Foreldur at menningartarnaðum: Tað krevur tol og nógva umsorgan

Zakaris Klakstein úr Klaksvík fekk herpes virus á heilan, tá hann var knapt tvey ára gamal. Hetta hevði við sær heilaskaða, og at hann bleiv lammaður í høgru síðu og eisini fekk hann epilepsi. Harumframt fekk talusentrið hjá honum skaða.
Foreldrini hjá Zakarisi, Begga og Súlberg Klakstein greiða her frá søguni um Zakaris, sum bara er vorðin verri og verri fyri upp gjøgnum árini av øllum anføllunum, sum hann javnan hevur havt

Klaksvík:
Zakaris hyggur eitt sindur smæðin upp á meg, men eg fái tó eygnakontakt við hann og tað er ikki frítt, at hann gevur mær eitt smíl. Hann byrjar at riðja aftur og fram á stólinum og sigur nøkur ljóð, sum eg ikki skilji. Men Begga veit beinanvegin, hvat tað er hann vil, og hon bíðar tolin, inntil hann fær orðið fram.
" Kaffi og kremkeks!" kemur tað at enda frá honum.
Í dag fær hann tó ikki kremkeks, tí framman fyri honum á borðinum liggja tvær Aero sukurlátaplátur. Hann tekur ta einu plátuna og rættir hana til mín. Fyrst helt eg, at hann bjóðaði mær hana, men á hansara hondrørslum skilji eg skjótt, at hann vil hava meg at koyra hana upp fyri seg.
Eg tosi við hann, og fái aftur eitt fitt smíl, sum verður upp aftur størri, tá eg rætti honum sukurlátaplátuna.
- Hann etur so avbera skjótt, sigur Begga og smílist til Zakaris, meðan hon kínir honum eymliga um ennið.
Zakaris er menningartarnaður, men hann veit, hvat hann vil, og tá hann hevur sett sær eitthvørt fyri, so verður tað soleiðis. Óansæð, hvat tað er. Og tað setur krøv til tey, sum dagliga eru um hann.
- Tað skal sera nógv tol og nógv umsorgan til at hava ein sum Zakaris, sigur Begga
Begga og Súlberg eiga fýra onnur børn.Tvey eldri enn Zakaris og tvey yngri.
- Tað hevur óivað verið torført hjá teimum, at eg alla tíðina havi verið noydd at taka mær av Zakaris fyrst. Til dømis um morgunin, tá tey skuldu í skúla, so noyddist eg fyrst at fáa Zakaris upp og lata hann í, vaska honum, geva honum heilivág og morgunmat, áðrenn klokkan trý korter til átta, tí tá kom bilurin eftir honum. Og tað er sanniliga ikki bara sum at siga tað, tí ofta so passar tað honum ikki, og so ger hann seg tvøran og vil ikki av fetanum. Og tá er tað mangan, at eg havi skríggjað eftir hjálp innan, meðan eg samstundis havi roynt at verið so tolin sum gjørligt uttan, sigur Begga.

Onki bústovnspláss
Síðani Zakaris varð liðugur í skúlanum hevur hann verið til umlætting í Dáanum um dagarnar frá klokkan tíggju og út á seinnapartin. Men nú hevur hann stuðul 25 tímar um vikuna. Og er framvegis í Dáanum, men einans seinnapartar.
- Vit hava søkt um at fáa hann inn á nýggja bústovnin, men tað er ikki eydnast okkum enn at fáa hann inn, men vit vóna tað, sigur Begga og leggur aftur at, at tað er við blandaðum kenslum at hon letur ábyrgdina frá sær.
- Tí man vil altíð, sum foreldur at einum hjálparsleysum barni, tryggjað sær, at tað hevur tað so gott sum gjørligt altíð. Tíbetur hava vit altíð havt góða heilsu, men eg stúri fyri framtíðini. Sjálvandi biðja vit til, at vit fara at hava góða heilsu, men vit eru komin upp í árini nú, og verða sanniliga ikki yngri, so tað kann vera so skjótt, at okkurt hendir. Og um so er, hvat so við Zakaris, spyr Begga.
