Fiskimenn gerast færri og færri

Eftir fimm árum er talið av fiskimonnum í føroyska fiskiskipaflotanum minkað við 160 monnum – og bara í fjør minkaði talið við 3,9%. Tað er í línuflotanum, at vit hava flestu ársverkini, og næst teimum koma ársverkini umborð á partrolarunum

Fiskifloti

 

Seinastu fimm árini, sum greiningin hjá Rasmussen & Weihe fevnir um, er tað umborð á línuflotanum, at vit øll árini hava havt tey flestu ársverkini.

Ført hevur verið fram, at línuflotin er øktur seinnu árini, samstundis sum veiðiloyvir hjá útróðrabátum eru løgd saman í størri eindir. Í talinum av ársverkum er kanska ein ávís ábending um hetta. Tó ikki so, at talan er um stóran vøkstur í ársverkum í línuflotanum í hesum tíðarskeiði.

Taka vit árið 2003, høvdu línuskip (omanfyri 110 tons) tilsamans 306 ársverk – og í 2007 var talið 322. Einir 12-14 mans eru við hvørjum báti, so hetta tal sigur okkum, at talan samanlagt er um smáar tvær manningar fleiri í 2007 enn í 2003.

Av árunum 2003-2007 var línuflotin ringast mannaður í 2004, tá talið av ársverkum var 294. Størstu manningina hevði flotin í 2006, tá talið av var 327.

 

Aðrir skipabólkar

Næst flestu ársverkini eiga partrolararnir. Hesi vóru 154 í tali í 2007, men vóru heili 212, tá tey vóru flest, nevniliga í 2003.

Talið av monnum, sum sigla við partrolara, er minkað øll hesi fimm árini síðan 2003 – við undantaki av árunum2006-2007, tá talið aftur vaks við 13 monnum.

Tann skipabólkur, sum hevur triðflest menn umborð, eru verksmiðjutrolarar.

Í 2003 vóru ársverkini umborð á hesum skipum tilsamans 184, men í 2007 vóru tey bert 128. Orsøkin er, at veiðiloyvi eru løgd saman, samstundis sum kvotagrundarlagið er økt.

Størsta broytingin í ársverkum hesi árini er umborð á rækjuskipunum.

Í 2003 høvdu 81 menn kjans við rækjuskipum, men í 2007 var talið bert 43 – ella tað mesta av eini helvt minni. Ringasta árið var kortini í 2005, tá bert 31 ársverk vóru umborð á rækjuskipum.

Rækjuskipini eru fækkaði nógv hesi árini, og í dag hava vit bert trý skip eftir, sum eru í vinnu. Tey eru Arctic Viking í Kollafirði og Fríðborg og Havborg í Leirvík.

Meðan tað hevur gingið striltið hjá Fríðborg og Havborg, tí skipin eitt nú vóru fyri óhappum í 2007, hevur gongdin hjá Arctic Viking verið lutfalsliga góð við einum fittum avlopi í rakstrinum.

 

Góðu kjansirnir

Ein av niðurstøðunum í greiningini hjá Rasmussen & Weihe er, at heimaflotin, sum veiðir ísfisk og leggur meginpartin av veiðini upp í Føroyum, er í tungum sjógvi. Hinvegin hevur gingið væl hjá verksmiðjutrolarunum og pelagisku skipunum, sum standa fyri teimum frægu úrslitunum í 2007.

Manningartalið umborð á pelagisku skipunum í 2007 var tilsamans 98 – og 128 umborð á verksmiðjutrolarunum.

Býtisprosentið hjá ymisku skipabólkunum er ymiskt, og tí er ikki altíð, at úrslitið hjá skipunum í hvørjum bólki sær sigur alt um inntøkuviðurskiftini hjá manningunum.

Summir bólkar hava hægri býtisprosent, og aðrir hava lægri.

 

Færri fiskimenn

Samanlagt minka ársverkini í fiskiskipavinnuni á hvørjum ári, og minkingin í 2007 í mun til 2006 er tilsamans 3,9%.

Í 2003 høvdu vit tilsamans 1.190 fiskimenn, og í 2007 var talið 1.030.

Hetta merkir, at 160 fiskimennn færri manna føroysku fiskiskipini eftir bert fimm árum.