Við deyðanum í hølunum

Deyðin hevur altíð verið ein týðandi drívmegi í skrivingini hjá Jóanes Nielsen. Og nú hann kennir, at tíðin er við at renna undan, gleðir hann seg til friðin - friðin at skriva og hvessa smáu detaljurnar, so stóra perspektivið umsíðir verður rætt


- Í prinsippinum eri eg deyður

Jóanes Nielsen, rithøvundur, festir sær í enn eina grøna Cecil, steðgar á og letur roykin blanda seg við orðini, sum hanga í luftini.

- Men tað er eisini í lagi, tí eg havi upplivað tað, eg skal. Eg eri 55 ár og havi ein blett á lunganum, so tað er ivasamt, hvussu langa tíð, eg havi eftir. Satt at siga er tað ein lætti at sleppa undan hesi ævigu jagstranina eftir vindinum. Umsíðir er friður at skriva.

Eina løtu hvørvur Jóanes inn í sínar egnu tankar. Á skrivaraborðinum liggur helvtin av einum handriti til eina nýggja skaldsøgu, og í huganum skavast enn fleiri metaforar og fiktivir persónar. Og beint nú er tað saman við teimum, at Jóanes hevur tað best.

- Í so máta eri eg nokk eitt relativt livandi lík. Tað er altíð onkur detalja, sum skal hvessast, so stóra perspektivið verður rætt. Og tá er deyðin ikki tann ringasta drívmegin, tú kanst hava. 



Altíð okkurt lík

Í út við 30 ár hevur Jóanes Nielsen brýnt og pussað søguna um tey smáu í tí stóra spælinum, tey kúgaðu, tey burturkveistraðu og tey, sum onkursvegna ikki fingu fótað sær í lívinum, tá treytirnar gjørdust ov náðileysar.

Og líka frá byrjan hevur deyðin ligið og lúrt í yrkingunum og søgunum í slíkt mát, at onkur hevur havt hug at kalla høvundan bart út nekrofilan. Heilt galið hildu summi tað vera blivið, tá Jóanes Nielsen lat frá sær fiktivu sjálvævisøguna Glansbílætasamlararnir, har ikki færri enn fimm av hansara skúlafeløgum doyggja á rættiliga ógvusligan hátt.

Jóanes grunar eina løtu yvir ákæruna.

- Jú, eg eri nokk hugtikin av menniskjaligum forfalli. Men við Glansbílætasamlararnum vildi eg eisini vísa, hvussu deyðin ávirkar í einum so lítlum samfelag. Í Føroyum er man altíð í familju við okkurt lík, og hvørja ferð onkur doyr, skapar tað eitt stórt hol í mentala tanngarðinum hjá fólki, tí tað rakar so hart.

Eina reindyrkaða morbida fasinatón av deyðanum kennir høvundurin seg tó ikki aftur í, tí fyri Jóanes er deyðin altíð partur av onkrum øðrum.

- Tingini hanga jú saman. Eg var 14 ár, tá eg fyrstu ferð fór til skips og uppdagaði, hvussu tunn plátan millum lítlu koyggjuna og stóru, eirindaleysu elementini var. Tað skapti eitt akutt deyðstilvit, sum eg seinni fann út av, at eg kundi brúka sum rithøvundur í royndini at lýsa eina størri ringrás, um tú vilt. 



Ósjónliga lúnningin

Nýggja deyðstilvitið var ikki tað einasta, sum skundaði undir spírandi høvundan at seta orð á heimin rundan um seg.

