Hesar bleytu pláturnar, sum húsini vórðu klødd við innan, lata eitt sera eldfimt gass frá sær, tá hitin fer uppum 70 hitastig. Hetta sigur Kartni Jacobsen, leiðari hjá sløkkiliðnum í Havn. Hann var sjálvur á staðnum sunnunáttina, tá tveir smádreingir lótu lív í einum ræðuligum eldsbruna.
Pláturnar, sum tapetið er fest á, hava verið bannaðar at nýta í húsum seinastu tíggju árini, tí tær eru so sera eldfimar. Kartni greiðir frá, at gassið beinleiðis fýsir úr plátunum, tá tað gerst heitt.
Eygnavitni hava greitt frá, at eldurin brádliga blussaði upp, og orsøkin til tað er gassið frá plátunum.
Bannað síðan 1992
Petur Olsen á Brunaumsjón Landsins upplýsir fyri Sosialinum, at forboð varð sett ímóti at nýta celloteks-plátur í 1992, tá kunngerðin um brunatrygd og brunaverju varð sett í gildi.
Hann sigur, at hesar pláturnar hava verið nógv nýttar síðan fimmti- og sekstiárini. Tær hava tó fleiri góðar eginleikar. Tær doyva væl ljóð uttanifrá, regulera vætuna í rúmum og so eru tær sera hentar at arbeiða við, tí tær eru lættar at skera.
Petur Olsen sigur, at tá menn eisini fóru at klæða hús uttaná við bleytum plátum, var bannið sett í gildi. Tær bleytu pláturnar, sum verða nýttar uttaná húsum, verða nevndar Norbit-plátur.
Bygningar, sum verða nýttir til dagstovnar og skúlar, verða ikki góðkendir av Brunasumsjón Landsins, um teir eru klæddir við celloteks-plátum.
Tað eru sostatt fleiri hús í Føroyum, ið hava tær eldfimu celloteks-plátur í stovunum.
Húsini vóru ikki at bjarga
? Tá vit komu á staðið vóru húsini ikki til at bjarga. Tað sá eg eisini heimanifrá, at eldurin longu var ov stórur. Tað var ikki hugsingur um at sleppa inn, og vit arbeiddu mest við at bjarga hinum húsunum í grannalagnum, tí eldurin var so smátt farin at breiða seg, sigur Kartni Jacobsen. Hann leggur afturat, at talan bert var um sekund, frá at eldurin festi í aðrastaðni við.
Bara tveir rútar vóru heilir, tá sløkkiliðið kom á staðið, og tað var skjótt at hesir eisini brustu í hitanum.
Húsini á Gripsvegnum standa sera tætt, og tí var tað skjótt at eldurin tók í takskeggið á øðrum húsum. Tað eydnaðist tó sløkkiliðsmonnunum at steðga eldinum, so at hann ikki breiddi seg.
Sera trongligt er á Gripsvegnum, og hetta darvaði sløkkiliðnum nakað. Tann eini bilurin hjá sløkkiliðnum kom at standa ov nær við eldin, og tað hevði við sær, at rútar, ljós og spegl smeltaðu. Sløkkiliðið hevði sum heilt torført við at nærkast húsunum, tí hitin frá eldinum var øgiligur.
Stór mannamúgva
Boðini um eldin komu um fýra tíðina á nátt. Hetta er tíðin, tá náttklubbarnir í Havn lata aftur, og tí var ein stór mannamúgva savnað rundanum eldsbrunan.
Kartni greiðir frá, at onkur hevði til frægd at tveita fýrverk uppá takið á húsunum. Hann heldur, at fólk áttu at duga sær hógv í slíkum álvarsomum løtum. Eisini verður sagt frá, at fullir menn fóru til hendurs nærhendis húsunum, og at løgreglan mátti leggja uppí.










