Eitt valdømi spøkir aftur

Jákup Sverri Kass, tingmaður, vísir í fyrispurningi til løgmans á, at vit eiga at gera Føroyar til eitt valdømi. Hetta mál hevur fleiri ferðir fyrr verið uppi og vent

? Tað er uppá tíðina, at vit føroyingar fáa møguleikan at velja politikarar, sum vit meina eru teir frægastu, óansæð, hvar í landinum teir koma frá.

Jákup Sverri Kass, tingmaður, heldur, at føroyska valskipanin sum skjótast eigur at verða broytt. Hann vísir í fyrispurningi til løgmans á, at verða Føroyar eitt valdømi, so noyðast politikarar at hugsa landspolitiskt. Harafturat heldur hann, at hetta fer at noyða allar politikarar at seta seg í samband við alt Føroya fólk, og ikki bert tey, sum búgva í júst teirra valdømi.


Skulu hugsa landspolitisk

Tinglimur Sjálvstýrisfloksins hevur orðað løgmanni fyrispurning um føroysku valskipanina. Hann spyr løgmann, um landsstýrið í løtuni arbeiðir við nøkrum ætlanum um at broyta føroysku valskipanina, soleiðis, at øll valdømini verða løgd saman til eitt valdømi fyri alt Føroya land.

Eisini spyr Jákup Sverri Kass - um svarið til fyrra spurningin er nei - um løgmaður, sum formaður fyri samgonguni, meinar, at farast skal undir at broyta valskipanina eins og virkandi valskipan í Grønlandi soleiðis, at vit fáa eitt valdømi fyri Føroyar.

Jákup Sverri Kass vísir á, at nýggja valskipanin í Grønlandi stóð sína roynd í fjør, og vísti tað seg, at skipanin førdi við sær, at fólk hugsa meira um, hvønn persón tey velja, enn hvaðani í Grønlandi hann er.

Hetta heldur tingmaður Sjálvstýrisfloksins vera ógvuliga gott. Hann heldur tað nevniliga vera umráðandi, at vit sum skjótast fáa politikarar, ið hugsa landspolitiskt í staðin fyri lokalpolitiskt.


Einki tap fyri útjaðaran

? Tað hevur fyrr verið frammi, at Føroyar sum eitt valdømi fór at føra við sær, at nærum allir politikarar í landinum fara at koma frá meginøkinum, og at útjaðarin verður taparin, men hesum trúgvi eg ikki.

Jákup Sverri Kass vísir á atkvøðubýtið fyri fólkatingsvalið í 1998, har bert ein av teimum átta, ið fingu mestar atkvøður, var frá meginøkinum. Hann vísir á, at øll hini ovastu valevnini vóru frá økjum uttanjfyri Havnina, og eru tað tískil valevni uttanfyri Havnina, ið eru teir stóru stemmuslúkararnir.

Hetta heldur Jákup Sverri Kass vera ógvuliga gott dømi um, at fólk ikki hugsa lokalt, tá tey atkvøða til fólkatingsvalið. Hann meinar, at Føroya fólk skal fáa sama møguleika at atkvøða fyri tí persóni, tey halda vera best egnaðan, til løgtingsvalið, sum til fólkatingsvalið.