- Eg var 16 ár, tá eg upplivdi mína fyrstu knúsandi hjartasorg, samstundis sum eitt beist umborð happaði meg so illa, at tað mundi tikið lívið av mær sálarliga. Tað var tá, eg uppdagaði, at eg hevði eina sál, har tað áðrenn nokk mest bara hevði verið gjøgnumtrekkur, sigur Jóanes

Serliga var tað hjartasorgin, sum sveið illa hjá unga havnadronginum

- Tað var ræðuligt og eg fór at ivast í, um eg yvirhøvur var nakað verdur sum menniskja. Tá tú sum 16 ára gamal soleiðis upplivir, at alt títt spinkla lívsgrundarlag er farið at ridla, er ikki langt, til tú roynir at seta orð saman. Tað var nokk har tað byrjaði - trongdin at skriva, minnist Jóanes, og gerst eitt sindur nostalgiskur við minnini frá fyrstu tíðini til sjós.

- Eg haldi, at eg var nokkso fittur, so teir eldru menninir vóru góðir við meg, sjálvt um eg bara var ein langhærdur poppari úr Havn, sum sat har og trummaði Beatlesløg niður í borðið.

Og ungi popparin lærdi ikki so lítið av teimum eldru. Í dag er hann ikki í iva um, at harða sjálvsdiciplinið hjá monnunum umborð hevur hjálpt honum sum rithøvundur.

- Teir livdu jú í einum flótandi kleysti mánaðir á rað, so teir lærdu at dressera seg sjálvar til eitt slag av fangum innanfyri lúnningina. Tað er á leið tað sama, tú verður noyddur til, tá tú skalt fáa eina skaldsøgu lidna, sigur Jóanes, sum eisini hevur leitað sær íblástur í sjólívinum í sínum tekstum.

Sambært rithøvundanum er føroyska samfelagið nevniliga ikki ólíkt lívinum umborð á einum langfarartrolara.

- Í báðum førum hevur tú títt fasta pláss, og allanvegin rundan um er lúnningin, sum syrgir fyri, at tú ikki sleppur vekk. Í landi er lúnningin ósjónlig, men tess meir effektiv í mátanum, hon forðar fólki í at brúka sínar møguleikar - antin tí tey eru bangin, ikki hava ráð ella tí tað hvílir eitt forbannilisi yvir teirra eftirnavni. Eins og sjómenn hava fólk lyndi til antin at resignera ella tey dressera seg sjálvi til eitt slag av hampafangum fyri at yvirliva, sigur rithøvundurin. 



Eitt skinklut gangistativ

Leikluturin sum vældresseraður hampafagni er neyvan tað fyrsta, lesarar seta í samband við rithøvundan Jóanes Nielsen. Longu tíðiliga kom indignitatiónin vegna tey, sum onkursvegna vóru við skerdan lut, og við henni trongdin at gera uppreistur. Sum sjeytiárini liðu, gjørdist ungi yrkjarin ein av mest markantu ímyndunum hjá føroysku vinstrarørsluni. Yrkingarnar gjørdust hvassari, greinirnar meir bítandi og í einum tiltiknum útisjónleiki rykti Jóanes Nielsen seinasta klæðið av føroyska dupultmoralinum og politiska kávalætinum, tá hann sum ein annar Kristus læt seg krossfesta á Vaglinum í Havn.

- Tað var ein tíð, sum rópti eftir støðutakan. Einhvør við respekt fyri sær sjálvum mátti hava eina meining um tingini, so tað hevði eg eisini, sjálvt um onkrar av meiningunum í dag kunnu tykjast eitt sindur láturligar. Hinvegin, so sigi eg stórt sæð tað sama í dag, sum eg segði fyri 30 árum síðani - men vónandi uppá ein eitt sindur meir fyndugan máta, sigur Jóanes og minnist, at tað eisini var í vinstrahalla umhvørvinum, hansara fyrstu skaldsligu opinberingar raktu hann.

- Tað segði veruliga GISP, tá eg fyrstu ferð sá eina yrking hjá russiska yrkjaranum Majakovski. Kombinatiónin av flottum skaldsligum myndum og indignitatión var nærmast ørandi, og onkursvegna er tað væl eisini tað, eg sjálvur havi roynt rakt líka síðani. Fremsti dreymurin hjá mær sum rithøvundur er framvegis, at kunna lata eina kenslu í ein so flottan skaldsligan búna, at hon aldrin hvørvur aftur, sigur Jóanes.

