Klokkan var farin beint av hálvgun tvey gjáranáttina, tá Halgafelli, av Glyvrum, bar við ein flúr uttan fyri Andoynna í Norðurnoregi.
Halgafelli var á veg úr Myhre, í Lofoten, til Tromsø, tá tað bar við flúrin, og klokkan 01.55 fekk bjargingartænastan í Bodø boð frá skipinum.
Torbjørn Jacobsen, skipari, var sjálvur á brúnni tá tað tók, og hann fór alt fyri eitt undir at fáa skipið av aftur, samstundis sum hann boðaði norsku bjargingartænastuni frá.
Tað eydnaðist at fáa skipið av aftur, men skaðin skipið hevði fingið var so stórur, at tað fekk alsamt størri slagsíðu.
Halgafelli sigldi innanskers, og umstøðurnar eru ikki serliga lagaligar hjá fólki, sum ikki er staðkent, men skiparin varð biðin um at sigla norður um Andoy eftir einum losi.
Klokkan tíggju minuttir yvir tvey gjørdi skiparin av, at manningin skuldi fara av skipinum, og hesum boðaðu teir eisini norsku bjargingartænastuni frá.
Teir høvdu tá sent tveir skjóttgangandi bjargingarbátar til Halgafelli, og teir vóru hjá skipinum beint áðrenn klokkan trý.
Rak móti landi
Eftir at tað hevði eydnast skiparanum at fáa skipið av aftur, tók tað at reka, samstundis sum tað fyltist meira og meira við sjógvi.
Alt bendi á, at skipið fór at søkka innan alt og long tíð var fráliðin, og tað var eisini endin, hóast tað gingu meiri enn fýra tímar áðrenn skipið fór til botns.
Bjargingartænastan sendi eisini størri bjargingarskip á leiðina við tí fyri eygað, at gera fast á skipið og toga tað til lands, men tað var ikki hugsingur um, tí veðrið á leiðini har Halgafelli fór á land, var rættiliga illfýsi.
Hvassur vindur og grovur ælingur, og tað hevði alt við sær, at tað ikki var møguligt at bjarga skipinum.
Bent Ove Jamtli, vakthavandi bjargingarleiðari hjá norsku bjargingartænastuni í Bodø, sigur við Sosialin, at umstøðurnar vóru ikki til at bjarga skipinum, tí tað vísti seg, at veðrið var nógv verri enn teir upprunaliga hildu.
Klokkan var tjúgu minuttir í seks í morgun, tá Halgafelli sakk á 30 metra dýpi, tætt við Andoynna.
Skipið liggur á positiónini 69,10 stig norður og 15,39 eystur.
Allir hava tað gott
Øll manningin, uttan skiparin, lá í koyggjunum, tá tað brast.
Kortini gekk ikki long tíð, áðrenn allir sum ein stóðu í draktum á dekkkinum, klárir at fara í bjargingarbátin, og tað gjørdu teir lítla løtu seinni.
Hóast teir lógu í bátinum í ein góðan hálvan tíma áðrenn teir vóru tiknir umborð á Knut Hoem, sum bjargingarbáturin eitur, so var støðan góð, og teir hava tað allir gott.
Tá vit tosaðu við skiparan í gjár, høvdu teir júst fingið sær ein bita, og løtu seinni fóru teir í býin at keypa sær klæðir, tí, sum hann tók til:
? Men hvussu vit skulu koma í býin veit eg ikki, tí vit eru meiri ella minni skóleysir, sigur Torbjørn.
Hann væntar, at manningin fer beina leiðina til Føroya í dag. Skipið er tryggjað í Føroyum og av tí at reiðaríið eisini er í Føroyum, verður sjóforhoyri eftir øllum at døma her.
Bangnir fyri dálking
Halgafelli var júst farið aftur í sigling nú tað sakk, og hevði tískil nógva olju umborð.
Tað var eisini tað, sum hevði størstan áhuga hjá løgregluni í Noregi, tí teir eru sera bangnir fyri oljudálking.
Torbjørn Jacobsen, sigur, at Halgafelli hevði 138.000 tons av olju umborð, umframt 9 tons av smyrjiolju.
Teir komu úr Lofoten og vóru á veg til Tromsø eftir frystum makreli, sum teir skuldu flyta til Murmansk, nú óhappið hendi.
Halgafelli varð bygt á Skála Skipasmiðju í 1985, og var 1957 BRT til støddar.