Yvirtøkan av fólkakirkjuni
?Eg skilji væl biskupin, at hann fegin vil vera ein partur av hesum arbeiðnum. Men hann skal ikki stúra fyri, at vit fara at kroysta nakað niðuryvir høvdið á kirkjuni, sum hon ikki kann góðtaka.
Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í kirkjumálum, sigur, at hvørki biskupur, ella nakar annar, sum arbeiðir í fólkakirkjuni, eigur at stúra fyri at verða skúgvaður til viks, nú kirkjan skal yvirtakast og lagast til føroysk viðurskifti.
Ongin átala
Tað stendur í samgonguskjalinum, at tað skal vera í neyvum samstarvi við allar partar í kirkjuni, at hon verður yvirtikin.
Men kortini hevur fundur verið við danskar myndugleikar fyri tveimum vikum síðani, uttan at hægsti embætismaður í kirkjuni, biskupur, hevur hoyrt orð ella eið og ti ber hann ótta fyri, at kirkjan framvegis fer at verða skúgvað til viks í sambandi við yvirtøkuna, eins og hann sigur at hon var tað undir seinasta landsstýrið.
Og hann heldur ikki, at Mentamálaráðið hevur tikið orðini í samgonguskjalinum eru tikin fyri fult.
Tað heldur Løgmaður kanska heldur ikki, tí eftir fundin, sum nú hevur verið ímillum føroysk og donsk embætisfólk um yvirtøkuna av fólkirkjuni, hevur hann givið aðalstjóranum í Mentamálaráðnum greið boð um, at orðini í samgonguskjalinum skulu aktast.
Á forsíðuni á Sosialinum hósdagin, varð hetta gjørt til, at hann hevði fingið eina nøs frá Løgmanni. Tað er ein miskiljing, tí ein nøs er ein átala og er eitt álvarsmál.
Tað var tað ikki talan um í hesum føri.
Fund við kirkjufólk
Og Annlis Bjarkhamar vissar eisini um, at samgonguskjalið skal haldast, tí tað er sjálvsagt.
Hon sigur, at fyri sær er tað sjálvsagt, at yvirtøkan verður framd í neyvum samstarvi við allar partar í kirkjuni, tí tað vildi verið burturvið at kroyst eina skipan niðuryvir kirkjuna, sum tey, ið varða av henni, ikki vilja vita av ella góðtaka.
Hon sigur, fundurin, sum nú var við donsk embætisfólk var mest fyri at gera støðuna upp at vita, hvussu langt samráðingar eru komnar og fyri at leggja nýggjan fund til rættis.
?Næsti fundur er avtalaður at vera í september. Og eg haldi, at tað er umráðandi at vit brúka tíðina til tá at viðgera støðuna her heima í Føroyum.
? Eg haldi, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit brúka tíðina ímillum samráðingarfundirnar til at arbeiða við málinum her heima í Føroyum.
Annlis Bjarkhamar sigur, at tað hevur alla tíðina verið ætlanin og longu í hesi vikuni fer samráðingarnevndin sostatt at hava fund um ætlaðu yvirtøkuna við ymsar partar, sum vara av kirkjuni, eitt nú biskupin, prestafelagið, dómpróstin og kanska onnur við.
Hesa vikuna verður fundur við dómpróvstin og felagið fyri kirkjuráðslimir.
Á teimum fundunum fara vit í fyrsta umfari at tosa um samráðingarnar higartil og, hvussu vit best fyrireika okkum til næsta samráðingarumfar í september. Harumframt fara vit at tryggja, at alt, sum er viðkomandi verður tikið við í sjálvum samráðingunum.
Hevði tað ikki verið rættari at vent sær til biskupin og onnur kirkjufólk undan samráðingunum, tá ið yvirtøkan nú skuldi vera í neyvum samstarvi við allar partar?
? Tað gjørdu vit eisini.Vit høvdu fund við bisp í sambandi við ein samráðingarfund, sum varð avtalaður í mars mánað. Men tann fundurin varð avlýstur og síðani er onki nýtt hent sum gjørdi, at vit hildu, at tað var neyðugt at hava ein fund afturat við bisp undan fundinum nú seinast í juni.
Tveir spurningar
Annlis Bjarkhamar sigur, at í sambandi við yvirtøkurnar, eru tað tveir spurningar, sum eru ógvuliga nær samantengdir.
?Í fyrra lagi er tað spurningurin um sjálva yvirtøkuna og í øðrum lagi er tað spurningurin um, hvussu vit skipa eina føroyska kirkju, eftir yvirtøkuna.
Hon heldur, at tað er lítið endamál ið at yvirtaka eina danska kirkju uttan samstundis at laga hana til føroysk viðurskifti, so at tað verður okkara egna kirkja.
Júst hetta er ein av spurningurin, sum biskupur er serliga ivasamur um. Hann heldur, at tað er óðamannaverk at yvirtaka kirkjuna, uttan at vit frammanundan hava gjørt okkum fullkomiliga greitt, hvussu hon skal verða skipað, tá ið hon er blivin føroysk? Gera vit ikki tað er vandi fyri, at arbeiðið fer at vera merkt av handahógvi í vónini um at ongin klagar, heldur hann?
Hesum er Annlis Bjarkhamar ikki samd í.
? Enn vita vit ikki, hvussu treytirnar fyri yvirtøkuna vera. Og fyrrenn vit vita, undir hvørjum treytum, vit yvirtaka kirkjuna, er heilt einfalt ómøguligt nágreinliga at gera greitt, hvussu kirkjan skal skipast í framtíðini.
Eitt nú vísir biskupur á, at føroyska kirkjan er undir donsku grundlógini.
Samstundis er tað drotningin, sum formliga góðkennir ritual, sálmabøkur o.a. so at tær vera lóg í kirkjuni.
