Jólasølan av føroyskum bókum er tiltikin, og í so máta vóru jólini í 1999 einki undantak.
Eitt ótal av føroyskum bókum kemur út hvørt ár, og heldur ikki har var 1999 nakað undantak.
Felags fyri tær flestu teirra er, at tær koma út stutt undan jólum, og frágreiðingin til tað er sjálvsøgd. Bókasølan í desember er nógva ferðir størri enn hon er í restini av árinum, og tá tað snýr seg um pengar, so er tað skilligt at útgávan er løgd soleiðis til rættis.
Tá talið av bókum er stórt, so er sjálvsagt størri »vandi« fyri, at sølan verður meira smábýtt, men tað er uttan iva nakað, sum høvundarnir og útgevarar teirra takað við.
Kortini eru bøkur, sum søluliga skara framúr, og heldur ikki í so máta var árið 1999 nakað undantak.
Jógvan Arge og
álmanakkarnir
Tann, sum uttan iva hevur gjørt størsta kvettið av jólasøluni, er Jógvan Arge.
Fjórða bókin í røðini »Teir tóku land« kom út stutt fyri jól, og sum vanligt fór hon beina leið inn á fyrsta plássið á topp tíggju listanum yvir mest seldu bøkur í 1999.
Sjálvur letur Jógvan Arge væl at og tað hevur hann allar orsøkir til. Tað skal tó sigast, at tað munnu vera fáir høvundar, sum gera so nógv við marknaðarføringina av bók síni, sum júst Jógvan, tí hann er nógv úti og signerar bøkur.
Harafturat kemur so tann veruleiki, at evnini Jógvan skrivar um eru evni, sum upptaka fólk, og tað sæst beinanvegin aftur á søluni.
Í hølunum á bókini hjá Jógvani koma báðir álmanakkarnir.
Tann »vanligi« hjá Gamla Bókahandli er tann, sum hevur selt mest, men frágreiðingin til tað er uttan iva, at Skipalistin 2000 kom ikki út fyrr enn um miðjan desember mánaða.
Hetta hevur ávirka jólasøluna skeivan veg, men hóast tað megnaði Skipalistin at sníkja seg upp á triðja plássi.
Uttan at taka nakað frá hesum báðum bókum, so hava vit tó skyldu at leggja afturat, at júst álmanakkar eru kravdir umborð á skipum og størri bátum, og tað hevur stóra ávirkan á søluna.
Konubrotið Durita
Í fjør stevndi ein seglbátur inn móti Sands bygd fyri fyrstu ferð í fleiri ár.
Skiparin umborð var Durita og við sær í førninginum heim hevði hon eina ferðafrásøgn frá túrinum kring bláu gongustjørnuna.
Einki er at ivast í, at hetta konubrot hevur upplivað ein hóp á vegnum runt knøttin, og tey eru ikki so fá, sum hava hildið tað sama, tí bókin hjá Duritu gjørdist nummar fýra.
Á fimtaplássi finna vit fyrstu skalsøguna á topp tíggju listanum. Tað er bókin hjá Gunnari Hoydal, sum eitur Dalurin fagri, og hon er tann seinasta av bókunum, sum hevur selt fleiri enn 1000 eintøk.
Bókin um Tjaldri seldi, sambært bókahandlunum eisini sera væl, men hon er ikki við í listanum, tí hon er donsk!
Fólkalív og hetjur
Tað, sum sermerki »hitlistan« er, at tað tykist sera torført hjá yrkingarsøvnunum at finna pláss á listanum.
Einasta yrkingarsavn, sum hevur fingið pláss á topp 10 listanum er Spei spei hjá Tóroddi Poulsen, og tað sníkir seg inn á tíggjunda plássi.
Sama ger seg galdandi við skaldsgøunum, sum hóast tær eru fleiri á listanum, ikki selja serliga nógv.
Kári Árting, sum rekur Bókasøluna í SMS metir, at tað er nokk tí, at vit enn leira eftir hetjum og vísir á bøkurnar hjá Jógvani Arge og Duritu Holm.
? Einki er galið við teirra bókum, minni enn so, men eg haldi tað vera løgið, at ein høvundi, sum Jens Pauli Heinesen seldir so lítið, tí tað er eingin ivi um, at hann dugir framúr væl at skrivað, sigur Kári og leggur afturat, at ein skaldsøga um sjólívið kanska hevði selt væl.
Jøvn framgongd
Bókahandlar vit hava tosað við kring landið siga annars, sum við einum munni, at tað framvegis er vøkstur í bókasøluni ár undan ári.
Gamli Bókahandil, Bókasølan í SMS og Alfa Bókahandil í Klaksvík siga allir, at teir hava selt væl meir enn teir gjørdu árið frammanundan.
Orsøkin til meirsøluna er, sambært teir tríggjar bókahandlarnar betraðu fíggjarligu umstøðurnar í landinum, við einum farra av størri lestrarhugi millum føroyingar.
Kári Árting sigur, at bókasølurnar hava merkt eina øking í søluni tey seinastu árini .
? Líka síðani vit vóru heilt á botni í kreppuárunum hava vit merkt ein støðugan vøkstur, og tað er sjálvsagt at frøast um, bæði hjá høvundum, útgevarum og handlunum, sigur hann.