jólasøluni, er Jógvan Arge. Fjórða bókin í røðini »Teir tóku land« kom út stutt fyri jól, og sum vanligt fór hon beina leið inn á fyrsta plássið á topp tíggju listanum yvir mest seldu bøkur í 1999. Sjálvur [...] upp á triðja plássi. Uttan at taka nakað frá hesum báðum bókum, so hava vit tó skyldu at leggja afturat, at júst álmanakkar eru kravdir umborð á skipum og størri bátum, og tað hevur stóra ávirkan á søluna [...] hevur upplivað ein hóp á vegnum runt knøttin, og tey eru ikki so fá, sum hava hildið tað sama, tí bókin hjá Duritu gjørdist nummar fýra. Á fimtaplássi finna vit fyrstu skalsøguna á topp tíggju listanum.
hæddarpunktunum á konsertini. Zigeunerweisen hjá Pablo Sarasate. Orkestur og fiól. Solistur á fiól var Nikolaus Kapnas og hann hugtók. Meistarliga fuku fingrar hansara aftur og fram á lítla og viðkvæma [...] umboðað Føroyar í altjóða tónleikakappingum. Sirpur og solistar Fyrst á skránni var Tjóðsangurin. Vakurt ljómaði ?Tú alfagra land mítt? hjá Símun av Skarði og Petur Alberg. Síðani fór orkestrið undir eina [...] und ein Abend eftir Frans von Suppé. Solistur á cello var Søren Møhl, sum í mong ár hevur leikað við Symfoniorkestrinum í Aalborg. Síðani var Jógvan Waagstein á skránni og vakra yrkingin hjá Christian Matras
halda, at hesin stovnurin framhaldandi eigur at vera almennur. Á sama hátt sum heilsuverkið eigur at verða alment og fyri øll. Tørvurin á einum optimalum samferðslukervi er so stórur, at vit nøkta hann [...] tað ikki tingmaður, sum er ónøgdur við ferðaætlanina, so eru tað borgarar, sum hava okkurt at fýlast á. Hetta er bara so. Nú er júst Strandferðslan ein so týðandi stovnur, at tað slepst ikki undan at standa [...] At politikarar so eisini oftani seta stovninum órímulig krøv ger ikki støðuna lættari. Soeliðis sum land okkara er háttað við nógvum oyggjum og bygdum er innanoyggja samferðslukervið ein av grundarsteinunum
Dublin, sum byrjaðu at spæla saman á einari Pub. Í 1967 fingu teir teirra veruliga fyrsta hit, tað var sangurin ?Seven drunken Nights? aftaná henda sangin, kom verðulig ferð á leiðin, gekk til Albert Hall í [...] hevur verið boð eftir teimun at spæla runt um allan heimin sigur John Sheahan. Føroyar er eitt deiligt land Hetta er triðu fer at Dubliners eru í Føroyum. Ørsøkin til at teir koma aftur er, at teir dáma sera [...] hepnar at sleppa til Føroya at spæla og vónandi verður hetta ikki sístu ferð at vit seta okkara bein á hesar vøkru regnutu oyggjar. Dáma ikki Metalica Nógvir av sangunum sum Dubliners hava gjørt eru vorðin
Tá ein hoyrir Hergeir Nielsen á tingsins røðarapalli, dugur hann sum fáur, á góðum føroyskum sjálvandi, at velja sær orðini, sum bæði eru litføgur og mergjaði. Í grundini líkist hann ikki sørt partamanni [...] einki, bert føgur orð, men eingin gerð. Í Sosialinum í gjár roynir Hergeir Nielsen at bjarga tí í land, sum hann heldur stendur til at bjargast. men neyvan nakrantíð er Hergeir Nielsen komin so jánkasliga [...] undir bæði líkt og ólíkt. Men hví skulu hesir báðir ultrakonservativu liberalistar ikki eisini líkjast á skrift? Tað fær illa verið øðrvísi. Síðan tekur hann enn einaferð fram sítt egna bluffnummar við uppskotinum
