Samrøða
Amnesty International, Føroya Deild fekk hósdagin kjakvirðislønina hjá Sosialinum, fyri stóra virksemið, ið felagið hevur havt farna árið. Vit hava hitt tær báðar kvinnurnar, sum í alt størri mun eru vorðnar andlitið hjá føroysku deildini av altjóða mannarættindafelagsskapinum. Margretha Nónklett, samskipari og Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty International, Føroya Deild hava verið við til, at gjørt Amnesty sjónligt í almenna rúminum. Men sambært Anniku Sølvará, er Amnesty International nógv meira enn tær báðar.
- Í Føroya Deildini eru nógv onnur fólk enn vit, og hesi gera eitt stórt arbeiði. Tí meti eg, at hesin heiður er til øll tey nógvu, ið eru og hava verið við í arbeiðinum hjá Amnesty, greiður Annika frá.
Gjørdu felagsskapin sjónligan
Tá Amnesty International, Føroya Deild 1. januar í 2005 á fyrsta sinni setti eitt fólk í fulltíðarstarv, sum samskipara, fekk felagið møguleika at gerast munandi meira sjónligt, og at fáa ein nógv virknari leiklut í føroyska samfelagskjakinum.
Í lýsingini eftir fólki varð søkt eftir einum fólki at gera eina strategiska virkisætlan fyri felagskapin. Høvuðsmálið var at økja um virksemi og limatali hjá deildini. Hetta varð millum annað gjørt við andlit til andlits átøkum, og hesi gingu sera væl.
- Vit tvífaldaðu limatalið upp á fimm vikur. Hetta gjørdi at vit kundu seta ein skrivara hálva tíð og økja enn meira um virksemið, greiðir Margretha Nónklett frá.
Seta lokalu dagsskránna
Leikluturin hjá lokalfeløgunum í Amnesty International broyttist nógv fyrst í hesi øldini, tá feløgini fingu víðkað mandat, soleiðis, at tey eisini kundu fáast við mál í egnum landi. Hetta hevur eisini havt sína ávirkan á arbeiði hjá Føroya Deildini.
- Eitt av málunum, ið vit settu í strategisku heildarætlanini var at gera Amnesty viðkomandi í egnum landi. Tað kann sýnast ringt at skapa áhuga, tá okkurt hendir langt burturi. Tá er lættara at skapa áhuga fyri málum, ið liggja nærri at okkum sjálvum. Men samstundis snýr Amnesty seg ikki bert um at hyggja at sær sjálvum, men í stóran mun eisini eftir hvat fer fram úti í heimi. Har skal vera ein javnvág. Vit hava eina altjóða ábyrgd og vit kunnu gera mun, sigur Margretha Nónklett.
Greiða støðu í mismunsmálinum
Eitt av lokalu málunum, ið hevur fylt nógv seinasta árið er málið um víðkan av mismunargreinini 266B.
Annika Sølvará greiðir frá, at hóast málið um 266B var eitt sera viðkvæmt mál fyri nógvar føroyingar, so var Amnesty als ikki í iva um, at felagsskapurin skuldi hava ein virknan leiklut í viðgerðini av hesum máli.
- Nøkur gjørdust kanska eitt sindur kløkk av, at vit meldaðu so greitt út í málinum um 266B. Men tey, sum hava verið limir í Amnesty International og sum kenna til okkara virksemi, vistu hvørja støðu, ið Amnesty hevði hesum viðvíkjandi.
Margretha Nónklett vísir ár, at kynsligur samleiki fyri Amnesty er at sammeta við eitt nú átrúna, húðarlit og uppruna, ið longu eru nevnd í mismunargreinini.
- Hetta eru alt mannarættindi. Tí er hetta partur av okkara mandati. Kring heimin eru nógvir samvitskufangar, ið eru fongslaðir orsaka av kynsligum samleika, so hetta er ikki nakað serføroyskt, men longu frammanundan ein partur av arbeiðinum hjá Amnesty International. Høvdu vit ikki tikið málið upp, høvdu útlendskar deildir gjørt tað, og mett hevði verið, at vit ikki røktu okkara skyldu, vísur Margretha á.
Í starvsvenjing hjá Amnesty
Herfyri var ein ung donsk kvinna í starvsvenjing hjá Føroya Deildini, sum part av lestri sínum í Århus. Hetta var fyrstu ferð, at tey royndu hetta. Annika Sølvará sigur, at hetta var ein sera góð roynd, og at tey vóna, at eisini føroyingar fara at velja hendan møguleikan fyri starvsvenjing. Danskir útbúgvingarstovnar geva møguleika fyri hesum, við at tú kanst fáa starvsvenjingina góðskrivaða. Margretha Nónklett greiðir frá, at henda unga kvinna orðaði eina ungdómsætlan fyri Amnesty International, Føroya deild.
Yngri limaskara
- Ein partur av okkara strategi var at raðfesta yngri fólk. Vit trongdu til ungar limir og limir kring Føroyar. Limaskarin var vorðin alsamt eldri og meirilutin var úr Havn, greiðir Margretha frá.
- Vit høvdu ikki orkuna at gera eina ungdómsætlan, tí kom væl við, at fáa ein í starvsvenjing, at arbeiða við hesum, sigur Margretha.
Ætlanin gongur fram til 2010 og undir heitinum attract, engage & involve snýr hon seg um at fáa fatur á teimum ungu, engagera tey og fáa tey at luttaka í arbeiðinum mannarættindum at frama. M.a. sigur ætlanin, at Amnesty skal vitja allar miðnámsskúlar einaferð um árið, og at Amnesty skal luttaka á útvaldum tónleikafestivalum. Virksemið, ið felagskapurin við góðari eydnu luttikið í farna árið.