Tað rann mær kalt niðureftir rygginum

Nú má Karsten Hansen beinanvegin taka í nakkan á leiðsluni á Landsjúkrahúsinum

- Dansurin er steðgaður, virðingin er steðgað og vit og skil er steðgað.

Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.

Avgerðin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum um ikki at seta Tórmóð Stórá í fast starv sum leiðandi yvirlækna á psykiatriska deplinum, vekir nú eisini politiskan ans.

Fyrstu at gera vart við seg, er Bill Justinussen og hann er í øðini inn á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

 

Tórmóður Stórá var einasti umsøkjari til starvið, men Landssjúkrahúsið hevur tað prinsipp, at er bara ein umsøkjari til eitt slíkt starv, skal tað lýsast leyst av nýggjum og tað er hetta, sum eisini er hent í hesum føri.

Men Kringvarpið sigur, at hetta prinsipp visti Tórmóður Stóra einki um og tískil hevur hann tikið umsóknina aftur ímeðan hann umhugsar støðuna.

 

- Tað rann mær kalt niður eftir rygginum at hoyra um viðferðina, sum okkara einasti psykiatari, Tormóður Stórá, fær frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sigur Bill Justinussen.

 

- Okkara lítla stóra land er hóast alt so heppið at eiga ein psykiatara, sum í mong ár, trúfastur hevur røkt helst truplasta og tyngsta starvið í landinum. Nú høvdu vit gylta møguleikan at kunna tryggja okkum hansara førleikar í føstum starvi mong ár framyvir, og soleiðis framtíðartryggja týdningarmesta starvið í samfelagnum, sigur tingmaðurin. 


- Men her steðgaði dansurin, her steðgaði virðingin, her steðgaði vit og skil, tí prinsippini komu í vegin.

 

- Álvaratos, hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki onnur prinsipp, sum ganga fram um setanarprinsipp, spyr tingmaðurin fyri Miðflokkin.

 

- Ein psykiatari bjargar mannalívum. Er tað ikki aðaluppgáva og høvuðsprinsipp á einum sjúkrahúsi at bjarga mannalívum, spyr hann somuleiðis

 

- Skulu møgulig mannalív víkja fyri "fjákutum fyrisitingarprinsippum" og hvat ger leiðslan tann dagin, ongin psykiatari søkir starv, spyr hann eisini.

 

- Hvat ger leiðslan tann dagin, bíðirøðirnar trí-, fýra- og fimmfaldast? Tá børn og ung við sálarligum kvølum í hópatali banka á læstar dyr hjá Landssjúkrahúsinum, tí ongin psykiatari søkti starvið?

 

Bill Justinuseen heitir beinleiðis á Karsten Hansen um beinanvegin at ”taka í nakkan á sjúkrahúsleiðsluni” og geva teimum eina greiða lektión um prinsipp, so tey ikki missa kalvan á stokkinum.

 

- Tað er avgerandi, at góða gongdin í psykiatriini heldur fram og tað er eingin ivi um, at Tormóður Stórá er lykilin og loysnin, sigur Bill Justinussen.