TAÐ fer ikki dagur, at Strandferðslan ikki fær toyggið. Er tað ikki tingmaður, sum er ónøgdur við ferðaætlanina, so eru tað borgarar, sum hava okkurt at fýlast á. Hetta er bara so. Nú er júst Strandferðslan ein so týðandi stovnur, at tað slepst ikki undan at standa fyri skotum. Tí hetta at skula veita eina góða og trygga tænastu til allar landsins borgarar hvønn dag í árinum er eingin løtt uppgáva. At politikarar so eisini oftani seta stovninum órímulig krøv ger ikki støðuna lættari. Soeliðis sum land okkara er háttað við nógvum oyggjum og bygdum er innanoyggja samferðslukervið ein av grundarsteinunum undir lívi og menning. Og her hevur Strandferðslan ein týðandi leiklut, ja so avgerandi, at tað er ikki ov nógv sagt, at Strandferðslan er meginlívæðrin í samfelagnum. Eins og aðrir stovnar hevur hesin stovnur avmarkaðar fíggjarkarmar at halda seg innan fyri. Men ynskja politikararnir at liva upp til ynski og krøvi teirra til henda stovn, so eru teir eisini noyddir til at geva honum tann pening, sum honum tørvar fyri at kunna veita eina tænastu, sum somu politikarar ynskja/krevja.
VIT teljast millum teirra, sum halda, at hesin stovnurin framhaldandi eigur at vera almennur. Á sama hátt sum heilsuverkið eigur at verða alment og fyri øll. Tørvurin á einum optimalum samferðslukervi er so stórur, at vit nøkta hann ikki, um tað privata hevði fingið hesa uppgávu at røkja. Men vit meta eisini konstruktivan kritikk at vera part av menningini av Strandferðsluni við teimum lýtum, sum stórir og tungir almennir stovnar altíð vilja hava. Ein týðandi deild undir hesum stovni er Farstøðin, sum m.a. skal kunna brúkaran um ferðaætlan og broytingar í ferðaætlan ol. Tá fólk frá Sosialinum skuldi til Klaksvíkar kvøldið fyri nýggjársaftan varð ringt á Farstøðina í Havn, og har vóru boðini, at seinasti túrur úr Lorvík var klokkan 20.50. Farstøðin gloymdi bara at siga frá, at broyting varð gjørd í ferðaætlanini, soleiðis at hesin túrurin varð tikin av skránni. Og við sviðusoð vóru teir mongu bilførararnir og fólk annars, ið ikki høvdu lagt til merkis lýsing í bløðunum um broyting í ferðaætlanini. Umframt at upplýsingin av Farstøðini var skeiv, so varð broytingin í ferðaætlanini heldur ikki skrásett á tekstvarpinum.
SLÍKT eigur ikki at henda. Slíkt skal pplýsingartænastan forða fyri. Hon er ein týðandi partu av einum slíkum brúkarastovni sum Strandferðsluni. Tað má ikki henda, at hon gevur skeivar upplýsingar. Hetta er skrivað í bestu meining og sum ein áminning til stovnin um at bøta uppá tey viðurskifti, sum halta. Hetta skal ikki skiljast sum ein niðurgerð av teimum mongu fólkum, sum starvast hjá Strandferðsluni. Tey gera eitt gott arbeiði. Men tað er bæði rætt og rímuligt at gera vart við manglar og brek, og tað skal tí eisini vera vón okkara, at informatiónsparturin av SL fæst at virka optimalt í komandi tíðum.