Fiskavirking føroysk ella útlendsk?

Oddagrein

Nú skal flaggskipið í føroysku vinnuni seljast. Framtaksgrunnurin samtykti mánadagin, at Fiskavirking skal seljast fyri hægsta boð. Og so er líka mikið, um talan er um eitt føroyskt boð, ella um útlendingar strúka avstað við United Seafood. Vinnumálastýrið fer ikki at forða fyri, at Fiskavirking verður selt útlendskum kapitaláhugamálum, og Føroya landsstýri um vit kunnu siga, at vit hava eitt landsstýri tekur ikki støðu til hetta stórmál.

Kapitalurin hevur eingi landamørk, og tað er ikki óvanligt, at fremmandur kapitalur eigur týðandi vinnufyritøkur í øðrum londum. Útlendingar eiga enntá tænastu- og flutningsfyritøkur í øðrum londum. T.d. í Danmark. Tí er einki løgið í tí, at Unilever ella Findus ella Danfood keypir meirilutan í ella alla Fiskavirking! -Ella er tað nakað løgið í hesum? Skulu vit ikki bara venja okkum við tankan? Ella skulu vit kanska vera á varðhaldi?

Flakavirkini vórðu í nóvum førum reist eftir kreppuna í fimtiárunum sum bygdafyritøkur fyri at útvega fólki arbeiði og virka tann fisk, sum annars fór á bretska ella týska marknaðin. Hetta vórðu ikki bara bygdavirki, men tey gjødust í flestu førum tann virkandi sálin í tí lokala samfelagnum, sum bygda- ella oyggjafólkið stóð saman um. Har var lív, arbeiði, mentan og haðani komu inntøkurnar - okkara útflutningsvirði.

Hóast nógv broyttist við kreppuloysnini hjá Rikardi Mikkelsen o.ø., so eru virkini hjá Fiskavirking kortini nakað serligt í føroyskari vinnu og í føroyska lokalsamfelagnum, sum flestu føroyingar halda, at vit skulu eiga. Annaðhvørt í einum felagsskapi ella í ávísum eindum.

Sum er, kunnu vit stýra vinnuni. Fer hon á útlendskar hendur, hava vit mist møguleikan at stýra. Verður United Seafood bara ein lítil liður í stórari ketu, skal arbeiðið á virkjunum í Føroyum kanska lagast til framleiðslu aðrastaðni, og hvørjar avleiðingar fær tað?

Fiskavirking virkar væl og stabilitetur er í vinnuni. Tí fer alt rumblið í samband við eina sølu at skapa óneyðugan ófrið, og verður til ampa fyri vinnuna. Harafturat hastar tað avgjørt ikki at selja ella ein-skilja Fiskavirking.

Um so er, at Fiskavirking partú skal einskiljast, ber til at bíða til føroyski virðisbrævamarknaðurin er farin at virka. At selja í einum er eisini óneyðugt. Tað er meiri í samljóð við føroyskan hugburð og vilja at lata føroyingin keypa partabrøv í Føroya Fiskavirking, so tað framvegis verður Føroya fólk, sum eigur flakavinnuna.