Suðuroy og økismenning

Suðuroy er ein av teimun útoyggjum, sum tørva nýggj arbeiðspláss, fyri at fólk kunnu trívast og harvið blíva verandi á staðnum.

Eg havi fyrr skrivað, at mær vitandi hava allir løgtings- og landsstýrismenn sagt, at útjaðarin skal mennast, men tá tað kemur til veruleikan, so eru politikarnir sum oftast orðloysingar, tí har hendur einki, uttan at nevndir og aðrir bólkar verða sett saman, og so sovnar alt burtur.

Tað skal ikki so nógv hugflog til frá almennari síðu fyri at útvega nøkur arbeiðspláss í Suðuroy, og kann eg vísa á tvey dømi:


1. Stór yvirskrift í Sosialinum:

Næmingar í Havn hava ongastaðni at búgva.

Fyri at loysa henda stóra trupulleika, kundu mynduleikarnir, samstundis sum studentaskúlin í Suðuroy verður útbygdur, eisini fingið bygt skúlaheim til næmingar úr øllum Føroyum í Suðuroy.

Henda loysnin hevði eisini havt tað við sær, at næmingar ikki høvdu verið noyddir at farið til Danmarkar fyri at fáa sær hesa útbúgving vegna íbúðartrot.

At hendan loysnin er tann bíligsta fyri teir almennu mynduleikarnar, kann tað ikki verða nakar ivi um, og at fingið byggiøki í Suðuroy til hesa loysn hevði neyvan verði nakar trupulleiki.

Somuleiðis fer tann nýggi SMYRIL at gera ferðingina væl styttri og betri millum Suðuroy og hin partin av Føroyum

Økt næmingatal á studentaskúlanum í Suðuroy hevði natúrliga gjørt útboðið til ungfólk í Suðuroy størri, tað er eingin ivi um tað.


2. ONS 2000 framsýning í Stavanger fyri feløg innan oljuídnaðin.

Á rundferð til útgerðarhavnir í Stavangerumráðnum kom tað týðiliga fram, at tað vóru ov nógvar útgerðarhavnir, og at hetta hevði við sær, at eingin útgerðarhavn var brúkt fult út, sjálvt í hesum risastóra oljubýi.

Ein oljuútgerðarhavn á Drelnesi, sum núverandi politiski myndugleiki hevur tikið undir við, hevði givið Suðuroynni eina natúrliga økismenning, tí hetta virksemi hevði ment seg, soleiðis at allir partar í samfelagnum kundu fylgt við menningini.

Teir kommunalu og landspolitsiku mynduleikar og vinnan í Føroyum høvdu havt lætt við at fylgt við menningini, tí økið er avmarkað til eitt pláss, Drelnes, har lítið og einki virksemi er í dag.

Hesi bæði tiltøkini høvdu givið Suðuroy ein íblástur, sum er hart tiltrongdur, somuleiðis høvdu hesi bæði tiltøk givið ein áhuga ímillum hesar báðar partar, ungdóm og vinnu, sum uttan iva kom at verða øllum Føroyum til gagns í framtíðini.


Finnleif Guttesen

Tvøroyri