Tit eru okkara einastu vinir

Icetrade, sum er íslendska útflutningsráðið, er, saman við fýra íslendskum fyritøkum, við á FaroEXPO á fyrsta sinni

FAROEXPO


Íslendingar eru við á FaroEXPO í ár, og stjórnin hevur eisini sent umboð fyri útflutningsráðið við til Føroya.
- Mín uppgáva er at tosa við føroyskar fyritøkur fyri at vita, um eg kann hjálpa til við handli báðar vegi millum Føroyar og Ísland. Tú kanst siga, at Føroyar í løtuni eru okkara einastu vinir í heiminum, og vit vilja fegin hava gott samband við øll tykkum og við fyritøkur, sum hava handlað við íslendskar fyritøkur, sigur Elsa Einarsdóttir frá Icetrade.
Hetta er sum nevnt aðrastaðni fyrstu ferð, at íslendskar fyritøkur eru við til FaroEXPO.
- Eg havi við mær fýra íslendskar fyritøkur, og tær eru innan ymisk virkisøkir, vindeygu, hurðar, marineteknikk og so er ein fyritøka, sum áður hevur handlað her í Føroyum við olju, smyrjiolju og líknandi, sigur Elsa Einarsdóttir.
Hon heldur, at tað verður spennandi at síggja, hvat kann koma burtur úr hesari ráðstevnuni fyri íslendsku fyritøkurnar.
Hon ætlar at nýta royndirnar frá í ár at arbeiða fyri, at fáa fleiri íslendeskar fyritøkur at koma við á FaroEXPO komandi ár.

Menna ferðavinnu
Íslendingar eru í løtuni í ferð við at umleggja útflutningsráðið (Icetrade) til at spenna víðari.
- Ja, Altingið hevur viðgjørt málið um at broyta Icetrade soleiðis sum tað sær út í løtuni, so at marknaðarføring av ferðavinnu eisini kemur at liggja undir útflutningsráðnum. Tá fer virkisøkið hjá okkum at umfata annað og meira enn bara útflugning og innflutning, sigur Elsa Einarsdóttir.
Ferðavinna er ein stórur partur av íslendsku inntøkunum, og tí má stórur dentur leggjast á at draga enn fleiri útlendingar til Íslands.
- Roknað verður við 500.000 ferðafólkum í ár, og tað er eini 10-12% fleiri enn framman undan. Tey koma fyri at síggja landið, sjálvandi, men eisini fyri at handla, tí íslendska krónan er so lág fyri tíðina, sigur Elsa Einarsdóttir.
Tá vit tosaðu við umboðið fyri íslendska útflutningsráðið var stevnan ikki rættiliga gomul, men kortini lat hon væl at.
- Tað sær út til at virka ógvuliga væl. Teir fundir, sum tey hava fyriskipað, eru heilt framúr. Hetta virkar munandi betri enn ein messa, har tú situr í tínum bási og bíðar eftir fólki. Takk skulu tey hava fyri at skipa fyri einari so góðaru ráðstevnu, sigur Elsa Einarsdóttir, umboð fyri Icetrade.