Hon heldur, at tað manglar okkurt til børn sum Zakaris í Klaksvík. Tí, sum hon hevur skilt tað, so er dagumlættingin í Dáanum í veruleikanum bert til menningartarnaði børn. Men hann er so framvegis har.
- Zakaris treingir til at sleppa út millum onnur, tí hann hevur verið sera einsligur, síðani hann varð liðugur í fólkaskúlanum. Hetta hevur millum annað havt við sær, at hann er vorðin smæðin, halda foreldrini bæði.
Tey siga eisini, at Zakaris er nógv verri fyri í dag enn hann var, tá hann var yngri.
- Eg haldi at hann versnar, sigur Begga. Hon helt, at skaðin, sum hann fekk í heilan, tá hann var 19 mánaðar, fór at standa í stað, men sannleikin er, at hann er vaksin við Zakarisi.
Tá Zakaris var lítil kundi hann finna upp á at fjakka runt um í grannalagnum, men í dag fer hann slettis ikki út, um ikki onkur er við honum. Hann kemur heldur ikki um eina gátt ella trappur uttan, at tað verður tikið í hondina hjá honum. Soleiðis var tað ikki fyrr, tá hann kláraði seg nógv betur sjálvur.
- Tað er sum at hava eitt lítið barn, tú kanst ikki rýma ? ikki ein gongd í fimm minuttir, so tað er sera bundisligt, sigur Begga.
At síggja til er Zakaris ikki illa fyri, tí hann etur sjálvur og hann skilur alt, sum verður sagt við hann, men hann fær ikki svarað aftur. Hann dugir at ganga sjálvur og fær staðið lítlar løtur, men honum dámar best at sita kortini. Bæði foreldrini og Zakaris sjálvur eru bangin fyri, at hann skal detta um hann stendur ov longi, tí beinini kunnu bara brádliga detta undan honum. Og so dettur hann so langur, sum hann er.
Begga heldur, at tey mongu anføllini sum hann hevur fingið upp gjøgnum árini hava gjørt sítt til at støðan er, sum hon er í dag.
Hann hevur tikið í túsundatali av tablettum, sum tá saman um kemur ikki hava hjálpt nóg væl.
Hann hevur onkuntíð tikið upp til trý sløg av heilivági í senn, og tá var hann so í ørviti, at tað var onki skil á honum. Men tað bleiv so broytt.
M en tað er framvegis stutt millum anføllini, sum gera at ikki ein og hvør setur seg fyri at hava Zakaris. Anføllini hava sjálvandi eisini sína ávirkan á hini systkini, tí øll eru tey so avbera góð við hann og vilja honum tað besta.

15.01.1985
Zakaris varð føddur 26.06.1983. Hann vigaði 4.150 gramm og var tað størsta barnið hjá Beggu og Súlberg. Hann var ein lívsglaður drongur, sum var farin at ganga og var byrjaður at siga nøkur orð, tá tey varnaðust, at hann í januar 1985 ikki var, sum hann plagdi at vera. Hann var sløvur og svav sera nógv.
Tann 15. januar 1985 stendur rimmarfastur í minninum hjá Beggu og Súlberg. Meðan tey ótu døgurða varnaðust tey, at Zakaris var heilt skeivur í høgru síðu í andlitinum. Tey fóru so til kommunulæknan við honum, men hann helt, at drongurin mundi hava fingið fárasjúkuna, so tey fóru heim aftur við honum.
Seinni út á dagin versnaði hann, og fekk fepur og krampar, sum førdu við sær, at tað rykti fyrst bara í andlitinum á honum, men tað spreiddi seg skjótt til allan kroppin. Hetta endaði við einum epileptiskum anfalli, sum var sera ógvusligt og komu fleiri aftur at eisini.
