Ullarlagdur úr Porkeri gav amerikanara lívsviljan aftur

Tað er ikki altíð tað stóra og dýra og stórfingna, sum skal til fyri at skapa gleði og takksemi

 

Ikki alt iÐ glitrar....

 

Áki Bertholdsen

 

 

 

Tað er ikki altíð tær stóru, dýru og stórfingnu gávurnar, sum skulu til fyri at gleða eitt annað menniskja. Tvørturímóti, tí ofta skal lítið til og ofta tað, sum er mest lítismett og onkisigandi fyri onnur.

 

Men at nakað so lítismett, sum ein ullarlagdur úr Føroyum skuldi gera, at ein amerikanari fekk lívsviljan aftur í einum av hansara svárastu stundum í lívinum, vardi ikki prestafrúnna í Vági, tá ið hon ein dagin í summar fór á posthúsið við einum lítlum pakka. Nicolina Beder hevur størsta áhuga fyri ull og hetta hevur eisini sett hana í samband við nógv fólk, ið hava sama áhuga sum hon sjálv, bæði í Føroyum og uttanlands. Uttanáskriftin á pakkanum, sum hon fór á posthúsið við hendan dagin, vísti, at hann skuldi alla ta longu leiðina yvir um hav til USA. Hóast pakkin var stórur í vavi, var hann lættur, tí í pakkanum var ikki annað enn eitt lítið sindur av føroyskari ull. Og uttan á pakkanum stóð, at hann skuldi til Marilyn van Keppel, Kansas City, USA.

 

Upprunaliga var hon lærari í matematikk á lærdum háskúla, men hevur eisini stóran áhuga fyri heimavirki, helst ull, hagreiðing av ull og binding og øllum, ið hevur við ull at gera. Og føroyska ullin er tann besta í verðini, sigur hon.

 

Síðani hon fór frá við eftirløn, hevur hon av álvara dyrkað áhugan fyri heimavirki. Hesin ansurin fyri ullini, hevur eisini ført hana til Føroya og hon hevur verið her fleiri ferðir. Hon er so áhugað í Føroyum og øllum føroyskum, at hon sigur, at tað er sum at koma heim, at koma til Føroyar. Hon hevur eisini fingið bókina um føroysk bundnaturriklæði, hana hevur hon síðani týtt til enskt og givið út í USA, tó at hon eisini hevur aðrar uppskriftir við í bókini.

 

Sjálv kom Nicolina Beder í samband við Marilyn fyri trimum, fýra árum síðani og í juni í ár var hon aftur í Føroyum, hagar hon hevði skipað fyri ferð fyri 28 øðrum amerikanarum. Tá heitti hon á Nicolinu um at halda fyrilestur fyri teimum um ull, um hagreiðing, spinning og binding.

 

? Seinni í summar var eg so í Havn, og har hitti eg fólk, sum kendu Marilyn van Keppel rættiliga væl og tey fortaldu mær, at hon hevði skrivað heim til Føroya og spurt, um tey kundu útvegað henni eitt sindur av ull.

 

? Men tey høvdu onga ull. Eg segði teimum so, at eg hevði verið á rætt í Porkeri í ullarroyting, og har hevði eg fingið upp í ein posa av hvítari og ljósamorreyðari ull.

 

Nicolina Beder sigur, at hon fekk so eitt sindur av svartari og gráari ull afturat frá Sirri í Vági.

 

? Eg fór so til húsar, vaskaði og turkaði ullina og valdi tað besta burturúr.

 

Hon sendi henni so ein lítlan pakka við einum fýra kilo av føroyskari ull í ymsum litum.

 

 

 

11. september

 

Tað bar ikki mætari til, at Marilyn van Keppel fekk pakkan úr Føroyum sjálvan 11. september, tann dagin, tá ið heimurin broyttist so at hann aldrin aftur verður tann sami.

 

Yvirgangskroppar høvdu júst framt tað herviligastu atsóknina nakrantíð við trimum flogførum sum livandi bumbum, slættaðu tær fremstu ímyndirnar av valdi, fíggjarligum og hernaðarligum, World Trade Center og Pentagon, við jørðina og beindu fyri einum 5.000 fólki í sama viðfangi. Onkustaðni hevur staðið, at ongantíð áður eru so nógv deyð upp á so stutta tíð, sum hesar minuttirnar í New York og í Washington.

 

Hendan lagnutunga dagin gjørdi Marilyn van Keppel tað sama, sum flest allir amerikanarar, og milliónir av fólki kring allan heimin. Hon sat forfard frammanfyri sjónvarpsskíggjan og trúi valla sínum egnu eygum um tað, sum opinbáraðist fyri henni.

 

Í einum brævi, hon hevur skrivað Nicolinu Beder 12. september, tað er dagin eftir yvirgangsatsóknina, greiðir hon sjálv frá, hvussu hesin dagurin gekk.

 

? Í gjár var ein sorgardagur og eg sat og hugdi eftir sjónvarpi tað mesta av degnum, forfard og bergtikin av teimum ræðuligu og ótrúligu myndunum, ið sendar vóru. Eg misti sambandið við veruleikan, og tað, sum fór fram á sjónvarpsskíggjanum var sum ein vánaligur filmur.

 

Hon skrivar, at so kom postboðið við eini stórari eskju frá Nicolinu.

 

? Spent læt eg hana upp og sá ta yndisligu, hvítu ullina, men so setti eg eskjuna frá mær og fór aftur at hyggja eftir sjónvarpi.

 

? Seinni seinnapartin tann dagin fór eg aftur eftir eskjuni og var gleðiliga ovfarin, tá ið eg tók ta hvítu ullina upp. Niðriundir var meiri ull í føgrum litum.

 

?Tað var hendan gávan, sum fekk meg aftur til veruleikan í mínum egna lívi og at ásanna, hvussu stór vælsignilsi, eg eri so heppin at eiga......

 

Nicolina Beder sigur, at hon varð so inniliga glað, tá ið hon fekk brævið frá Marilyn.

 

-? Eg ordiliga hitnaði innan. At hugsa sær, at ein lítil ullarlagdur úr Porkeri skuldi gleða hana so nógv. Og hava slíka ávirkan á hana í einari av hennara svárastu stundum í lívinum.