Tá hesi funnu útav, at kristindómurin hevði tak á fólkinum, so misbrúktu tey kristnu læruna til at vinna sær sjálvum makt og gloymdu boðskapin um frið á jørð, næstrakærleika, fyrigeving, mildni. Maktgirndin [...] Gudstrúnna - Jesu evangelium -, er ein innilig, markleys trúgv og álit á Gud. Teir gomlu høvdu Jesus við sær, hvar teir enn ferðaðust - á útróðri, í haganum, í bjørgunum - ja, allastaðni. Um teir altíð vóru [...] gjørdist nú í mongum førum stóri kappingarneyti hansara á arbeiðsmarknaðinum. Atstøði fram um royndir Vit fingu eitt annað samfelag, har dugnaskapur á skúlabeinki var týdningarmesta kravið, vildi tú fram
inni á tingið, um júst hetta. So løgið kann tað vera. Manningin á Halgafelli fær eisini rósandi orð á vegnum frá skiparanum; tí hóast teir svóvu tá skaðin hendi, vóru teir ótrúliga skjótir upp á dekkið [...] Tað var skiparin sjálvur, sum stóð á brúnni, tá Halgafelli rendi á land, innanskers við Andoynna í Norðurnoregi. Hann sigur, at veðrið var ringt; hvassur vindur við grovum ælingi, tá tað hendi, og í slíkum [...] stuni Nú hann er komin upp á turt, og situr og hyggur aftur á tað, sum fór fram, rósar hann norsku sjóverjuni fyri skjótt arbeiði. ? Eg haldi teir siga, at teir skulu vera á staðnum, í seinasta lagið tjúgu
eisini størri bjargingarskip á leiðina við tí fyri eygað, at gera fast á skipið og toga tað til lands, men tað var ikki hugsingur um, tí veðrið á leiðini har Halgafelli fór á land, var rættiliga illfýsi. Hvassur [...] Halgafelli var á veg úr Myhre, í Lofoten, til Tromsø, tá tað bar við flúrin, og klokkan 01.55 fekk bjargingartænastan í Bodø boð frá skipinum. Torbjørn Jacobsen, skipari, var sjálvur á brúnni tá tað tók [...] upprunaliga hildu. Klokkan var tjúgu minuttir í seks í morgun, tá Halgafelli sakk á 30 metra dýpi, tætt við Andoynna. Skipið liggur á positiónini 69,10 stig norður og 15,39 eystur. Allir hava tað gott Øll manningin
trúgvi eg ikki. Jákup Sverri Kass vísir á atkvøðubýtið fyri fólkatingsvalið í 1998, har bert ein av teimum átta, ið fingu mestar atkvøður, var frá meginøkinum. Hann vísir á, at øll hini ovastu valevnini vóru [...] at føroyska valskipanin sum skjótast eigur at verða broytt. Hann vísir í fyrispurningi til løgmans á, at verða Føroyar eitt valdømi, so noyðast politikarar at hugsa landspolitiskt. Harafturat heldur hann [...] føroysku valskipanina, soleiðis, at øll valdømini verða løgd saman til eitt valdømi fyri alt Føroya land. Eisini spyr Jákup Sverri Kass - um svarið til fyrra spurningin er nei - um løgmaður, sum formaður
Koltri. Hús og úthús skulu aftur í uppruna stand. Talan er um húsini Niðri í Gerð. Løgin byrjan Byrjanin á sólskinssøguni er heldur løgin, tí Bjørn Patursson, bóndi, er vanur at greiða ferðafólki í Koltri frá [...] sín og skrivaðu ráðharrarnir undir avtalu um at flyta aftur fornlutir til Føroya. - Í kjalarvørrinum á teimum komu so onnur fólk, t.d. formaðurin í Carlsberggrunninum. Hann og fylgi vitjaðu Trónd og Páll [...] tí hann sá, at vit eru her, búgva her, og ætla at reka landbúnaðarvirksemi í pagt við tað, sum er á staðnum. Ístaðin fyri at taka friðaðu fornminnini, sum ein trupulleika, so hava vit valt at hava okkara