Begga og Súlberg gjørdu skjótt av og fóru á sjúkrahúsið við honum.
Har fekk Zakaris Stesolid, sum er heilivágur móti epilepsi, gjøgnum alla náttina. Begga heldur tað vera løgið, at hann bleiv við at fáa Stesolid, tí tað var eyðsæð, at tað ikki hjálpti nóg væl, tí drongurin hevði framhaldandi krampar, hóast hann fekk heilivág.
- Eg sá, hvussu tað rykti í honum alla tíðina. Hann megnaði heldur ikki at hava suttuna í munninum, greiðir Begga frá.

Ongin diagnosa
Morgunin eftir bleiv Zakaris so sendur til Landssjúkrahúsið. Hann hevði krampar alla tíðina og nógvan fepur, millum 40 og 41 gradir.
Ein rygmarvsroynd varð tikin og røntgenmyndir av høvdinum hjá honum. Men ikki var greitt, hvat tað var, sum bagdi Zakaris, og hann versnaði og versnaði. At enda fekk hann iltmangul, tað sást serliga væl á hondunum og føturnum, sum høvdu hug at blána.
Tað stóð illa til hjá honum hesa tíðina, meðan hann lá á B8. Hann var fjarur og virkaði so langt burtur. Hann græt so at siga ikki, og Begga fekk ikki samband við á nakran sum helst hátt.
Serliga minnist Begga til, at læknin plagdi at lyfta hann upp á akslarnar fyri at fáa alt slímið, sum hópaði seg upp í hálsinum, út.
- Eg minnist, at læknin lyfti hansara lítla einans 20 mánaðar gamla kropp upp og alskyns slangur og rør hingu úr honum. Tað var ræðuligt at síggja, sigur Begga.
Hon sigur, at í fyrstuni fekk hann vanligan heilivág móti menegitis, men tað var ikki menegitis, sum Zakaris hevði, so tað hjálpti ikki.
Síðani royndi tey at geva honum ein kur móti virus. Hesin kurur vardi í eina góða viku, og tað sá út sum tað hjálpti.
- Vit fegnaðust um hetta sjálvandi, tí fepurin fór niður, og vit fingu samband við okkara lítla fitta drong aftur.
Tá kururin var liðugur, var Zakaris so mikið væl fyri, at hann slapp aftur á Barnadeildina at liggja, og øll vóru so fegin. Men tó, skaðin var hendur, tí Zakaris var lammaður í høgru síðu.
At enda var Zakaris so mikið væl fyri, at avgjørt bleiv at sondan í nøsini, har hann fekk føði, skuldi takast úr.
Nú steðgar Begga á eitt lítið bil, men heldur so fram.
Eg gloymi ongantíð tann eina sunnudagin, sigur hon so.
- Eg hevði fingið Zakaris at eta eina lítla undirskál av eplamosi og sós við skeið. Og øll vóru so glað um hetta stóra framstigi. Hann sovnaði í føvninginum hjá mær og eg legði hann í songina.
Tá var tað so, at ein fekk ikki døgurða á sjúkrahúsinum , so tá eg hevði lagt hann, fór eg til eina sjúkrasystur og segði henni, at eg fór til systur mína at eta, og at eg hevði lagt Zakaris at sova.
Eg var nóg illa liðug at eta, tá tað bankar upp á dyrnar hjá systur míni. Tað var ein rættiliga uppøst sjúkrasystur, sum bað meg fara oman á Landssjúkrahúsið, tí okkurt var við Zakarisi. Eg spurdi, hvat tað var, men tað visti hon ikki at siga við vissu, men tað var okkurt við, at hann hevði spýð.
So við miklum skundi aftur á sjúkrahúsið. Tá vit komu oman var ongin at síggja nakrastaðni. Zakaris var burtur og ongin lækni var at síggja heldur. Men so at enda komu tey aftur við honum og tá stóð so illa til, at hann varð lagdur til respirator, tí hann megnaði ikki at anda sjálvur.
