanum stóð [...] anum var sum ein vánaligur filmur. Hon skrivar, at so kom postboðið við eini stórari eskju frá Nicolinu. ? Spent læt eg hana upp og sá ta yndisligu, hvítu ullina, men so setti eg eskjuna frá mær og fór
høvubrýggj, er sonn úr enda í annan - har er hvørt orð sannleiki. Kunningin var ein vælmeint kunning til borgarar á Sandi. Hetta var kunning um viðurskiftini kring tilbúgving, nú Sandoyartunnilin letur upp [...] um vit kundu hava ein stuttan fund um samanlegging av brandliðinum í Sandoy eftir fundin í eldrasamstarvinum. Hetta játtaði hann. Á tí fundinum spurdi undirritaði, um tað ikki var ein møguleiki at leggja [...] at tey vilja strekkja seg til at gera ein felags brandlista, sum sipað verður til. Tað er ein listi við brandfólkum á, sum alarmsentralurin ringir út eftir. Ein slíkur brandlisti hevur ikki serliga nógv
Tórmóður Stórá var einasti umsøkjari til starvið, men Landssjúkrahúsið hevur tað prinsipp, at er bara ein umsøkjari til eitt slíkt starv, skal tað lýsast leyst av nýggjum og tað er hetta, sum eisini er [...] hesum føri. Men Kringvarpið sigur, at hetta prinsipp visti Tórmóður Stóra einki um og tískil hevur hann tikið umsóknina aftur ímeðan hann umhugsar støðuna. - Tað rann mær kalt niður eftir rygginum at hoyra [...] Landssjúkrahúsinum, sigur Bill Justinussen. - Okkara lítla stóra land er hóast alt so heppið at eiga ein psykiatara, sum í mong ár, trúfastur hevur røkt helst truplasta og tyngsta starvið í landinum. Nú høvdu
hjá fólki uttan fyri Keypmannahavn at granska í skjalagoymslunum hjá Rigsarkivet. Tað var m.a. hetta, sum gav mær íblástur til at fáa eitt samstarv í lag millum danska ríkisskjalasavnið og føroyska la [...] fólkateljingar, deyðsattesir frá 1871 til 1971 og “Medicinalindberetninger” frá 1817 til 1944. Hetta er bara ein lítil partur av tí, sum koma skal. Tí hesi skjøl koma bara frá tí fyrsta lastbilinum við skjølum [...] Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, sum vórðu flutt til Viborg til avmyndingar. Í næsta mánaði fer aftur ein lastbilur fullur av skjølum úr Keypmannahavn til deildina í Viborg, har tey eru serkøn í at avmynda
inn við móðurmjólkini, tá ið mamma hennara miðskeiðis í hálvfemsunum hevði hana við á tingfundir. Hetta var ikki sæð fyrr, so Birgit gjørdist samstundis fyrsti nýføðingur í tinginum, og politikkur fyllir [...] lesi Stjórnmálafrøði á Setrinum og tað hevur higartil givið mær góðan kunnleika um politisku skipanina, sum eg onkursvegna altíð havi verið ein partur av, eisini áðrenn eg fekk valrætt og valbæri sjálv, [...] at hava bæði Rúnu og Birgit Sivertsen á listanum til kommunuvalið, tí hetta ger listan meira umboðandi, sigur hann. - Rúna er ein av okkara royndastu kvinnuligu politikkarum og tað, at hon nú kann stilla
ðið var stevnan ikki rættiliga gomul, men kortini lat hon væl at. - Tað sær út til at virka ógvuliga væl. Teir fundir, sum tey hava fyriskipað, eru heilt framúr. Hetta virkar munandi betri enn ein messa [...] fyritøkur, sigur Elsa Einarsdóttir frá Icetrade. Hetta er sum nevnt aðrastaðni fyrstu ferð, at íslendskar fyritøkur eru við til FaroEXPO. - Eg havi við mær fýra íslendskar fyritøkur, og tær eru innan ymisk [...] ymisk virkisøkir, vindeygu, hurðar, marineteknikk og so er ein fyritøka, sum áður hevur handlað her í Føroyum við olju, smyrjiolju og líknandi, sigur Elsa Einarsdóttir. Hon heldur, at tað verður spennandi
fram, at tað vóru ov nógvar útgerðarhavnir, og at hetta hevði við sær, at eingin útgerðarhavn var brúkt fult út, sjálvt í hesum risastóra oljubýi. Ein oljuútgerðarhavn á Drelnesi, sum núverandi politiski [...] virksemi er í dag. Hesi bæði tiltøkini høvdu givið Suðuroy ein íblástur, sum er hart tiltrongdur, somuleiðis høvdu hesi bæði tiltøk givið ein áhuga ímillum hesar báðar partar, ungdóm og vinnu, sum uttan [...] Eg havi fyrr skrivað, at mær vitandi hava allir løgtings- og landsstýrismenn sagt, at útjaðarin skal mennast, men tá tað kemur til veruleikan, so eru politikarnir sum oftast orðloysingar, tí har hendur