Hann ásannar samstundis, at ein og flestu aðrir rithøvundar kennir hann seg nokk eisini kallaðan at siga okkurt rámandi um sína samtíð.

- Júst hvat tað skal vera, veit eg ikki. Men man vónar nokk altíð at hava skrivað okkurt, sum onkur kann brúka sum ein gelendara at halda fast í í trilvanini gjøgnum tilveruna - um tað so bara er eitt skinklut gangistativ, tey kunnu styðja seg til. 



Høvundur í stakkalastási

Jóanes Nilesen er fullgreiður yvir, at í royndini at siga okkurt rámandi hava hansara bersøgnu søgir og útsagnir onkuntíð rakað hart í lítla samfelagnum. Og hann viðgongur eisini, at hann onkuntíð hevur verið líka við at stegða sær sjálvum og sagt "nei, hetta kanst tú also ikki vera bekentur".

- Hinvegin veit eg, at tað netupp er tá, eg skal siga tað - beint, sum tað sá út sum, at nú var friður. Í tí løtuni, tú byrjar at hyggja at tær sjálvum við eygunum hjá øðrum, hevur tú gjørt títt lív til eitt helviti. Sum rithøvundur hevði eg tá sitið eftir við listarliga sjálvsvamlinum í hálsinum uppi yvir nøkrum bókum, sum rúka av dovna deyminum frá rotnandi líkum. So heldur liva við illsinnisglepsum frá onkrum firtnum lesara.

Sum rithøvundur, ið skrivar á føroyskum, hevur Jóanes Nielsen eisini lært seg at liva við, at hansara lesaraskari altíð fer at vera rættiliga avmarkaður. Ein heldur beiskur biti at svølgja hjá einum rithøvunda, sum ongantíð hevur dult yvir, at hann helst vil samanberast við europeiskar rithøvundar.

- Man kann jú royna at billa sær inn, at man sum føroyingur er kallaður til at skriva fyri eini útvaldari mystiskari sekt. Men slíkt er onki uttan stakkalastás. Sannleikin er, at allir rithøvundar fegnir vilja náa eini stórari lesarafjøld, og eg eri onki undantak, sigur hann. 



Dreymarnir á loftinum

Størsta partin av lívinum hevur Jóanes Nielsen verið arbeiðsmaður um dagin og 'skrivstovumaður', um hann kallar tað, um kvøldarnar og náttina, tá tað bar til at skriva. Men sjálvt um tey hava givið honum virðismikið tilfar, harmast Jóanes Nielsen í dag um øll árini, ið fóru sum arbeiðs- og fiskimaður.

- Eg hevði heldur enn fegin býtt minst 20 av teimum árunum um við at sloppið at arbeitt sum rithøvundur burturav. Sjálvt um hesi árini hava givið mær eitt dýrabært innlit í korini hjá arbeiðarastættini, so eru tey eisini orsøkin til, at alt ov lítið er komið burturúr hjá mær sum rithøvundur.

Tí hóvar tað honum eisini væl, at hann nú 'í prinsippinum er deyður' og ikki nýtist at jagstra nýggjar upplivingar longur, men umsíðir kann savna seg um at skriva.

Eitt skálkabros sníkir seg fram í eygunum á gamla provokatørinum

- Seinnu árini havi eg havt eina spann hangandi uttanfyri vindeyga, sum starvslønir og arvur so deiliga javnan eru dryppað niður í. So fyri fyrstu ferð í lívinum eru pengar ikki ein stórur trupulleiki. Eg havi eisini ovmikið at tilfari at bryggja søgur úr her á loftskamarinum í glæmin frá sigarettini og telduni í nøkur ár afturat, sigur Jóanes Nielsen.

Hann trýstir grønu Cecil'ina niður í øskubikarið og hyggur eitt sindur loyndarfullur upp aftur

- Tíbetur eru onki mark enn fyri, hvat tú kanst droyma innanfyri lúnningina.