Zakaris hevði spýð eina lítla løtu eftir, at eg var farin. Spýggjan var farin í lunguni. Og tey høvdu so roynt at pumpa spýggjuna úr aftur, men hann var so mikið vánaligur, at hann mátti í respirator, sigur Begga stillisliga, meðan hon hyggur upp á Zakaris.
Hann hevði havt so nógvar slangur og rør og dropp av ymiskum slag sett til kroppin hjá sær, at æðrarnar hjá honum vóru so illa farnar, at tað einasta staði, sum tey kundu seta droppið til var í pannuni.
- Tá tey komu við honum og eg sá hann, tá helt eg, at alt var yvirstaðið. Eg hugsaði, at nú missa vit hann. Hann sá so vánaligur út. Hann var í koma, og tey høvdu rakað ein part av hárinum vekk, fyri at kunna seta droppið til, so hann var ikki til at kenna aftur. Haraftur at søgdu tey, at blóðtrýstið var sera lágt, greiðir Begga frá.
Hetta var tríggjar vikur eftir, at tey vóru komin til Havnar, og framvegis var ongin diagnosa sett.

Niður á Ríkissjúkrahúsið
Begga fílist á, at tað kom ongantíð nakar barnalækni og setti seg niður við teimum og greiddi teimum frá, hvat bagdi soninum. Ella bert tosaði við tey um støðuna. Tey siga, at tað kendist sum læknarnir runnu undan teimum heldur enn at tosa við tey.
- Um tey ikki vistu, so kundu tey fyri tað minsta havt sagt okkum tað, men ikki ein gongd tað. Ongin segði nakað fyri okkum, so hetta var ein ræðulig tíð merkt av óvissu og ótryggleika.
Tað bleiv so avgjørt at senda Zakaris á Ríkissjúkrahúsið.
Begga og Súlberg sluppu ikki við í sjúkrabilinum vestur á flogvøllin, tí tað var ikki pláss, so tey fóru við bussinum.
- Allan vegin vestur royndu vit at halda eyguni við sjúkrabilinum, men vit sóu hann ikki. Tá vit so komu umborð á Sam og spurdu um sjúkrabilurin ikki skuldi við, og teir søgdu seg onki vita um tað, byrjaði eg at blíva bangin, sigur Begga.
Hon sigur eisini, at tað er løgið, sum alt kann fella samstundis, tí tá tey komu til flogvøllin, tá blivu tað rópt, at tað var telefon til tey.
- Eg ivaðist ikki í, at tað vóru ring boð, at nú var Zakaris deyður.
Men tað var tað tíbetur ikki. Tað var pápi Súlberg, sum ringdi fyri at spyrja, hvussu tað hevði gingist at fáa Zakaris vestur.
Túrurin niður gekk fínt. Begga sigur, at tey sótu fremst í flogfarinum og høvdu Zakaris frammanfyri sær. Millum ferðafólkini var eisini Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum. Men hann var so ikki landsstýrismaður tá. Hann spurdi, um tað var teirra barn, sum lá har og var so sjúkt, og tá tey játtaðu, segði hann nøkur orð úr Bíbluni og bað Harran vera við teimum.
- Tað var sera rørandi og vakurt av honum, siga Begga og Súlberg við ein munn.

Herpes virus
Á Ríkissjúkrahúsinum bleiv Zakaris, sum framvegis tá lá í respirator, fyrst koyrdur á neurokirurgiska deild, men tað gjørdist beinanvegin greitt, at har hoyrdi hann ikki heima.
Og endiliga bleiv diagnosan stillað. Zakaris hevði fingið Herpes virus á heilan, sum hevði havt umfatandi heilaskaða við sær.
Hann bleiv síðani fluttur á epedemi avdeiling M, sum er ein intensiv avdeiling.