? Hvussu verður við hesum, og nógv ørðum spurningum, hava vit ongan møguleika at vita nakað um, fyrrenn treytirnar fyri sjálvari yvirtøkuni er greið. Hetta eru tveir av spurningunum, sum skulu avgerast í samráðingunum.
? Tí ber heilt einfalt heldur ikki til at skipa eina føroyska kirkju, fyrrenn yvirtøkan er framd, tí enn vita vit als onki um, hvat úrslitið verður, sigur kirkjumálaráðharrin.
? Men fyri tað er tað avgjørt rætt at hava kjak í Føroyum um hesi viðurskftini longu nú. Og samstundis er tað eisini avgerandi neyðugt, at vit loyva samráðingunum at ganga sína gongd, uttan at grugga málið óneyðuga illa.
? Og eru ivamál, er tað sjálvsagt, at tey verða tikin upp í samstarvi við kirkjuna.
Annlis Bjarkhamar sigur, at kreftirnar í føroysku kirkjuni eiga tí heldur at vera brúktar upp á at viðgera, hvussu kirkjan skal skipast, tá ið hon er komin á føroyskar hendur, tí sjálv yvirtøkan er bara at flyta myndugleikan yvir kirkjuni úr Kirkjumálaráðnum í Danmark, yvir í Mentamálaráðið í Føroyum.
? Innihaldið í kirkjuni verður fullkomiliga óbroytt. Tað er ikki fyrrenn at kirkjan er yvirtikin, at tað ber til at taka viðgerðina upp um, hvussu tann føroyska kirkjan skal skipast.
? Vit skulu sjálvandi viðgeraða hetta allatíðini, men avgerðin kann ikki takast, fyrrenn Kirkjan er yvirtikin.
Ongin endalig avgerð
Men Annlis Bjarkhamar tískil, at tað hevur týdning, at vit longu nú fara undir at viðgerða spurningin um, hvussu Kirkjan skal skipast, eftir at hon er yvirtikin.
? Tað tykist sum um onkur hevur fingið tað fatan, at uppskotið, sum ein nevnd gjørdi um yvirtøkuna, er grundarlagið undir samráðingunum við donsku myndugleikarnar og at kirkjan skal skipast eftir uppskotinum, tá ið hon er yvirtikin.
? Hetta er ein misskiling, sigur Annlis Bjarkhamar.
? Hetta uppskotið er ikki annað enn eitt útgangsstøðið sum lýsir støðuna og skuldi skapa eitt grundarlag fyri samráðingunum.
? Men tað er ongin sum sigur yvirhøvur, at hetta verður tað endaliga úrslitið og er tað onkur, sum hevur hug at hongja seg ov fast í orðingarnar í sjálvum uppskotinum, er skjótt at kjakið fer inn á skeivt spor og tað vildi verið óheppið.
? Kjakið skal líta frameftir og ikki aftureftir til eitt uppskot, sum ikki er annað, enn júst eitt uppskot og ikki ein endalig avgerð av nøkrum sum helst slagi.
?Men uppskotið gevur okkum nakað at arbeiða út frá. Uppskotið hevur verið til hoyringar ymsastaðni og nakrar afturmeldingar eru komnar. Útfrá uppskotinum og teimum afturmeldingum, sum eru komnar, eiga vit at finna eina gongda leið.
? Men tað skal vera í neyvum samstarvi við kirkjuna.
Onki kroyst niðuryvir høvdið
Eitt, sum Biskupur stúrir fyri, er, at eftir uppskotinum fer bispaembætið at verða munandi skert og endaligi myndugleikin verður ístaðin lagdur til eina kirkjustjórn, har meirilutin eru leikfólk. Samstundis skal kirkjan fíggjast við kirkjuskatti. Tí heldur hann, at fólkakirkjan í veruleikanum verður avtikin soleiðis sum vit kenna hana í dag og at hon í roynd og veru verður til eina fríkirkju?
? Tað kann ikki sigast nóg ofta, at kirkjan verður yvirtikin óbroytt og tí eigur ongin at stúra fyri sjálvari yvirtøkuni. Og tað er ikki fyrrenn aftaná, at vit skulu viðgerða, hvussu kirkjan skal skipast og sum sagt er uppskotið ikki ein endalig avgerð og tí skal ongin heldur hongja seg ov nógv í smálutir í tí.
?Tað, sum telur fyri meg, er, at øll tey, sum eru partur í fólkakirkjuni, skulu vera við til at forma tað føroysku kirkjuna. Tað er tað endaliga úrslitið sum telur og eg fari at leggja sera stóran dent á, at allir partar í kirkjuni eru við í tí tilgongdini, sum tað verður at skipa eina føroyska kirkju.
? Ongin eigur at vera bangin fyri, at fáa nakað sum helst kroystan niður yvir høvdið. Eg havi als ongan áhuga í at broyta grundleggjandi viðurskifti í kirkjuni, vil kirkjan tað ikki sjálv. Kirkjan skal hava loyvi at liva sítt egna lív og í sínum egna mátti, har vit ikki leggja bindingar á hana, ella stýra henni. Tað er av størsta týdningi.
? Men samstundis mugu vit heldur ikki gloyma, at talan um eina fólksins kirkju, tað er líka týdningarmikið.
? Latum okkum minnast til at lata hugsjónina um eina føroyska fólkakirkuni verða okkara stavnhald í øllum arbeiðinum í sambandi við yvirtøkuni, og í kjakinum um, hvussu vit best skipa eina føroyska fólkakirkju.
? Bara soleiðis fáa vit ein veruligan møguleika at skapa nakað sum er gott og sum vit kennast við, sigur Annlis Bjarkhamar, Landsstýriskvinna í kirkjumálum.










