hana í dag og at hon í roynd og veru verður til eina fríkirkju? ? Tað kann ikki sigast nóg ofta, at kirkjan verður yvirtikin óbroytt og tí eigur ongin at stúra fyri sjálvari yvirtøkuni. Og tað er ikki [...] hoyrt orð ella eið og ti ber hann ótta fyri, at kirkjan framvegis fer at verða skúgvað til viks í sambandi við yvirtøkuna, eins og hann sigur at hon var tað undir seinasta landsstýrið. Og hann heldur ikki [...] at kjakið fer inn á skeivt spor og tað vildi verið óheppið. ? Kjakið skal líta frameftir og ikki aftureftir til eitt uppskot, sum ikki er annað, enn júst eitt uppskot og ikki ein endalig avgerð av nøkrum
brennivínsfløskur og ølfløskur í bíðirúminum. Tí er lætt at hugsa sær, at okkurt óregluligt er farið fram dagin fyri. Læknin, sum var á vakt tann dagin, er farin av landinum í summarfrí, og henni fingu vit [...] vit ikki hendur á.
trongligt er á Gripsvegnum, og hetta darvaði sløkkiliðnum nakað. Tann eini bilurin hjá sløkkiliðnum kom at standa ov nær við eldin, og tað hevði við sær, at rútar, ljós og spegl smeltaðu. Sløkkiliðið hevði [...] celloteks-plátur í 1992, tá kunngerðin um brunatrygd og brunaverju varð sett í gildi. Hann sigur, at hesar pláturnar hava verið nógv nýttar síðan fimmti- og sekstiárini. Tær hava tó fleiri góðar eginleikar [...] tveir rútar vóru heilir, tá sløkkiliðið kom á staðið, og tað var skjótt at hesir eisini brustu í hitanum. Húsini á Gripsvegnum standa sera tætt, og tí var tað skjótt at eldurin tók í takskeggið á øðrum
størri skattainntøku og sum nevnt eisini minni nýtslu. Fólkatal og búseting Hóast positivu gongdina og góðu útlitini hjá kommununi ? við ongum arbeiðsloysi, sterkum vinnulívi, ongari skuld og nógvum miljónum [...] 9%, bæði í fjør og árið fyri, so økingin stendst av øktari inntøku hjá borgarum og partafeløgum. Kommunan hevði eisini aðrar rakstrarinntøkur í 2001, eitt nú frá dagrøktini, havnini og svimjihylinum. Hesar [...] bygd í 2001, og onnur vóru í gerð. Kommunan sigur, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum er vaksandi, og kommunan hevur fleiri umsóknir liggjandi um grundstykkir í útstykkingini millum Gadd og Kvíggjarheygg
kol - og tað skotið ræddist eg. Men eg hevði fylt 7 ár, so í skúla mátti eg. Mamma fylgdi mær í skúlan og so var sloppið. Mær dámdi væl at ganga í skúla, minnist Malla. - Men einaferð vórðu eg og trý onnur [...] verfaðir mín, og eg plagdi onkuntíð at minna hann á ta ferðina, tá hann setti okkum eftir, flennir Malla. Trý fríggjarabrøv ein dag Malla er sera skemtingarsom og hevur lætt til látur og tá prátið kemur [...] torvi, hevði brøvini hjá sær og fór nakað burtur frá at lesa. Í skellilátri sigur hon, at brøvini vermdu - og sólin vermdi. Hvør skrivaði betur enn annar. Men hvussu var og ikki, staklarnir, ið brøvini
var alt kaos, og tey tóku fyrsta stigið inn í ein nýggjan og ókendan heim. Tey hittust í Amsterdam, og vóru øll á veg til Peru gjøgnum AFS. Á flogvøllinum stóðu fólk frá felagskapinum og tóku í móti ungu [...] øðrum spældi hon sjónleik við børnunum, lærdi tey at tosa og skriva enskt og at spæla floytu og guittar. Foreldrini hjá hesum børnum vóru fátøk, og høvdu einki serligt at bjóða børnunum heima. Sum oftast [...] ungu ferðafólkunum, og uttanfyri lá hitin og bíðaði sum eitt heitt og kvalandi teppi. - Tey, sum tóku ímóti okkum, skuldu øll hava ein koss á kjálkan. Tað var eg slett ikki von við. Samstundis, sum eg skuldi
hesa vikuna og í síðstu viku eru tey farin til arbeiðis fyrr enn vanligt, og tá ið neyðugt er, verður arbeitt nakað longri enn vanligt. Hósdagin í síðstu viku vóru partrolararnir, Jaspis og Ametyst, inni [...] inni við 140.000 pundum av upsa; teir høvdu stuttan túr. Fríggjadagin vóru Safir og Smarad í Saltangará. Skipini vóru full, 260.000 pund tilsamans. Nú mánadagin var lemmatrolarin, Vesturvarði inni. Teir [...] farið verður í summarfrí í Saltangará, byrja tey aftur tíðliga í august í ávikavist Havn, Vestmanna og í Miðvági. Á Fiskaviking á Tvøroyri verður eingin steðgur í summar.
Tað er kortini vit, ið taka tað avgerðina, og Landsstýrið hevur sagt, at tað leggur ikki uppí. Leiðslan í Fiskavirking er eisini samd við hesari avgerðini, og tað væl eisini tað besta fyri Fiskavirking [...] mió. kr. í Føroya Fiskavirking, sum tá var illa rakt av kreppuárunum. Men síðani er vent í holuni, og Føroya Fiskavirking hevur seinastu 4 árini havt góðar 56 milliónir í yvirskoti. 2001 gav Framtaksgrunni [...] sølan hjá Fiskavirking er voksin við góðum 120 mió. frá 1999 til 2001. Í tráð við politiska viljan og ætlaninar við Framtaksgrunninum, so verður Føroya Fiskavirking nú lýst at vera til sølu. Næstu mánaðirnar
alla tíðina og nógvan fepur, millum 40 og 41 gradir. Ein rygmarvsroynd varð tikin og røntgenmyndir av høvdinum hjá honum. Men ikki var greitt, hvat tað var, sum bagdi Zakaris, og hann versnaði og versnaði [...] teirra barn, sum lá har og var so sjúkt, og tá tey játtaðu, segði hann nøkur orð úr Bíbluni og bað Harran vera við teimum. - Tað var sera rørandi og vakurt av honum, siga Begga og Súlberg við ein munn. Herpes [...] hann og tað er ikki frítt, at hann gevur mær eitt smíl. Hann byrjar at riðja aftur og fram á stólinum og sigur nøkur ljóð, sum eg ikki skilji. Men Begga veit beinanvegin, hvat tað er hann vil, og hon bíðar
framleiðslu aðrastaðni, og hvørjar avleiðingar fær tað? Fiskavirking virkar væl og stabilitetur er í vinnuni. Tí fer alt rumblið í samband við eina sølu at skapa óneyðugan ófrið, og verður til ampa fyri vinnuna [...] útlendskum kapitaláhugamálum, og Føroya landsstýri um vit kunnu siga, at vit hava eitt landsstýri tekur ikki støðu til hetta stórmál. Kapitalurin hevur eingi landamørk, og tað er ikki óvanligt, at fremmandur [...] vinnu og í føroyska lokalsamfelagnum, sum flestu føroyingar halda, at vit skulu eiga. Annaðhvørt í einum felagsskapi ella í ávísum eindum. Sum er, kunnu vit stýra vinnuni. Fer hon á útlendskar hendur, hava