- Tað, sum eg minnist best, er, at inni á stovunum stóð ein sjúkrasystir við hvørja song og hevði eyguni eftir respiratorunum. Onki annað var at hoyra inni á hesum stovunum uttan ljóðið frá maskinunum, sum hjálptu sjúklingunum at anda, greiðir Begga frá.
Zakaris lá eina viku á hesi deildini. So fekk hann heilivág fyri lungnabruna, sum hann hevði fingið av spýggjuni í lungunum. Aftan á tað, slapp hann úr aftur respiratorinum, og glað vóru Begga og Súlberg.
Síðani bleiv hann fluttur á neuromedesinska barnadeild. Og tá byrjaði tað av sonnum at ganga framá hjá honum. Og skjótt eisini.
- Hann livnaði upp, tá hann sá øll hini børnini, og stór framstig vóru at síggja hvønn dag.
Tey vóru niðri í tilsamans tríggjar vikur, so sluppu tey heim. Heim við sær fingu tey eitt skriv frá einum lækna, sum lýsti Zakaris at vera lívligan, glaðan og pjátrandi.
- Tá kendu vit hann aftur, tí tá líktist hann tí lívsglaða drongi, sum vit høvdu áðrenn ræðuliga dagin, 15. januar 1985.
Zakaris var niðri tríggjar ferðir til kanningar eftir hetta og aftan á tað, komu læknar niðri frá til Landssjúkrahúsið at kanna hann.

Meira Aero
- Eftir hetta var tað líka sum, at vit fingu byrjað lívið aftur. Tó at alt var broytt, tí nú høvdu vit ein sjúkan drong, sum skuldi hava heilivág hvønn dag. Men hann fór bæði í barnagarð og skúla, og tað gekk fínt,tí tá vóru dagarnir innihaldsríkir og hann hevði samband við onnur børn hvønn dag, greiðir Begga frá.
Tey siga bæði, at uttan at taka nakað frá øðrum, sum hava verið um Zakaris, so vilja tey nevna lærarinduna hjá Zakarisi. Betta á Dalinum, tí hon fekk so nógv burtur úr við honum, og hann var so góður við hana og hon við hann.
Zakaris fær javnan anføll og hevur fingið tað síðani hann var trý ára gamal. Av tí orsøk hevur hann upp gjøgnum árini tikið nógv ymisk sløg av heilivági.
- Vit hava roynt so mong sløg av heilivági, men onki tykist at hjálpa nóg væl, tí hann fær anføll kortini. So nú hava vit næstan mist trúnna upp á, at tað finst ein heilivágur, sum kann hjálpa honum. Vit eru vorðin skuffaði so ofta, at nú orka vit ikki at seta okkum upp, tá eitt nýtt slag av heilivági skal roynast, tí vit eru so bangin fyri at verða vónbrotin enn einaferð, sigur Súlberg.
Tey bæði vita ikki at siga fyri vissu, hvat bagir Zakarisi í dag, tað vil siga, hví hann er sum hann er, men tey halda, at tey regluligu anføllini hava havt síni árin á hansara sinnalag.
Sinnalagið á Zakaris hevur nógv at siga fyri huglagið í heiminum á Uppsalagøtu.
- Tá Zakaris er glaður, er mamma eisini glað - og umvent, so tað er hansara sinnalag, sum avger, hvussu dagarnar verða. Tað er bara so, og onki er at gera við tað, sigur Begga at enda og Súlberg nikkar samtykkjandi.
Meðan eg geri meg til at fara, kemur stuðulin eftir Zakaris og ætlar at fara ein gongutúr við honum. Men tað passar ikki honum beint tá, tí hann er vorðin tystur aftur og krevur at fáa ein drekkamunn, áðrenn tey fara.
Tey vaksnu, sum eru til staðar vita, at tað nyttar onki at mótmæla, so hann fær ein drekkamunn og beinanvegin rættir hann mær ta seinnu Aero sukurlátaplátuna, og eg koyri hana upp fyri hann, gevi honum hana og takki fyri meg.