Góði Gerhard, borgarstjóri í Skopunar kommunu!
Øll kunningin á Facebook, sum hevur elvt tær høvubrýggj, er sonn úr enda í annan - har er hvørt orð sannleiki.
Kunningin var ein vælmeint kunning til borgarar á Sandi. Hetta var kunning um viðurskiftini kring tilbúgving, nú Sandoyartunnilin letur upp um skamma stund.
Tær kunnugt, so er tað Sands kommuna, sum eigur ábyrgdina av tilbúgvingini Sandoyarmegin. Sum tú veist, so kemur tunnilin út í Sands kommunu.
Gerhard Lognberg, tað er Sands kommuna, sum stendur eftir við allari ábyrgd av tilbúgvingini. Tað hevði sømt seg betur, at oyggin stóð saman, sum vit gera í fleiri øðrum málum.
Gerhard, vit hava loyst málið - uttan tykkum!
Eg gjørdi eina roynd her í oynni at fáa kommunurnar at standan saman um felags sløkkilið, men tað eydnaðist ikki.
Sands kommuna hevur nú loyst trupuleikan. Tað er møguliga hetta, sum fekk ilt í borgarstjóran í Skopun, at vit hava loyst málið. Vælvildin frá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar sløkkiliði er stór.
Tá Gerhard roynir at skáksigla við at leggja meg undir at lúgva í hesum málinum er tað mær óskiljandi.
Tú sigur, at einki samskifti hevur verði millum kommunurnar í Sandoynni. Tú útstillar meg sum lygnarar, men tað slapp tú ikki væl frá.
Sannleikin um tíni stórtíðindi er hesin:
Tann 3. februar 2023 sendi undirritaði skriv til borgarstjórarnar, Linjohn í Skálavík, Gerhard í Skopun og Jákup Martin í Húsavík, har greitt varð frá, at tilbúgvin skal skipast sandoyarmegin, nú tunnilin letur upp.
Eisini varð greitt frá, at støðan hjá Sands kommunu er, at Sandoyggin átti at leggja saman í eitt felags sløkkilið. Hetta sløkkilið átti at hava ábyrgdina av tilbúgvingini í Sandoyartunnlinum og øllum vanligum sløkkiliðsuppgávum í allar Sandoynni.
Í skrivinum er sagt, at allur sløkkiliðsútbúnaður, sum er runt í bygdunum, verður varðveittur á staðnum og uppraðfestur.
Undirritaði hevði eisini uppskot um, at allir borgarstjórarnir seta seg saman at fyrireika samanlegging av brandliðunum í Sandoynni.
Skrivið endar soleiðis: Gott hevði verið, um tit kundu skrivað nøkur orð um tykkara meining.
Tann 10. apríl 2023 sendi undirritaði rykkjara eftir svari til brævið 3. februar, har eg greiddi frá, at mín inniliga vón var, at borgarstjórarnir kundu seta seg saman fyri at finna eina loysn.
Gerhard, tað lekur millum teori og praksis!
Tað undrar, at júst hetta málið hevur verið viðgjørt í Húsavíkar kommunu og í Skopunar kommunu á opnum bygdaráðsfundum. Tá ført verður fram, at einki samskifti hevur verið - ja, so lekur millum teori og praksis.
Svarið frá Húsavík var greitt. Tey vildu verða við at samráðast um at leggja brandliðini saman í eitt felags brandlið.
Greið tala.
Svarið úr Skopun var, at Skopunar kommuna vil ikki verða við til at hava felags brandlið við felags leiðara.
Greið tala.
Skopunar kommuna legði aftrat, at tey vilja strekkja seg til at gera ein felags brandlista, sum sipað verður til. Tað er ein listi við brandfólkum á, sum alarmsentralurin ringir út eftir. Ein slíkur brandlisti hevur ikki serliga nógv við tilbúgvingina í Traðardali at gera, men hevði blivið ein sjálvsagdur partur útkallingini, um tað bleiv eitt felags brandlið.
Skopunar kommuna kundi eisini strekkja seg til, at vit kundu lána útgerð úr Skopun, um tørvur var á tí. Samanlegging var eitt nei úr Skopun.
6. juli 2023 var fundur í eldrasamstarvinum, har allir borgarstjórarnir vóru samlaðir. Undirritaði helt, at hetta var eitt gylt høvi at gera eina seinastu roynd at leggja brandliðini saman.
Formaðurin í eldrasamstarvinum, Gerhard Lognberg, varð spurdur, um vit kundu hava ein stuttan fund um samanlegging av brandliðinum í Sandoy eftir fundin í eldrasamstarvinum.
Hetta játtaði hann.
Á tí fundinum spurdi undirritaði, um tað ikki var ein møguleiki at leggja verandi brandlið saman í felags sløkkilið við felags leiðslu. Har fekk eg enn einaferð at vita, at tað var ikki ein møguleiki.
Góði Gerhard! Tú hevur viðgjørt málið, men sigur einki samskifti hevur verið. Nú kann almenningurin sjálvur gera sær sína meting.
Eg greiddi frá, at Sands kommuna ikki megnaði uppgávuna viðvíkjandi tilbúgving í Sandoyartunlinum einsamøll, so vit føldu okkum noyddar at leita aðrar vegir.
Hetta er gjørt við sera góðum úrsliti, og tað eiga vit øll at fegnast um.
Samanumtikið kann staðfestast, at samskifti hevur verið, men tað bar ikki á mál, og tað harmist eg um, Gerhard Lognberg.
Nú hyggja vit frameftir við gleði og vón um bjarta framtíð fyri alla Sandoynna.
Vit koma at megna tilbúgvingina, soleiðis at koyrandi verður hin 21. desember 2023.
Vinarliga
Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu